leygardagur 13. juli 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Umsóknir skulu vera okkum í
seinast 26. juli 1991.
Heilsufrødiliga
Starvsstovan
søkir
uppvaskihjålp
Til vask av laboratoriuutbunadi og at
taka hond i vid ymiskum, id tørvur er å,
verður sekt eftir fólki til at arbeiða %
Starvið verður lent sambært sáttmála
millum Starvsmannafelagid og Føroya
Landsstyri.
Ynskiligt er at byrjað verður sum skjót-
hendi
Heilsufrødiliga Starvsstovan
Debesartrød - 100 Tórshavn
Tlf. 15300
Heilsufrødiliga
Starvsstovan
søkir eftir
evnafrødingi
Starvid fevnir um at menna og stovn-
seta evnafrødiligar kanningarhættir inn-
an umhvørvis- og matvøruøkid, at hava
eftirlit við kanningarhættunum og at ar-
beida vid i serstøkum verkætlanum.
Tann, sum verður settur i starvid, skal
hava lokið prógv sum cand scient í liv-
evnafrødi/evnafrødi, verkfrødingur í liv-
evnafrødi ella líknandi. Viðkomandi skal
hava góðan kunnleika til
evnafrødilig tól sum atomabsorption,
gaschromatografi og HPLC.
nútímans
Persónar, sum hava royndir í verkligum
arbeiði innan evnafrødi, hava fyrimun.
Starvið verður lent eftir útbúgving sam-
bært avtalu millum Feroya Landsstýri
og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um arbeiðið fáast við
at venda sær til Marjuna Hanusardóttir,
stjóra, ella Maritu Poulsen, deildarleið-
Umsókn skal sendast til:
Heilsufrødiligu Starvsstovuna
Debesartrød - 100 Tórshavn
i seinasta lagi 15. august 1991.
— er altid
á staðnum
Lesarabrøv
Nr. 131 — 13. juli 1991
Funnings kommuna hjålpir
avbygdafólki, men spennir bein
fyri sinum egnu
Fyri einari viku síðani
hoyrdist í Degi og viku, at
kommunurnar við Funn-
ingsfjorð hevdu boðið
Mortani Johannesen at
byggja eitt virki á havnar-
lagnum í Funningsfirði.
Tilboðið frå kommunun-
um skuldi vera so gott, at
Mortan ikki kundi siga
nei.
Tað er hugaligt at
hoyra, at kommunurnar
taka stig til eitthvert,
sum kann skapa arbeiði,
og vónandi verður virkið
veruleiki.
Men eg kann ikki sita
og tiga, tí ein av kommun-
unum við Funningsfjerð,
er Funnings kommuna.
Eg saman við eðrum
stovnaði fyri nekrum ár-
um síðani eitt virki í
Funningi, eina smoltsteð.
Tað er ikki ov nógv
sagt, at frá fyrsta degi
hevur kommunan forðað
okkum, alt tað hon hevur
verið ment. Einki hevur
verið gjørligt, hóast fýra
mans hava havt fast ar-
beiði, og goldið skatt til
kommununa. Hesir fýra
menninir hava verið av
teimum frægu skattgjald-
arunum í bygdini, ell ár-
ini.
Fyri tveimum árum síð-
ani, tá landsstýri gjerdi av
at loyva nekrum smolt-
steðum at framleiða meir
smolt, var eisini okkara
loyvi vaksið til 700.000.
Síðani er eki fingið til
vega, fyri at kunna seta
fleiri kør upp.
Og hóast bæði friðingar-
nevndin fyri Eysturoyar
Syslu, og yvirfriðingar-
nevndin hava givið loyvi
til útbygging á økinum, so
sigur Funnings kommuna
kortanei. Tað seinasta, ið
komið er fram, er, at nú vil
kommunan friða ekið, ið
keypt er til endamálið.
Funnings kommuna
roynir av øllum alvi at
spenna bein fyri virksem-
inum í bygdini, hóast út-
byggingin hevði havt við
sær, at minst trý fólk
afturat hevdu fingið ar-
beiði.
Sjálvur dugi eg ikki at
skilja framferðarháttin, tá
avbygdamenn kunnu fáa
so góðar semdir, sum teir
ið stovna virki í Funnings-
firði, eftir øllum at døma
fáa.
Hetta er bert byrjanin,
fleiri lesarabrøv koma
seinni.
Martin Hejsted
Funningur
Javnaðarágangur móti
fakfeløgum
Tad munnu vera mong,
sum spyrja hvat id er hent
vid javnadarmanningini i
landsstýrinum. Antin er
talan um eina kollektiva
innliman í fólkaflokkin
ella er talan um gíslateku,
har javnaðarmanningin
undir trýsti sigur »ja og
amen« til alt, sum fólka-
flokkurin kemur vid.
