Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Bestu lærarar Skeið í jazz- og rocktónleiki verður í Havn í august. Lærararnir eru allir konservatoriilær- arar fin fjør var skeið í Førovum x h } heitinum "Jazzur í út- norði". Hetta skeiðið gekk sera væl, og luttakararnir fingu so væl burturúr, at tveir teirra aftaná sluppu inn á KONSCrvalornnum ár verður tiltakið aftur og tað eru Føroya Fólkahá- skúli, Tórshavnar Musikk- skúli og Føroya Jazztón- leikarafelag, sum skipa fyri. - Fleiri hava biðið okkum um at hava skeiðið aftur, tí slík skeið eru besti mátin at koma víðari við tónleikin- um, sigur Brandur Qssurs- son, ein av fyrireikarunum. Hann heldur, at sovorðin stutt intensiv skeið kunnu geva líka nógv sum ein vet- ur á skúla, sigur hann. Skeiðið verður á háskúl- anum 6. til 12. august. Tað er fyrst og fremst ætlað ungum, sum spæla, duga at handfara sítt lj6dføri og hava nakrar royndir í sam- spæli. Musikkpedagogar og onnur eru eisini vælkomin. Skeiðið kostar 1800 krón- ur. Tað er fyri undirvísing, allan mat og innivist og atgongd til nakrar konsertir á jazz, fólka- og blues festivalini. Tað verður skipað á tann hátt, at hvønn fyrrapart verður undirvíst í hoyrilæru og teori og felags lj6dføris- undirvising. Seinnapartin verður sum nakað nytt lurti- tími, tá lærararnir skiftast um at greiða frá týðandi innspælingum, aftaná verð- ur samspæl, og ul seinast fær hvør luttakari leiðing og venjing. Friggjakvøld og leygar- kvøld verður konsem í Djónastovu, og skeiðið end- ar månakvøldid 12. august vid konsert vid lærarunum i Listaskålanum. Sunnudagin 7. veg- juli, i morgin, verdur kunnandi fundur um skeiðið í Djóna- stovu kl. 16.00. LÆRARARNIR Lærararnir, sum koma at undirvísa, eru alælir royndir tónleikarar, og allir eru teir konservatoriilærarar: Eythór Gunnarsson Benjamin Afadier fødd- ur í Ghana. Hann er percussionistur, sangari og komponistur. Upprunaliga spældi hann afrikanskan tónleik og ferðaðist um alt Afrika við sínum High-life bólki. Nú undirvísir hann á AUC musikkkonservatori- unum í Árhus og Álborg og heldur skeið á studenta- skúlum og kvgldskúlum. Peter Osterlund er fødd- ur í New York, men hevur búð í Svøriki síðan 1969. Hann hevur spælt saman við fleiri kendum svenskum tónleikaum og hevur spælt inn plátur við amerikansk- um tónleikarum sum Art Farmer, Thad Jones, Toots Thilemans, Lee Konit., Red Mitchell, Al Cohn og Zoot Sims. Frá 1973 var hann leið- andi lærarin í tummum á musikkkonservatorinum í Stokkholm. Karsten Houmark er dani. Hann fekk sína út- búgving á Universitetinum í Keypmannahavn og eru nú guitarlærari á rytmiska konservatoriinum í Keyp- mannahavn. Hann hevur eisini spælt saman við fleiri kendum tónleikarum. Íslendingurin Sigurður Flósason er útbúgvin á Berkley School og Music í Boston. Hann er leiðari fyri rytmiska konservatoriinum í Reykjavík (Djassdeild FIH) og spælir við ma. í "Fimm menn og ein kona". Hann skal undirvisa í saxo- fon. Eythór Gunnarsson er kendur frá Mezzoforte, Fimm menn og ein kona og Ofetis hjá Tómas R. Einars- son. Hann var eisini við á skeiðinum í fjør og und- irvísir í keyboard. Tómas R. Einarsson er lærari á rytmiska konserva- Nr. 126 — 6. juli 1991 Sigurður Flósason toriinum í Reykjavík. Hann hevur útgivið fleiri plátur. Undirvísir í kontrabas. Jørgen Lorentzen stóð fyri skeiðinum i fjør, og hann hevur aftur átikið sær uppgávuna. Hann undirvísti á Tórshavnar Musikkskúla frå 1988 ul 1990 og er nú musikklærari i Kolding. Benjamin Afadi Miðhæddi: baðirúm rúm Bryggjubakki 22 Leif Waagstein ormóður D tur Even Djurhuus mm 1 113 1rnuus pe) OD m | Jégvan Ellefsen Stovuhædd: 85 kvm., durur, gongd. badirum; bryggers, køkur, stova og goymslu- Nærri fæst at vita vid at venda sær til | ADVOKATFELAGIÐ TIf. 11260 - Fax. 11261 Dånjal Magnussen RANDARHUS millum Gilja til sølu Um hóskandi boð fæst verða húsini millum Gilja 67 hervið lýst til sølu. Hús, sum er bygd í 1990 eru 182 kvm til viddar og eru í tímum hæddum. Loftshædd: 32 kvm., kamar, gongd og wc. 65 kvm., køkur, 4 sovirúm, gongd og FR-100 Térshavn Jógvan P. I Annfinn V. Hansen