Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 56 - 21. mars 2003 Nr. 56 - 21. mars 2003 25 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða fitta Rósa Hjartaliga tillukku við tínum fyrsta føðingardegi 20. mars. Muss og klemm frá mammu, babba, Sannu og Masu Góða elskaða Gurið Hjartaliga til- lukku við 8 ára føðingardegn- um. Mamma, Thorfinn, Stéfan Helgi, Gunnleyg og Anna Góða Halltóra og Dorrit Hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum var 15. mars. Alt tað besta frá Okum í Sumba Góði elskaði Stéfan Helgi Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum. Babba, Elinborg, Gurið, Gunnleyg og Anna Góða Sigrun Hjartaliga tillukku við 13 ára føðingar- degnum 20. mars. Ynskja mamma, babba, Albjørg og Jóan Karl UTTAN ÚR HEIMI Blix harmast kríggið Leiðarin á ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak, Hans Blix, harmast amerikansku avgerðina at leypa á Irak. Í einari frágreiðing til ST-trygdarráðið skrivar Hans Blix, at arbeiðið hjá eftirlitsmonnunum hevur gingið framá, og at Iraka hevur samstarvað við eftirlitsmenninar um enn treyðugt. Hann viðgongur, at eftirlitsmenninir vóru ikki lidnir við arbeiðið, nú teir noyddust at fara úr Irak, men hann heldur, at altjóða samfelagið átti at givið teimum betri stundir at leita eftir ólógligum vápnum í Irak. Hans Blix heldur, at Irak eigur at fáa viðurkenning fyri sín vilja at samstarva við vápnaeftirlitsmenn- inar. Uttanríkiaráðharrarnir úr Fraklandi, Týsklandi og Russlandi søgdu í gjár, at tað ber framvegis til at loysa Irak-kreppuna á friðarligan hátt. Dominique de Villepin, Joschka Fischer og Igor Ivanov vístu á, at vápnaeftirlitsmenninir hava gjørt framstig í Irak, og at teir tí eiga at sleppa at halda fram við ar- beiðinum. Tryggja olju Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, kunngjørdi í gjár, at hann fer at tryggja, at nóg mikið av olju verður á altjóða marknaðinum, hóast ameri- kanarar og bretar hava lopið á Irak. - Vit hava givið altjóða samfelagnum lyfti um at tryggja marknaðin, og tað lyftið fara vit at halda, segði ein talsmaður hjá OPEC í Wien. Nú oljan úr Irak hvørvur av marknaðinum, noyð- ast summi OPEC-lond at økja sína framleiðslu, men sambært serfrøðingum eru tað bara tvey av lond- unum, sum kunnu økja framleiðsluna so mikið, at tað munar. Hava lurtað á ES-borgini Tað hevur vakt stóran ans, at lurtiútgerð er funnin í fleiri av skrivstovunum á ES-høvuðsborgini í Brux- elles. Ein tænastumaður hjá ES upplýsti í gjár, at lurtiútgerðin er funnin í hølum, sum vanliga verða nýtt til ráðharrafundir, og tí er málið mett at vera sera álvarssamt. Sambært tænastumanninum er út- gerð eisini funnin í skrivstovunum hjá summum londum so sum Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi og Spania. Eingin veit, hvør hevur lagt lurtiútgerðina har, men keldur á ES-borgini siga, at talan er um so snildisliga framferð og so nútímans útgerð, at tað kann bara vera ein av teimum væl útbygdu fregnar- tænastunum, sum stendur aftanfyri. Heldur eingin veit, hvussu leingi lurtiútgerðin hevur verið har. Eingin sigur, at tað er amerikanska fregnartænastan CIA, men summar keldur vísa á, at amerikanarar hava havt áhuga í, hvat júst Bretland, Frakland, Týskland og Spania hava sagt í seinastuni í sambandi við Irak-kreppuna. Onga olju úr Alaska Amerikanska senatið hevur felt eitt uppskot hjá stjórnini um at loyva olju- og gassvinnu í teimum arktisku náttúruøkjunum í Alaska. Stjórnin í Washington vil fegin sleppa at vinna olju og gass í økjunum, tí tað hevði gjørt USA minni heft av olju úr øðrum londum, men tey, sum eru ímóti ætlanini, siga, at oljan