Men tad er javnadar-
flokkurin sum hevur løg-
mann og meiriluta i lands-
styrinum, so hansara er
høvudsåbyrgdin.
Tad tykist eisini at vera
greidari fyri hvønn dag, at
javnadarflokkurin ikki
forsømir nakran tjans til
at sjikanera fakfeløgini.
Og mest gongur henda sji-
kanan ut yvir tey feløg,
hvørs leidsla hevur verid
dyggasti stuðul hjá flokk-
inum. (Ger skálkinum
gott. ).
Fyrr hevur verið greitt
frá, hvussu javnaðarflokk-
urin tulkar lógina um
Fiskivinnuráð til skaða
fyri fakfeløgini beinleiðis í
stríð við lógina. Tað ein-
asta, sum telur í steðu-
takanini, er hvat fólka-
flokkurin heldur.
Men at talan er um ein
miðvísan ágang móti fe-
legunum verður best lýst í
málinum um játtanina til
fiskivinnuráðið. Greitt er
gjellari frá hesum í aðrari
grein. Men sagt í stuttum
hevur fiskivinnuráðið eina
sjálvsteðuga játtan á
fíggjarlógini. Við stórt
sæð øllum ødrum »rakst-
rarstødum« er tann regla
galdandi, at landsstýrið
gevur leiðaranum ávísing-
arheimild. Aftan á at tað
hevur víst seg, at eingin
hevði hesa heimild og at
peningur hóast hetta er
nýttur av játtanini hjá
fiskivinnuráðnum, sum
einki hevur við ráðið at
gera, bað Fiskivinnu
Starvsnevndin landsstýr-
ið um at lata formannin í
nevndini fáa ávísingar-
heimild samb. vanligum
praksis við eðrum rakst-
rarsteðum.
Men nú er tað hent, at
landsstýrið hevur givið
einum fiskivinnuráðnum
óviðkomandi persóni ávís-
ingarheimildina, soleiðis
at hesin veruliga hevur
ræði á teirri játtan, sum er
tilluta fiskivinnuráðnum.
Hetta merkir í veruleik-
anum, at landsstýrið við
javnaðarflokkinum á odda
hevur sett fiskivinnuráðið
og starvsnevndina undir
administratión og hevur
ómynduggjert samladu
fiskivinnuna. Hetta vísir
bert hverja vanvirðing
javnaðarflokkurin hevur
fyri fak- og yrkisfelogun-
um.
Men tað mest óhugna-
liga við ellum hesum er at
javnaðarflokkurin í lands-
stýrinum er við at innføra
tann formyndarskap av
fakfeløgum, sum er eyð-
kenni fyri bæði kommun-
istiska og fasistiska stýr-
isskipan. Her skuldu fak-
feløgini i størst møguligan
mun styrast av teimum
ráðandi myndugleikun-
um. At hetta eisini er poli-
tikkurin hjá fólkaflokkin-
um undrar neyvan nakr-
an. Men nú síggja vit at
eisini javnadarflokkurin
er við til at samtykkja, at
landsstýrið skal hava
fíggjarliga eftirlitið við
ein stovn, fiskivinnuráðið,
sum er myndað av fak- og
yrkisfeløgum, og sum
einki hevur vid landsstyr-
id at gera.
Hetta »fasistoida« eyð-
kenni kom eisini fram, nú
landsstýrið valdi fiski-
vinnuráð.
Eg segði heilt greitt týs-
dagin við landsstýris-
mann hjá javnaðarflokkin-
um, at fiskimannafelagið
innstillaði ongan til fiski-
vinnuráðið fyrr enn Fiski-
vinnu Starvsnevndin
hevði fingið játtandi svar
frá landsstýrinum viðv.
reglugerðini og játtanini.
Letu seinni fekk lands-
stýrið somu boð via tele-
fax.
Dagin eftir hoyri eg í út-
varpinum, at landsstýrið
„vegna fiskimannafelag-
ið< hevði valt umboð í ráð-
ið!!! Hetta er í stríð við
alla rættarkenslu, og tað
tykist satt at siga sum um
ætlanin hjá javnaðar-
flokkinum í landsstýrin-
um er at beina fyri Feroy-
um sum eitt rættarsamfe-
lag.
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag verður biðið um
at taka hesi viðurskifti
við, tá kæran um lands-
stýrismenn floksins verð-
ur viðgjerd.
Seinasta orðið er ikki
sagt enn hóast lands-
stýrismanningin ikki hirð-
ir at svara aftur. Tað ligg-
ur tilfar til fleiri greinir
niðurfyri um ta viðferð,
sum javnaðarflokkurin
hevur givið fakfeløgunum
og koma tær í komandi
blød.
Oli Jacobsen
Summarfrí
Skrivstova felagsins verður stongd frá
mánadegi 15. juli til fríggjadagin 9. au-
gust 1991 vegna summarfrí.
Føroya Lærarafelag