hósdagur 18. juli 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 18. juli 1991
Rúsdrekkamálið
á tingborð í sept.
- talan er um so umfevnandi og álvar sligt mål, at
tað ikki ber til at skunda undir rættarneyndina,
sum hevur fingið til uppgávu at gera álit til
nýggja rúsdrekkalóg, sigur Jóannes Dalsgaard,
formaður í rættarnevnidni
Tað hevur ikki verið nógv
at frætta úr víðkaðu rættar-
nevndini, sum arbeiðir við
nýggju rúsdrekka lógar-
uppskotinum.
Upprunaliga var ætlanin
at nevndin skuldi verða
liðug við arbeiðið at leggja
fram á ólavsgku, men
Jóannes Dalsgaard, for-
maður í rættarneyndini sig-
ur, at arbeiðið hevur verið
meira rúgvusmikið enn
væntað, og at nevndin ikki
verður liðug til ásetta tíð.
Fólk eru vorðin ótolin, tí
einki hevur verið at hoyrt
um arbeiðið í rættar-
nevndini?
- Tað er ikki vanligt at
upplysa um, hvat fyriferst i
eini nevnd, medan hon
arbeiðir. Hetta er eisini eitt
ómetaliga stórt mál - og
hartil viðbrekið. Skulu vit
gera okkum vónir um at
rgkka eini breiðari semju
um eitt skilagott uppskot,
er tað neyðugt at vit hava
stundir at viðgerða upp-
skotið. Tað er orsøkin til,
at vit ikki leggja tað fram á
Olavsøkutingsetuni.
Tað hevur eisini verið
frammi, at rættarneyndin
ikki hevur havt so nógvar
fundir, sum neyðugt fyri at
loysa málið?
- Nevndin hevur hildið
nógvar fundir, síðani
tingið fór heim. Á hesum
fundum er sjálvt uppskotið
vidgjørt umframt, at
nevndin hevur tosa vid ein
hép av umbodum fyri
stovnar og einstaklingar.
Umtfevnandi
neyndarviðgerð
Nú restar nevndini bert
nakrar heilt fáar stovnar at
fundast við, men hesir
verða ikki fyrr enn eftir
ólavsgku. Tað er ikki veg-
na vantandi fundir at málið
ikki er liðugt vidgjørt í
rættarnevndini, men heldur
tí vit meta málið ógvuliga
álvarsamt, og tí vilja geva
okkum stundir at gera ar-
beiðið liðugt.
Jóannes Dalsgaard: - Tað
eru so ómetaliga nógvir
spurningar sum stinga seg
upp undir nevndarvid-
gerðini, ið limirnir vilja
hava kannaðar. Hetta hava
nevndarlimirnir sjálvsagt
rætt til til, eins og for-
maðurin hevur skyldu at
tryggja limunum allar teir
upplýsingar, sum teir ibiða
um.
Málið lýst frá
gllum síðum
- Arbeiðið hevur gingið
stak væl higartil, og vit
hava lært nógv av at tosa
við umboð fyri stovnar og
einstaklingar, sum í teirra
dagliga yrki koma í sam-
band við rúsdrekkaspurn-
ingin í breiðari merking.
- Tey, sum fýlast á at ar-
beiðið gongur ov seint,
mugu royna at skilja, at
sjálvt grundsjónarmiðið
við gllum parlamentarisk-
um nevndararbeidi er, at
målid verdur gjølla vid-
gjørt og lyst frå øllum sid-
um.
- Hetta er avgjørt neyd-
ugt, um limirnir skulu
kenna seg tryggar vid tær
avgerdir, teir taka. Hetta er
eisini serliga galdandi i
målum, har négv ymisk
åhugamål eru tengd at.
- Dømi kann júst vera
rúsdrekkamálið - tað snýr
seg um kenslur, moral,
átrúnað, inntgkur til lands-
kassan, um evni: - sum
er orsøk til menniskjans-
ligar sorgleikir og van-
lukkur. Samstundis er
hetta evnið hjá mongum
ein fortreytin fyri - eitt nú
góðum vertskapi og hug-
naligari samveru.
- Tað snýr seg eisini um
sosialpolitik, viðgerðar-
hættir, upplýsing, skúla-
politikk, arbeiðspláss og
ídnað, játtanir mótvegis
skerjingum og mangt,
mangt annað.
- Tað er væl eingin sum
hugsar sær, at vit kunnu
nema við rúsdrekkaspurn-
ingin, uttan at allir teir
mongu spurningar, sum
eru tengdir at hesum, ella
sum partar av fólkinum
tengja upp í henda spur-
ning, verða endavendir.
Tað í sjálvum sær er bert
ein dygd, at roynt verður at
gera munagott arbeiði í
hesum føri.
Mentunarbroyting
- Spurningurin er eisini,
um tað ikki snýr seg um at
broyta eina heilt serstaka
mentan - um drykkjuvanar
og drykkjumynstur, ið er
heilt sermerkt fyri føroy-
ngar. Tað snýr seg í
hvussu so er um um viður-
skifti, sum eru sera torfør
at broyta, men sum tað er
umráðandi at fáa broytt
nú!
