týsdagur 16. juli 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 132 — 16. juli 1991
Grindabardagin fríggjadagin:
"Siglid skopunar-
i Síða 3
bátin niður!"
Bardagin um grindina, funnin varð eystur úr Borðuni fríggja-
dagin var so álvarsamur, at málið nú er hjá politinum
Tað var Tróndur sum fann
grindina, ið fríggjadagin
førdi til ein rættiligan
bardaga millum sandingar,
havnarmenn og vágamenn.
Allir vildu reka hana til sítt
pláss. Men hon bleiv als
ikki hildin til. Av berum
klandrið fekst ongantíð
veruligur rakstur á hana,
og endin var at hon slapp.
Sigldu í grindina
Eftir at Tróndur hevði
funnið grindina, vórðu boð
send til Salla Lognberg,
Keypið
dygdarbøkur
Amanda! (160 s.) 110,00
Dagur í viku 69,00
Albin djóraverður 69,00
Silpus er åstarsjukur 79,00
Børnini i Vættrabyrgi 69,00
Hatt-húsið 70,00
Flekk-bøkur 48,00 og 75,00
100 tey fyrstu orðini 48,00
Mín fyrsta djórabók 52,00
Drylurin hjå Viggo 59,00
Svenskar stuttsegur 2 78,00
Stóra orðabókin 86,00
NÝLENDI
grindatormann í Skopun.
Hann avráddi við teir
bátar, ið fyrstir komu til, at
farast skuldi til Húsavíkar
við grindini.
- Hetta var tað einasta
rætta, sum sjóvarfallið var,
sigur hann við Sosialin.
Og hetta var spakasta
grind av verðini, so tað
hevði verið ein lættur
rakstur.
Um orsgkina til at hon
ongantíð fekst til Húsa-
víkar kortini, sigur hann:
- Meðan vit liggja hjá
grindini, kemur ein
grindaformaður úr Havn,
Jákup Andrias Mohr, við
einum speedbáti. Hann ger
hvgrki meir ella minni enn
at sigla mitt uppí grindina.
Ég bleiv sera illa við, og
spurdi hvat hann gjørdi. Tá
bleiv hann ófólkaligur,
svaraði mær ófantaliga
aftur, og sigldi síðani
gjøgnum grindina einaferð
afturat.
Salli sigur seg aldrin
hava verið úti fyri nøkrum
líknandi.
- Og serliga skelkandi er
tað, tá tað er ein grinda-
formaður, ið ber seg
soleiðis at, sigur hann.
Stríddust í fleiri tímar
Tað var skjótt at fleiri
bátar løgdust til. Teir
flestu vóru úr Havn, og teir
flestu royndu sum for-
maður teirra at fáa grind-
ina til Havnar.
- Hetta var vitleyst, sigur
Salli. Tað var harðasta
mising, og kundi ikki bera
til at fáa hana beint móti
sjóvarfallinum til Havnar.
- Og eftir at havnarmenn
i einar tveir timar høvdu
ligid og siglt i grindini,
komu vestanmenn. Teir
kravdu i sinum lagi at fåa
hana til Vågarnar. Og tað
var sjálvandi líka Ogjørligt,
heldur Salli.
Til endans var klandrið
so álvarsamt, at ein maður
hótti við at sigla formans-
bátin úr Skopun niður.
- Harumframt royndu
havnarmenn at keypa meg
við at lova mær nógva
grind, um eg vildi ganga
við til at grindin varð rikin
til Havnar, greiðir Salli frá.
Fær avleiðingar
- Hatta var eitt reint kriggj,
hvørki meir ella minni. Eg
havi aldrin sæð nakað so
ljótt, sigur hann.
Men hann ætlar sær ikki
at finna seg í ti.
- Tað kann ikki vera
rætt, at grindamenn - enntá
grindaformenn - sleppa at
bera seg soleiðis at, uttan
at tað fær avleiðingar. Tí
havi eg latið sýslumann-
inum málið. Tað er nú hjá
politinum.
Sambært Salla er ongin
ivi um, at lógin varð
brotin.
- Tað stendur greitt í
grindalógini, at tað er tann
ið finnur grindina, og
formaðurin ið fyrstur
kemur til hana, sum hava
avgerðarrættin. Henda lóg
varð brotin. Tað kann ikki
ganga uttan nakað.
- Og hendir onki meira
við hesum, umhugsi eg at
leggja frá mær sum
grindaformaður. - Undir
øllum umstødum farið eg
ikki aftur í grind nærhen-
dis streymaoyarlandinum,
sigur Salli Lognberg at
enda.
S-S-
Jákup Andrias Mohr
heldur ikki, at tað bert
var klandrið millum
bátarnar, sum var
orsøkin til, at grindin
slapp fríggjadagin.
- Orsøkin var, at har
vóru fleiri grindir ið
komu saman, sigur
hann.
- Vit fingu einaferð
rakstur á hana móti
Havnini, men so kom
minst ein stór grind
uppí afturat, og tá bleiv
Ogjørligt at reka.
Jákup Andrias greiðir
frá, at nógvur mjørki
var, og at grindirnar,
sum løgdust til seinni,
ikki sóust fyrr enn tær
komu saman við teirri,
ið ríkin bleiv.
Kundi rekast
til Havnar
Tosið um at sjóvarfallið
ikki var egnað til at
reka til Havnar, heldur
Jákup Andrias lítið um.
- Hatta er nakað fjas,
sigur hann. Grindin lá
við Kirkjubønes, og vit
hava fleiri ferðir rikið
til Havnar í verri sjóvar-
falli enn tí, sum var.
Orsgkin til at tað ikki
gekk, var, at hon bleiv
so óvanliga stór - einar
5-600 hval í minsta
lagi.
- Harafturat var hon
ring at reka. Tí hóast
hon var óvanliga spøk,
so toldi hon ikki bát.
Høvdu vit farið til Húsavíkar
við grindini, hóvdu havnar-
menn ikki fingið upp í pottin
Tað var sum hon sakk,
hvørjaferd båtur
nærkadist henni.
Grindalógin
elvir til stríð
Jákup Andrias tosaði
ikki við grindaformenn
frá ødrum plåssum
friggjadagin.
- Men tab er
møguligt, at vit åttu at
tosað saman, sigur
hann.
Men hann hevði valla
viljað farið aðrastaðni
enn til Havnar við
grindini kortini.
- Tú skalt minnast til,
at høvdu vit farið til Ld.
Húsavíkar, høvdu
havnarmenn onki fingið
burturav. Grindalógin
er jú orðað soleiðis, at
tað bert eru
umdømisbåtar og
manningar, ið hava rætt
til part - uttan so, at teir
eru serliga bidnir um at
reka av sýslu-
manninum. Ti høvdu
havnarbåtarnir - sum
vóru nógv teir flestu -
onki fingið, fóru vit
suður hagar við
grindini.
- Tað er ti sjálv
grindalógin ið leggur
upp ul tílíkt klandur, vit
upplivdu fríggjadagin,
sigur Jákup Andrias at
enda.
S-S-
»Flekk fær eina
systur« og
»Hvar er
Flekk ?«
48.-.
„Stóra orðabókin
hjá Flekki« 86.-.