og gassið haðani høvdu gjørt lítlan mun. Republikanski flokkurin hjá George W. Bush, forseta hevur meiriluta í senatinum, men fleiri repu- blikanskir senatorar atkvøddu saman við demokrat- unum ímóti uppskotinum hjá stjórnini. Tað var fregnartæn- astan CIA, sum út- nevndi tey fyrstu málini í amerikanska álopinum á Irak. CIA segði seg vita, hvar Saddam Hussein var, men hann varð tó ikki raktur KRÍGGJ Árni Joensen Rakettálopið á mál í og uttan fyri Bagdad gjára- náttina var ikki eitt veruligt álop á Irak, men heldur ein amerikansk roynd at beina fyri irakska leiðaranum, Saddam Hussein. Sambært blaðnum Wash- ington Post hevði stjórin í fregnartænastuni CIA, George Tenet, ein fund við george W. Bush, forseta fyrrakvøldið, og har greiddi hann forsetanum frá, at CIA visti, hvar Sad- dam Hussein var staddur hetta kvøldið. Hetta vátta keldur í Hvítu Húsunum eisini fyri blaðnum. - Vit vita, hvar Saddam er staddur júst nú, og vit vita eisini, hvar hann verður teir næstu tímarnar, skal George Tenet hava sagt á fundinum við forsetan. Upplýsingarnar hjá CIA kundu, vóru tær rættar, havt við sær, at irakski leiðarin kundi fallið longu í tí fyrsta álopinum, og á tann hátt vónaði Bush at enda krígg- ið, longu áðrenn tað var byrjað, skrivar blaðið. Sambært keldunum var Saddam Hussein fyrra- kvøldið í einum av húsum sínum beint uttan fyri Bagdad, og tað var orsøkin til, at amerikansk herskip og kavbátar skutu ikki færri enn 40 Tomahawk-rakettir eftir málum nærhendis irakska høvuðsstaðnum. Men Saddam Hussein varð ikki raktur. Gjára- morgunin kom hann á skíggjan hjá irakska sjón- varpinum og bað allar muslimar fara í heilagt kríggj ímóti USA fyri at hevna álopið á Irak. Sambært Washington Post skal CIA-stjórin hava sagt George W. Bush, forseta, at hetta var helst seinasti møguleikin hjá CIA at siga, hvar irakski forsetin er staddur. Tá tann fyrsta rakettin er brostin, verður tað ógjørligt at siga, hvar hann er, skal George Tenet hava sagt við Bush. Tey sameindu hjá USA taka undir við amerikanska álopin- um á Irak. Týskland og Russland ganga undan í at mótmæla, og muslimskir felags- skapir hótta við hevnd KRÍGGJ Árni Joensen Avstralski forsætisráðharr- in, John Howard, var ein tann fyrsti at gera viðmerk- ingar til amerikanska á- lopið á Irak. Hann endur- tók, at Avstralia styðjar USA. Tað sama segði japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi. Eisini stjórnin í Filipsoyggjunum segði seg taka undir við álopinum. Týskland, Frakland, Russland og Kina hava sum væntað mótmælt álopinum. Talsmaðurin hjá uttanríkis- ráðnum í Moskva segði, at Russland harmast ameri- kansku avgerðina, og for- maðurin í tjóðartinginum helæt, at tingið eigur at koma saman at fordøma amerikanska álopið. Í Turkalandi vóru fleiri mótmælisgongur ímóti álopinum, og muslimskir felagskapir í Thailandi, Malaysia og Pakistan funn- ust hvassliga at ameri- kansku avgerðini at leypa á. Ein av teimum víðgongdu felagsskapunum í Pakistan segði, at USA fer at iðra seg um avgerð sína, tí við álopinum hevur USA sagt sín egna deyðadóm. Á Filsipoyggjunum stuðlar stjórnin USA, men muslimsku felagsskapirnir í landinum søgdu í gjár, at amerikanarar skulu ikki kenna seg tryggar í fram- tíðini, sama hvar teir eru. Muslimskir felagsskapir hótta við hevnd 40 rakettir eftir Saddam Hussein Tann fyrsta rakettin ímóti Bagdad verður skotin avstað av amerikanska herskipinum "USS Bunker Hill". C M Y K 25 24 Ymiskt FARTELEFON Motorola A008 til sølu fyri bert 2.000 kr. Inniheldur m.a. e-mail, wap, browser, notesblok, opgaver, tegneblok, alarm, voice notes, spøl, kalendara, infrarød. Er uttan tastatur, bert