Er stundin so ikki komin,
at fremja hesar broytingar
beinanvegin?
- Øll eru samd um, at
stødan í dag er ótolandi, og
øll vita eisini, at koma vit
fram til eina loysn í rús-
drekkaspurninginum, eftir
hvgrjari skipan gl, vín og
rúsdrekka skulu umsitast,
so verður hetta ein skipan,
sum verður galdandi í
mong Harrans ár fram í
tíðina.
- Eitt tílíkt mál verður
ikki skundað gjøgnum
nevnd og løgting. Jú betur
málið verður vidgjørt, jú
betur møguleikar hava vit
fyri at fáa semju um eina
skipan, sum er betur enn
tann, vit hava í dag, og
sum kann fáa breiða
undirtøku í samfelagnum.
Á drúgvum fundi måna-
dagin 15. juli samtykti
víðkaða rættarnevndin eina
arbeiðsætlan fyri tað, sum
eftir er av nevndararbeid-
inum.
Eftir hesari ætlan verður
ikki fundur aftur fyrr enn
seinast í august. Til henda
fundin skal formaðurin
hava eitt uppskot til álit
liðugt. Hetta álit skal fevna
um eitt eitt samlað yvirlit
yvir rúsdrekkamálið, og
ein samdrátt av tí sera
rúgvusmikla tilfari, sum
nevndin hevur savnað
saman undir nevndarvid-
gerðini. Hetta tilfar fevnir
um hagtgl, frágreiðingar
frá stovnum og serkønum
fólki, viðurskifti í øðrum
londum o.a.
Til henda fund skal Jóa
nnes Dalsgaard, formaður
í rættarnevndini eisini
leggja eitt uppskot fram,
um broyting av lógartekst,i
sum hann metir er mégu-
leiki fyri at fáa semju um í
nevndini.
Hetta tilfar verður orðað
út frá tí viðgerð, sum
higartil er farin fram í
nevndini, eins og roynt
verður at taka hædd fyri
sjónarmiðunum hjá
nevndarlimunum.
Jéannes Dalsgaard sigur,
at eisini er ætlanin at skipa
fyri eini fundarrød i rættar-
nevndini fyrst í september
mánaða, har orðaskifti
verður um upplegg for-
mansins.
- Ætlanin er at hetta
orðaskifti og viðgerðin
skal enda við einum áliti,
sum nevdarlimirnir orða í
felag, ella sum formaðurin
orðar í samráð við nevnd-
ina, um hon er samd.
Stór ábyrgdin
- Fæst ikki semja, tá
komið er til hetta stødid í
nevndarviðgerðini, so ver-
ða álitið og endaliga lógar-
uppskotið orðað av einum
meiriluta, meðan minnilut-
in ella minnilutarnir orða
síni egnu tilmæli, sigur
Jóannes Dalsgaard.
- Skipanin skal helst vera
soleiðis háttð, at hon forð-
ar fyri tí lógloysi og ruðu-
leika, sum valdar í øllum,
sum hevur við gomlu rús-
drekkalógina at gera.
- Tað er ti ein sera stór á-
byrgd, sum í fyrstu atløgu
liggur á limunum í víð-
kaðu rættarnevndini og í
aðru atløgu á løgtinginum.
Nevndarlimirnir eru væl
vitandi um hesa åbyrgd, og
hava higartil tikid málið i
stórsta ålvara,. Tað fara
teir ivaleyst eisini at gera
frameftir. Tí er tað so um-
ráðandi at fáa góðar um-
stødur og stundir, sum
krevst, til at gera arbeiðið
til lítar, sigur Jóannes
Dalsgaard.
Formaðurin í rættar-
nevndini kann í løtuni ikki
siga nakað ítgkiligt um,
hvgrt tað verður breið
semja um tað uppskotið, ið
kemur aftur úr nevndini.
Jóannes Dalsgaard: - Fyri
tað fyrsta er tað ikki
vanligt at siga nakað um
henda spurning, fyrr enn
nevndararbeidid líður móti
endanum. Fyri tað annað,
so fæst hetta heldur ikki at
vita fyrr enn við koma til
orðingina av sjálvum álit-
inum, og teimum til-
mælum, sum fylgja við á-
litinum.
- Soleiðis er nú einaferð
okkara parlamentariska
sidvenja.
- Eg haldi meg t6 kunna
siga so mikið, at tað uttan
iva verður breiða semja
um tær grundleggjandi
viðmerkingarnar frá
nevndini.
- Hetta verdur tann part-
urin av ålitinum, har stød-
an viðvíkjandi rúsdrekka-
spurninginum í Føroyum -
sum heild verdur lyst, men
eg kann sjålvsagt ikki siga,
um limirnir í nevndini eru
samdir um tær nidurstødur,
sum ein skal gera burtur úr
hesi lýsing av rúsdrekka-
spurninginum, sigur Jó-
annes Dalsgaard at enda.
Dagny