Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 135 19. juli 1991 Scansat/TV 3 Fríggjadagur kl. 19.00: Magnum P.I. Louise DeBolt Jackson er ógvuliga rík. Hon setir smáar leikir upp saman við systir síni, og síðani bjóða tær fólki at hyggja. Magnum verður boðin eisini, og tá er segan frá rithevundinum Dashiell Hammet. Men leikurin verður álvara, tá ið veruligir drápsmenn koma Fríggjadagin kl . 21.00: Humphrey Bogart hevur høvudsleiklutin Amerikanskur filmur frå 1937 bygdur å segu eftir Sidney Kingsley. Ein ógloym- andi mynd av livinum i New York, har fåtøk og brotsmenn liva bert stutt frå teimum ógvuliga ríku Fríggjadagin kl. 22.40: Løgregluliv Tveir menn royna at fremja vápnað rán, men tá ið tað miseydnast og teir renna á við bilinum, teir rýma í, stjala teir ein annan bil, sum kemur framvið og taka kvinnuliga føraran sum gísla. Hetta elvir til nógv arbeiði á legreglusteðini Sun Hill Leygardagin kl. 19.15: Heima hjá abba Kris verðu væl við Bonnie, eina ríka gentu, sum hevur alt — eisini alkohol- trupulleikar. Tað eydnast Gus at hjálpa henni eitt sindur. David og Molly upp- daga eitt loyndarmál, sum pápin hevur havt, og tey gera sera forvitin Leygardagin kl. 21.00: Wuthering Heights -. Laurence Olivier og Merle Oberon Klassiskur enskur filmur frá 1939 við Sir Laurence Olivier, Merle Oberon og David Niven i høvudsleiklutunum. Filmurin, sum er bygdur å heimskendu skaldsøg- una hjå Emily Brontes, sigur kærleiks- søguna um Heathcliff og gentuna Cathy Earnshaw. Ungur kom Heathcliff til pápa Cathy at búgva og vaks upp, sum hoyrdi hann til familjuna. Hann og Cathy gjørdust góð beinanvegin, og tey hildu, at eingin kundi forða teimum at koma saman. . Sunnudagin kl. 18.30: Doktor Gla Georg Rydberg Svenskur filmur frá 1942, bygdur á skaldsegu hjá Hjalmar Sederberg. Doktor Glas er lækni í Stockholm og tað gongst honum væl. Hann er ógiftur, men hann er forelskaður í frú Helgu Gre- gorius, sum er gift við prestinum Gre- gorius. Ein dagin kemur frú Gregorius í mótteku hansara og biður um hjálp. Hon er tungsins og sigur at hjúnalag hennara er ikki eydnuríkt. Hon hevur ongantíð elskað mann sín, sum er nógv eldri enn hon Sunnudagin kl. 21.00: The Blue Lagoon 8 Þú Brooke Shields Am. filmur frá 1980. Tvey bern, ein drongur og ein genta og ein bátsmaður bjarga sær á eina lítla oyggj, eftir at bát- ur teirra er sokkin. Har hava tey tað hampuligt, til maðurin doyr. Sjálv læra bernini seg at klára seg sum frægast av tí, sum í náttúruni er. Tey vaksa til púra ókunnug um lívsins veruleikar, og gerast ov góð. So verður gentan við barn Mánadagin kl. 21.00: How to succeed in Business without really trying Michele Lee og Robert Morse Am. filmur frá 1967. J. Pierpont Finch ætlar sær at koma sær fram, har hann ar- beiðir og fer til verka. Hann fær sær eina bók við hugskotum um, hvussu hann skal gera. Rosemary, skrivarin, hjálpir honum eisini og er forelskað í honum Týsdagin kl. 20.05: Kvinnuklinikkin Ring boð Tveir sjúklingar á klinikkini geva Joanne og Eve trupulleikar — tann 47 ára gamla Samantha Flemming og 33 ára gamla Louise Patterson. Samantha, sum skjótt skal eiga, er júst farin frá manni sínum og Joanne er ørkymlad um hana. Louise, sum er góð vinkona hjá Eve, heldur seg vera vid barn, men hon er komin i yvir- gangsaldurin og fer helst ongantíð at fáa nakað barn. Einasti meguleikin er at hon fær eina stóra skurðviðgerð, men úrslitið er Óvist. Fríggjadagur 19. juli 19.15 Heidi 25:26 19.55 SvF-Lýsingar 20.00 Summar SvF 20.30 Tómt reiður 20.55 Hegguslokkurin 22.00 Skjót fyri at drepa 1:2 23.40 Liðugt Leygardagur 20. juli 19.00 Okkara leta 20.00 Guinnes heimsmet 20.20 Bardagi fyri lívið 21.05 Twin Peaks (ft) 22.40 Skjót fyri at drepa 2:2 0.30 Liðugt Sunnudagur 21. juli 19.30 Ein heilt onnur verð 19.55 Skapa tær 20.35 Jackaroo 3:4 21.20 Búgva fólk á Antarktis 22.15 Vinarliga 23.00 Paul Auster, rithevundur 23.30 Liðugt Týsdagin kl. 21.00: Draw! AM. western frå 1984. Harry Holland er lógleysur maður, sum einaferð reið saman við Jesse James. Hann livir nú eitt friðarligt lív, men tá ið bardagi verð- ur í sambandi við kortspæl í Bell City, endar hann aftur skeivu megin lógina. . Mikudagin kl. 21.00: Fifty Fifty Norskur filmur frá 1982. Filmurin snýr seg um nekur ungfólk, sum júst eru liðug at ganga í skúla og halda seg vera vaks- in. Tey hava bæði fingið arbeiði og frælsi, nakað, sum tey øll hava longst eftir sein- astu árini. Men veruleikin verður ødrvisi, enn tey høvdu vónað Mikudagin kl. 22.35: Going for Broke Tey hjálptu til at skapa góðar livium- steður í 80-unum og hildu, at tær góðu tíðirnar ongantíð fóru at fáa ein enda — miðalstættin í Amerika, sum nú kennir aðrar tíðir. Hetta er dokumentarfilmur, sum lýsir menniskju, sum áttu stór, vekur hús og bilar og hevdu góða løn. Brádliga hava tey einki arbeiði, hava mist húsini osfr.... Hósdagin kl. 21.00: Day For Night/ La nuit americaine Fransk/italskur filmur frá 1973. Filmur og veruleiki tvinnað saman í í hesum filminum um filmsupptekur. Sjónleikar- in og teknikarin vevur alt saman — um amerikonsku stjørnuna Julie, sum hevur ringar nervar — um Alexandre, sum roynir at halda privatlív sítt loyniligt — og mangt annað. Sjónvarp Føroya “ Týsdagur 23. juli 19.25 Batman 19.55 SvF-Lysingar 20.00 TV-aktuelt 20.55 Bandittasligi Dingus Magee - am. filmur 22.25 Almenna hugsanin 23.25 Lidugt Hósdagur 25. juli 19.00 Charley Parker 2:4 19.55 SvF-Lysingar 20.00 TV-aktuelt: Europa år 2001 20.30 Advokatarnir 21.15 Eitt lív á stólpum 21.55 Tríggir kærleikar 2:8 22.45 Villur finskur eingil 23.10 Liðugt