hósdagur 18. juli 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
tiðindah
101NQaDIa0K
- -
8 sosialurin
Nr. 134 — 18. juli 1991
f
N
( Lesarabrøv
Menniskjan í teimum
síðstu tíðunum
Bíblian sigur, at tær sein-
istu tíðirnar verða torfer-
ar, tí menniskjuni skulu
verða sjálvskær, peninga-
gramm, reypsom, hástór,
spottsom, óhoyrilig móti
foreldrunum, ótakksom,
vanheilag, kærleiksleys,
óálítandi, baktalandi,
óhóvsom, ólátað, ikki elsk-
andi tað, sum gott er,
svikafull, framlopin,
dramblát, sum heldur
elska lystir sínar, enn at
elska Jesus.
Hetta, ið eg havi nevnt,
er gingið í uppfyllilsi av
Bíbliuni. Bíblian sigur
eisini, at tann, ið gongur
um við slatri, setir eld á
tilverunar hjól úr helviti.
Tungan er sum eitt tví-
eggjað sverð. Menniskju
vita eisini tað, at man skal
hava Jesus sum sín harra
og frelsara, men tað gera
tey ikki. Tað hevur verið
sagt, at føroyingar eru eitt
kristið fólk, men so er ikki
í dag. Sum sagt, tað hava
verið ringar tíðir her í Fer-
oyum, men nú hava vit
livað í einum vælferðar-
samfelag við nógvum
pengum. Tað hevur gjert
tað, at fólk hava gloymt
Jesus, sum eigur æruna
av ellum hesum, og eisini
hava gloymt kærleikan
ímóti sínum medmenn-
iskjum. Og eisini er tað
blivið soleiðis, at fólk hata
hvønn annan og ringast
systkin og grannar. Tad er
ein stør synd.
Her i Føroyum er tad
blivið verri enn í Dan-
mark. Kirkjur og sam-
komuhús standa tóm, so
má man spyrja, hvar eru
lærararnir, ið eru barna-
uppalarar. Teir síggjast
ov sjáldan innan kirkju-
gátt.
Tað er syndarligt, sum
gudloysið valdar í Føroy-
um. Dreingir og gentur
liva saman og koma við
bernum, ógift. Man kann
siga, at tey liva í stersta
hordómi. So kann man eis-
ini nevna prestarnar og
samkomuleiðararnar. At
teir skulu vera sálarhirðar
fyri fólki, men tað vísa teir
ikki at vera.
Tað hevur eisini verið
nevnt um rúsdrekka her í
Feroyum. Setið forboð
ímóti brennivíni og geli.
Tað mundi verið tað
besta, ið landsstýrið
gjørdi.
Nógv hjúnabond eru
upployst av hesum
djevulsskapi, ið floymir
inn yvir okkum.
Ein trúgvandi
Ull er Føroya gull
Soleiðis bleiv tikið til fyrr
um ullina. Eg taki fult
undir við Ingeborg Winth-
er. Landið er koyrt á húsa-
gang, og stórt arbeiðs-
loysi valdar. Landsins
myndugleikar hava alla
skyldina í hesum óskili, ið
valdar her á landi.
Nú er tíðin komin at tað
verður rikið til at royta
seyðin. Tað er ein sorgur-
standur her í Feroyum at
vita sær til, at ullin, ið ein
fær av seydinum, verður
brend ella koyrd burtur.
Høvdu okkara gomlu for-
fedrar vitað aftur í hesa
verð, um tann ólevnað, ið
her valdar í Føroyum.
Feroyingar hava einar
75.000 seyðir, ið geva eini
100 tons av uil, ið kundi
blivið tilvirkað her í Fer-
oyum. Men landsins
myndugleikar latast ikki
um vón. Tað almenna
stuðlar ítróttini í langar
banar, men at stuðla ein-
ari ráveru sum ull, tað
Listaframsýning
17.-27. juli er framsyning í Vevstovuni í
Jansstovugøtu 10.
Listamålarin Arnbjørg
Hansen ur Fuglafirdi syn-
ir fram abstrakt listaverk.
