Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Nr. 134 — 18. juli 1991 Ullin kovrd burtur - Vit hava so nógva ull niðurfyri, at vit kunnu ikki taka ímóti óvaskaðari ull, sigur Karl Johan Olsen á Snælduni á Strondum Tað er roytingartíð, og við hvørja rætt harmast fjall- fólkið um alla ullina, ið eingin skoytir um. Ullin verður tveitt upp í rógvu og endar óivað á bálinum fyrr ella seinni, tað mesta. Spinnvirkið Snældan er einasta spinnvirki, ið ar- beiðir løtuni. Tey taka ikki ímóti óvaskaðari ull i ár, og neyvan heldur næsta ár. - Vit keyptu ull í 1989 og nakað inn í 1990, 60-70 tons. Vit hava framvegis so nógv niðurfyri av tí ullini, sigur Karl Johan Olsen á Snælduni. Hann er líka harmur sum øll hini um, at eingin vil hava ullina. Tað tekur sína tíð hjá Snælduni at arbeiða alla ullina á goymslu. I fjør brúktu tey 16 tons, og i ár kemurnøgdin væntandi upp å 20 tons. Hetta svarar til tridingin av samladu nøgd- ini av føroyska seydinum um árið - Tad gongur eitt sindur frameftir vid eftirspurning- inum eftir føroyskum tógvi, men tað gongur seint, held- ur Karl Jóhan. Snældan roynir annars at økja um áhugan fyri føroyskum tógvi, m.a. við at geva út bindiuppskriftir við før- oyskum tógvi. Tað er bindiheftið "vit BINDA", ið kemur út í dag. Snældan tekur tó móti vaskaðari ull. Men tað er fyri fólk, sum keypa tógvið aftur og gjalda fyri spinn- ingina. Hetta snýr seg um smáar nøgdir. It er at gera við, heldur Karl Jóhan Olsen. Torført er at líta á annað enn heima- makrnadin fyri føroyskt tógv. Tey hava kannað møguleikan fyri at selja ull av landinum, men prísurin er so lágur, at pengarnir ikki røkka fyri fraktina. Snældan letur ikki illa at ullini, tey hava fingið inn frá fólki. Tað mesta hevur kunnað brúkst til okkurt. Ullin kann væl vera nøkur ár gomul uttan at spillast, bara hon er goymd, har turt er. Uttan at nakað er hent hava fleiri fólk gjøgnum árini gjørt vart við, at føroyingar mugu fáa nakað burturúr ullini. Tað hevur verið tosað um at fáa eina ullamidstød sum í Noregi, og har kundi ullin eisini verið vaskað. Eisini hevur verið tosað um at gera nakað fyri at fáa føroyskt spinni- tógv og litvirki. Somuleiðis hevur ofta verið mælt til at fáa eina studningsskipan, sum eggjaði bóndunum til at fara væl við ulini og selja hana. Enn er einki hent. Og aftur í ár fer tann mesta ullin burtur. randi Snældan á Strondum hevur so nógva ull á goymslu, at tey ikki í bræði kunnu taka ímóti ull aftur Føroyskar I dag kemur út fyrsta hefti av fleiri við føroyskum bindiuppskriftum. Tað eru bæði gamlar og nýggjar uppskriftir. Van- ligu myrkamórreyðu troyggjuna við knappum á økslini er uppskrift til, men har eru eisini toyggjur í nýggjari sniði, td. einlittar uppskriftir við bundum mynstri. Utgevari er Snældan á Strondum. Heftið, ið hevur litmyndir og uppskriftir á bæði føroyskum og donsk- kostar um máli, 59,95 krónur Meira um "Vit BINDA" í Sosialinum í morgin. — er altíð á staðnum Skúlarnir avgreiddir Alt tað formliga í sambandi við at byrj sjóvinnuskúla í Klaksvík í august mánað er nú greitt Týsdagin stóð stríðið í Landsskúlaráðnum, tá má- lið um fyribils sjóvinnu- skúla var fyri. Men endin var, at meirlutin í ráðnum samtykti, at skúlaflokkur skal byrja í august mánaði sum ætlað í Klaksvík. Ein grundgevingin ímóti skúlanum var Øttin fyri, at fyribilsloysnin verður ævig. Tað er áður samtykt, at sjó- vinnuskúli skal setast á stovn í Suðuroynni. Eisini var politisk andstøda móti at byrja skúlan, skilst á lag- num. Landsstýrið samtykti í seinastu viku at seta skúlan á stovn sum fyribilsloysn. Men málið var farið uttan- um Landsskúlaráðið, ið so kom at viðgera tað aftaná. Landsskúlafyristingin hevur longu lýst, at sjó- vinnuskúli byrjar í Klaksvík í august mánaði. Tann lýs- ingin varð ikki tíkin aftur, sjálvt um alt tað formliga ikki var í lagi. Samtyktin um at skúlin skal verða í Suðuroynni stendur við, men pengar eru fløtuni ikki til at byggja fyri, og ú verður byrjað á Klaks- víkar Sjómansskúla, sum hevur høli og umstødur til sjóvinnuskúla. Fremsta grundgevingin fyri at byrja sjóvinnuskúla nú er, at á sjóvinnuskúla læra næmingarnir um trygd, og tann kunnleikin krevst fyri at kunna mynstra við skipum, íroknað føroysku ferðamannaskipini. Kemur ikki slík útbúgving, verða skipini løgd, ella mugu út- lendskir sjómenn við út- búgvingini fáast til mans- skap. Utbúgvingin er hálvt ár. Annars hava sjómans- skúlarnir í Havn og í Klaks- vík skipað fyri fyri styttri trygdarskeiðum, men tey skeiðini hava órógvað und- irvísingina á sjómansskúl- unum, ið hava aðrar útbúgv- ingar. Ætlanin er at halda fram við stuttum trygdarskeið- um, men tey verða nú undir sjóvinnuskúlanum, har tey eiga at verða. Køn fólk eru á sjómans- skúlanum í Klaksvík at und- irvísa á sjóvinnuskúlanum, og ætlanin er annars at samstarva við tekniska skúlan íKlaksvík. Týsdagin samtykti Løg- tingsins figgjamevnd fyri aðru terð, at fiskivinnu- og havbúnaðarskúli og ein FHS-handilsskúlaflokkur skulu byrja í Suðuroynni í heyst. Fíggjarnevndin tok á fundi í seinastu viku undir við samtykt landsstýrisins um hesar útbúgvingar í Suðuroynni. Tá var Lands- skúlafyristingin ov bráð og lýsti við útbúgvingunum í útvarinum. Lysingin varð tíkin aftur, tí málið vantaði viðgerð í figgjarnevndini og í Landsskúlaráðnum. Taðer alt avgreitt nú. Landsskúla- ráðið samtykti einmælt týsdagin nýggju útbúgving- artilboðini í Suðuroynni. randi