leygardagur 13. juli 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Vilja heldur
arbeiða
STÓRTÍÐINDINI í Dagblað-
num í gjár vóru, at fólk ikki
tímir at arbeiða og at hetta
vóru avleiðingarnar av arbeiðs-
loysisskipanini. Fólk vilja sam-
bært Dagblaðnum heldur hava
eina lægri skattafria olmussu-
hjálp enn ótrygt arbeiði.
VIT skulu ikki siga, at avgjørt
eingin hugsar soleiðis, men
tey, ið tað gera, munnu heldur
ikki vera tey, sum í vanligari
arbeiðsmarknaðartíðum
høvdu lagt størsta arbeiði eftir
seg, hvar tey so vóru, og sam-
anborið við óhugnaliga stóra
talið á vaksandi spekulanta-
skaranum, sum bert hevur eitt-
ans endamál við lívinum, hetta
ikki at gjalda skatt og aðrar
landsskyldur fyri einhvgnn
pris, munnu hesi, Dagblaðið
kanska heldur seg vita um,
verða minni samfelagshóttan.
MEN greitt er, at millum sjålvt
so upplýst fólk sum okkara
finnast eisini menniskju, sum
ikki halda tað vera lítisvert at
lata onnur bera byrðarnar,
hóast tey sjálvi eins væl kundu
gjørt tað.
MEN hondina á hjartað, hetta
er kortini ikki ummæli at geva
lønmåttakarum okkara sum
heild. Hesum, sum í nú so
nógv ár nærum einsamallir
hava staðið fyri at útreitt tapini
øll av líkum sum ólíkum, sum
bæði land, kommunur og pri-
vatir fidusmakarar hava komið
okkum útí. Gamaní vóru flestu
av projektunum, landið var
uppii, framd við bestu ætlan-
um og vónum um, at alterna-
tivir vinnumøguleikar skuldu
spyrjast burturúr. Nóg góðir
gjørdust teir ikki, og um hví
eru ymsar meiningar. Men at
dóma eftir, hvat aðrir nú
vænta sær burturúr eitt nú
svartkjaftinum, vóru royndir-
nar langt ífrá burturspiltar. Eis-
ini landskassamissin av hes-
um tiltøkum bar føroyski løn-
móttakarin við tøgn og tolni.
HANN veit nevniliga, at hann
sum samfelagið er skipað, al-
tíð verður at standa við endan
og góðtekur tað partvís og
eina frægast, tá talan er um
héttarføll av tiltøkum, sum
ætlað vóru til at fjølga mun-
andi um arbeidsplåssini. Men
hann kann ikki góðtaka at
verða so kollektivt hunddálk-
aður fyri leti, sum Dagblaðið
vil gera tað til.
UMBERING Dagblaðsins fyri
álopinum á lønmåéttakararnar
var hesuferð at geva okkum
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiafurin
Prent: P/f Pressan 1981 Telefon
ein forsmakk uppå ta van-
lukku, sum bladid og flokkurin
heldur tað vera, at vit av álvara
stremba ímóti at fáa í lag eina
skilagóða arbeiðsloysisskipan.
Slíka hava vit ikki, hóast Dag-
blaðið í greinini umrødur av-
leiðingarnar, sum um tær vóru
elvdar av tílíkari skipan igjøg-
num longri tíð. Tann styrkur,
hesi vanlukku arbeiðsleysu
hava fingið, er hvørki meira
ella minni enn almenn ol-
mussuhjálp og ikki á nakran
hátt skyld við eina skilagóða
arbeiðsloysisskipan.
SEMJA er millum føroyingar
um, at okkara skipan ikki nýt-
ist at líkjast øðrum líknandi
skipanun. í øllum lutum. Men
semja er millum landsstýris-
flokkarnar, eisini fólkaflokkin-
um, at slík føroysk skipan má
fáast í lag, jú fyrr jú betur.
VÆL vita vit og allir føroying-
ar, at hvorki fólk ella land liva
leingi av sosialum dýrkandi
skipanum. Men er tað nakran-
tíð brúk fyri hjá tjóð at livga
um landssamanhaldið og
kenna sær ábyrgd fyri at øll
hóra undan, er tað í vinnulig-
um mótburðartíðum sum hes-
um.
BESTA trygd fyri at sloppið
undan misbrúki av eini for-
oyskari = arbeiðsloysisskipan
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Teiefax:
vildi sjálvsagt verið, at partar-
nir á arbeiðsmarknaðinum
stóðu fyri henni nærum einsa-
mallir og soleiðis høvdu
størsta áhuga i, at hon ikki
kom í so ringt orð, sum Dag-
blaðið longu hevur givið henni.