Hon byr i Reykjavik, og
hevur i nøkur år fingist
við at mála. Hon
malar
bæði við olju, acryl og
vatnlitum
Arnbjørg var við á lista
framsýningini í Fuglafirði
á Varmakeldu
Vevstovan hjá Eydnu
Berg og Guðrun Hansen
læt upp fyri lítlum ári síð-
ani. Í letuni hava tær úr at
gera við at fáa vovnar lut-
ir lidnar til ólavseku. Um-
framt at veva, selja tær
tógv og eru tær tær ein-
astu í Feroyum, ið lita fer
oyskt togv.
Listaframsyningin
hjå Arnbjørg
Hansen, listakvinnu
úr Fuglafirði „er í
Vevstovuni í Jans-
stovugøtu 10, í
døgunum 17. - 27
juli, í vanligari
handilstíð
leggja teir einki í. Tað var
betur, at teir lótu pengar
til tøtingarvirki, bæði til
vask og virking.
Tað almenna vil heldur
innflyta útlendskt tógv og
ullint klæði til at fáa toll í
landskassan, sum er botn-
leysur. Legmaður og
hansara samstarvsfólk,
gerið okkurt fyri fólkið,
sum er arbeiðsleyst av
politiskum ódugnaskapi.
Landið er stýrt á húsa-
gang. Her er ikki longur
livandi
toll.
Vit skuldu lært bernini
meira at arbeiða. Fingið
ymisk arbeiði sum fak í
skúlunum, eitt nú at fáa
okkurt gott burtur úr ull-
ini.
vegna skatt og
Bygdamaður
Syrgiligt
Vit, sum búgva niðarlaga
vestanfyri
vóna sanniliga, at óhapp
sum hatta við kestinum
ikki hendir aftur.
Áin hevur í summar ver-
ið eitt satt paradís hjá
børnunum. Tey smæstu
hava roynt at fanga okk-
urt hendinga síl, men tey
flestu bernini hava saman
við okkum eldru bara
glett seg yvir, at so nógv
vóru í ánni.
Tey eru nú burtur og
koma ikki aftur fyribils.
Kanska okkurt næsta ár,
skulu vit trúgva kommun-
uni, sum ger sítt besta fyri
at bagatellisera óhappið.
Vit, sum nýliga hava
Ternurygg,
bygt, skilja ikki rættuliga.
hvussu hetta skal bera til,
tí krevini til vanligu hús-
arhaldini hava ikki verið
smá, slíkum viðvíkjandi.
Skulu annars takka
teimum, sum so skjótt
fingu steðgað ringasta
lekanum og soleiðis
kanska eisini avmarkað
vanlukkuna nakað. Sam-
stundis vænta vit, at
myndugleikarnir fara at
koma við eini frágreiðing í
málinum — eisini um tað,
ið álagt verður at gera fyri
at tað ikki skal henda aft-
ur.
Mamma og bern!
Suggan hin sama
Hegni útskiftur við Ólav
Høgnesen og Hilmar Jan,
men suggan er hin sama.
i sinum fåfongda vis-
dómi sigur Hilmar Jan, at
kanningar og aftur kann-
ingar leggja mjerkatám
yvir eitt ávíst mál
(russaramálið).
Vanliga hevur verið
hildið, at kanningar verða
gjørdar fyri at fáa tað
fram í ljósið, sum er fjalt
handan mjerkatám.
Í Sosialinum 16. juli tek-
ur H.J.H. lógvatak saman
við nýggju familju sínari
og Ásu Magnussen, lær-
ara og skúlanevndarlimi á
Argjum.
Nú Sosialurin leggur
tjúkkan mjerka yvir eitt
mál, sum als ikki er sjálvt
POPE DW 2 0 UR 00 7
málið, verður farið til
ladnsstýrismannin í
kommunumálum, um
brotið á tagnarskylduna í
Argja skúlanevnd ikki er
so grovt, at tað má fáa
fylgjur.
Tá Sosialurin ferð aftan
á ferð leggur mær orð í
munnin, sum eg als ikki
havi sagt, og snildisliga
ikki tekur tað við, sum
lýsir samanhangin í mál-
inum, skal undirritaði í
hesi vikuni koma við eini
nógv gjøllari frågreiding,
so folk å Argjum fær eina
sanna hóming av, hvat
Asa Magnussen vil við
sínum skúlanevndarsessi.
Ólavur Petersen