skermur Tlf. 212957 TIL SØLU 1 1/2 ára gamalt lítið brúkt JVS digitalt kamera til sølu. 800.000 pixl. 3,5 LcD skerm, steady shot 10x optisk sum, 300 x gigital sum v. battarí, ladara, kabel til tv + teldu, red. Cd rom. 1 1/2 ára trygging. Nýprísur 13.000 kr. til sølu fyri 9.000 kr. Tlf. 315811 ella 251702 MYNDATÓL VIÐ TASKU Baver VCC 406, VHS movie við stativ – Bilora – bíliga til sølu. Tlf. 422419 LOPPUMARKNAÐUR verður í Framtíðini í Vági leygardagin 5. apríl. Lutir – ikki klæðir – kunnu latast inn í Framtíðini fríggjakvøldið 4. apríl millum kl. 18-20. 2x Suðuroyar Miðnámsskúli MÁLNINGAR TIL SØLU Tveir Jógvan Waagstein-málningar frá uml. 1930 til sølu til hægst bjóðandi. Tlf. 317169 KØKUR Brúktur køkur til sølu, væl egnaður til grovkøk. Tlf. 721888/503522 INNHURÐAR 3 brúktar KOTO innhurðar v/karmi std. 80x210 til sølu fyri 250 kr. stk. Tlf. 444789 NOKIA 7650 Smarta fartelefonin við digital- kamera, MMS, JAVA, Bluetooth, IR- port, GPRS, WAP, raddarstýring, mail og spølum. Til sølu fyri einans 3.400,- Virkar perfekt og uttan simlock. Ring +4526275314 FARTELEFON Sony Ericsson T 300 við MP3 spælara! Telefonin hevur litskíggja, fleirtónaðar ringitónar (MIDI), infrareytt samband, WAP 2.0, E- mail, MMS, SMS, spøl o.a. (Fløga við eyka spølum fylgir við). MP3 spælarin, ið eisini kann nýtast sum »headset« nýtir Multimediacard (MMC) - 32 mb fylgja við. Kostnaður 2200 kr. Tlf. 218991 MØTAST AFTUR 20. okt. 2003 eru tað 40 ár síðani vit fermdust í Vestmanna kirkju. Skulu vit hittast aftur í Vestmanna 25. okt 2003 til eina hugnaløtu? Katrin tlf. 314793, Ebba tlf. 421142 og Sigga tlf. RADIATORUR 1,1m langur 65 cm breiður, 3 dupultur, til sølu fyri 400 kr. Tlf. 747785 eftir kl. 17 447785 INNHURÐAR Brúktar innhurðar við karmi til sølu fyri 300 kr. Ein innhurð við glasi 80x210 fyri 1.200 kr. Tlf. 449130 PÁSKAREGGJA TOMBOLA við 400 páskareggum verður í Glæmuni í Kvívík leygardagin 22. mars kl. 15.00. »Komið og vinnið nøkur páskaregg«. Eisini selja vit heitar pannukøkur v/ róma og súltutoy, kaffi/sunkist. Øll eru hjartaliga vælkomin. KFUM-skótarnir í Kvívík NOKIA 3330 við 5 coverum til sølu fyri 1300 kr. Tlf. 319223 ÍTRÓTTARFELAGIÐ Í FUGLAFIRÐI ÍF hevur eydnuhjól og matsølu í fimleikarhøll skúlans 2. mai. ÍF MÁLARÍ Eitt málarí av Sandagerði til sølu – málað av Waagstein str. 84 x 57. Tað er málað í 1947. Fyri ikki undir 20.000 kr. Tlf. 254406 GARAGUHURÐ Garaguhurð bíliga til sølu. Ongantíð brúkt. tlf. 373739 MOTOROLA-V50 fartelefon 4 mðr, gomul til sølu fyri 2.100 kr. Nýprísur ca. 3.500,- kr. Tlf. 223930 LÍTIÐ BRÚKTUR styrkisbonkur til sølu. Stong og 80 kg. av vektum fylgja við. Søluprísur 6.500 kr. Tlf. 458111 ella 758111 GO-KART til sølu til hægstbjóðandi. Tlf. 424129 MYNDATÓL TIL SØLU 11/2 ára gamalt, lítið brúkt Minolta 505si myndatól við blitsi, eini Tamron 28-300 mm. aspheriskari linsu og einum nýggjum, óbrúktum stativi til sølu. Nýprísur 13.500 kr. til sølu fyri einans 7.900 kr. Tlf. 260590 LOPPUMARKNAÐUR Loppumarknaður verður í VB- húsinum leygardagin 22. mars frá kl. 14.00 til 18.00. Lutir, IKKI KLÆÐIR, kunnu latast inn fríggjakvøldið 21. mars millum kl. 18.00 og 19.00. Møguleiki er eisini fyri at fáa lutir heintaðar. Ringið tlf. 224168 ella 221454 ropraktor Kir Ári Rasmussen r Við ala f ta æst: jum 320212 Argj Runavík 448102 Grannskoðan Ráðgeving Bókhald Skattamál - og annað ç GLAÜSHEYGGI - BOX 30 FO-110 TîRSHAVN - P/F NR. 267 TEL. (+298) 311017 - FAX (+298 311018) e-mail: rasmussen@rasmussen.fo Heimasíða: www.rasmussen.fo RASMUSSEN & WEIHE STATSAUTORISERAÐ GRANNSKOÐARAFELAG P/F An associated firm of Sosialurin - 311820 www.sosialurin.fo