Men her, sum aðrastaðni, hev-
ur viljin til at leggja rygg til
figgjarliga, tarnad hesum
neyðuga tiltaki. Fyrstir at jåtta
sjålvsagdan figgingarpart vóru
lønmåttakarafeløgini, meðan
trekari gekst vid arbeidsgevar-
unum. Men komið er tíbetur
so langt, at felggini saman við
landinum hava nú sýnt vilja til
at fara undir skipanina.
HIN parturin, arbeiðsávísingin,
sum er eins týðandi táttur í
málinum, má somuleiðis fáast
at virka sum skjótast, og held-
ur ikki eftir bara útlendskari
fyrimynd, eitt nú viðvíkjandi
fak- og útbúgvingarmarkum.
VILJA vit hvgrjum øðrum væl
og vilja vit byrgja fyri, at heilar
samfelagsstættir í Føroyum
verða úthongdar sum nassarar
og dovin vanlukkudýr, sum
jødarnir, sosialistar og onnur í
Týskalandi á sinni, mugu hesi
viðurskifti fåast í »rættlag«
sum skjótast.
7 | UMBERING
Dagblaðið um
skattin og tollin
Blaðið skrivar um mink-
andi skatta- og tollinntøk-
urnar og »fegnast« um,
hvussu rætt blaðið fekk
um útlitini fyri hesum
landskassainntøkum og
sigur:
Dagblaðið spáddi tann
dagin, figgjarlógin varð
samtykt, at hallið fór
ikki at blíva 300 men
500 mið. kr. ØIL tøl hig-
artil benda á at Dag-
blaðið fær rætt.
Fyri ein ordans skuld
kunnu vit endurtaka or-
sekina til, at almenna
húsarhaldið kemur ikki
aftur á beint: Skatta- og
tolltrýstið í samfelag-
num drepur arbeiðshug-
in hjá ollum landsins t-
bugvum. Tað svíður at
landskassanum í oðrum
um fart.
Fyrrenn skattur og
tollur verda lækkad, ger-
ast undirskot lands-
kassans bert størri og
størri fyri hvert år, sum
gongur.
At lækka skatt og toll
fyri at fáa meira inn av
hesum sama, kann tykjast
legið. Tollurin kann >regu-
lerast<, skatturin kanska
partvís, men treytað av,
at tað ikki eisini framyvir
verða tey somu, sum
gjalda skulu alt. Skulu
slíkar broytingar umhugs-
ast, skal tann vinna, sum
fyrimun fær av hesum,
verða avgjert kappingar-
før. Øllum ødrum hava vit
havt ov mikið av — tí er so
vorðið sum er.
Misnýta
arbeiðsfólk
Um lenareftirstoðurnar
hjá arbeiðsfólki sigur
Ingeborg Winther, FA-
forkvinna, m.a.:
— Tað er einki at ivast í,
at arbeiðsgevarar í
summum forum royna
at gera sær dælt við
teirri stødu, sum er í
samfelagnum og harvið
á arbeiðsmarknaðinum í
dag.
Hon vísir á at ar-
beiðsgevarin veit at
fólk tora illa at gera
Á
vart við seg í dag, sjálut
um tey eru afturút í lon,
ti tey bera ótta fyri at
missa arbeiði.
— Tað er hetta, sum
skínur tgjøgnum allan
vegin, og tað er hesa
stødu, sum arbeidsgev-
arin misnytir í dag.
5 Men leggur dent á, at
skil skal fáast á hesum
viðurskiftum og heitir á
limirnar um at boða frá ell-
um tíkíkum ólíkindum.
Er tað nakað, sum út-
reiðsluliga skal prioriter-
ast, skuldi tað verið lonir-
nar, men ivaleyst halda ov
nógvir arbeiðsgevarar
nakað annað. Men vón-
andi fæst bilbukt við
óskilinum.
til Regin av Stein-
um, lærara við
Argja Skúla
Tað harmar okkum, at
greinin >Hann náði
okkum«, sum skrivað
varð í sambandi við
varastjórasetanina við
Argja skúla, kom í
blað okkara seinasta
hósdag í prentaða
líkinum.
Ætlanin var ongan-
tíð at prenta greinina
uttan navngeving av
persónum, sum í
greinini úttalaðu seg í
málinum.
Greinin varð av mis-
gáum kortini prentað.
Vit viðganga, at vit
hverki hava rætt ella
orsøk til at hýsa dul-
nevndari skriving,
sum seta kann fólk í
ringt ljós og ásanna tí,
at vit her hava
mistikið okkum
álvarsliga.
Misbrotið er so
álvarsligt, at vit í dag
hervið veita Regini av
Steinum okkara
treytaleysu umbering
í júst tí blaðteigi, vit
annars mangan nýta
til atfinningar móti
eðrum fyri ólíkinda
skriving.
Krisjan Dahl
blaðstjóri