leygardagur 20. juli 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Peter O.K. Olofson situr her situr her, í miðjuni, nr. trý frá vinstru, millum hinar prestarnar. Hann hé ldur
ikki, at teir virka út frá Bíbliuni, tá teir loyva kvinnum at prædika. Og fleiri av teimum halda, at hann átti at
hugsað um hvórjum landi hann er i, tá han úttalar seg
Her standi eg, eg
kann ikki annað.
Gud hjálpi mær!
- sigur Peter O.K. Olofson, prestur. Men nógv vilja hava hann at
lyta seg, antin hugsjónarliga ella úr prestaembætinum í
- Få Ó O
Fuglafirði
Peter O.K. Olofson varð í
farnu viku spurdur, um
Margit Kjærbo, prestur,
kundi fáa loyvi at prædika
í kirkjuni. Margit er úr
Fuglafirði, men starvast
sum prestur í Danmark. Í
løtuni heldur hon summar-
fri í Føroyum, og fuglfirð-
ingar høvdu hug at hoyra
hana prædika.
Men prestur segði nei!
Hann hevur ikki broytt
stóðu síðani hann á sinni
noktaði Marjun Bæk at
fara á prædikustólin.
Kann ikki annað
Mong halda tað vera
rættiliga treiskt av fugla-
fjarðarpresti, soleiðis at
nokta fuglfirðingum at
hoyra tann prest, tey fegin
vilja hoyra. Og at tað er
skeivt av honum ikki at
vilja góðtaka, at lógin
loyvir kvinnuligum pres-
Tað gekk ikki
vid góðum
- tá Hans J. Joensen, bispur, skuldi geva Margit Kjærbo
loyvi at prædika í Fuglafirði. Peter O.K. var hvórki til at
høgga ella stinga í
Millum tey sum tosaðu við
fuglafjarðarprest um at
lova Margit Kjærbo á
prædikustólin, var Signar
Hansen. Og tað var hann,
sum næstseinasta mánadag
sendi bispi bræv, har hann
heitti á hann um at gera
okkurt við málið.
- Eg royndi fyrst at vera
diplomatiskur, greiðir
Hans J. Joensen frá.
- Eg skjeyt upp, at
presturin bara læt meg taka
avgerðina, soleiðis at
honum hvørki nýttist at
siga ja ella nei. Men
hesum var hann ikki
sinnaður fyri. Og ti var
onki annað at gera, enn at
krevja, at Margit fekk
loyvi at prædika.
tum.
Men tað heldur hann
ikki sjálvur!
- Bíblian sigur heilt
greitt, at tað er galið at
kvinnur eru prestar, sigur
hann. Og uttan mun til
hvat fólk sigur, so kann eg
ikki víkja frá hesum!
er serliga
Paulusi um, at kvinnur ikki
eiga at vera lærarar.
Tað, Peter O.K. sipar til,
orðini hjá
- Her merkir »lærari«
prestur, sigur hann. Tá
Paulus sigur, at >konur<
kunnu virka í kirkjuni,
meinar hann við deknar. Ti
havi eg onki ímóti, at ein
kvinnuligur deknur er í
kirkjuni í Fuglafirði.
- Men tað er
demokratiskt samtykt, at
kvinnur kunnu vera
prestar. Og tað er vanligt í
Føroyum. Flestu føroy-
ingar hava onki ímóti ti
Hvønn rætt hevur tú til at
krevja, at bert tín persón-
liga meining skal vera
avgerandi?
- Eg haldi, at besta trygd
fyri, at ongin kann lata
sína persónligu meining
vera ráðandi innan kirkj-
una, er, at at vit fylgja
Bíbliuni, sigur hann. - Og
so er Ongin ivi um, hvørja
stóðu vit eiga at hava til
kvinnuligar prestar.
Demokratiskt at avgera
hvat er rætt í eini kirkju,
sum byggir á Bíbliuna, ber
ikki til.
»Geri meg ikki
kostbaran«
Spurningurin um kvinnu-
ligar prestar, er ikki tann
einasti, har Peter O.K.
hevur gjørt vart vid sina
meining. Tá Sissel Kvrkie-
bø var her, hoyrdist eisini
nógv til mannin.
Vil hann ikki bara
provokera? Vil hann ikki
bara, at fólk skulu tosa um
hann?
- Nei, eg leiti ikki eftir
trupulleikunum, svarar
presturin. Eg geri bara vart
við mína stóðu, tá trupul-
leikarnir kastast inn yvir
meg.
Og tað sigur hann at teir
gjørdu, tá Sissel var her.
Sambært Peter O.K. var
tað ætlanin, at hon skuldi
syngja í Fuglafirði. Tí var
hann noyddur til at gera
vart við, at tað ikki bar til.
Nr. 136 — 20. juli 1991
Onki við tjóðskapar-
kenslu at gera
Peturi O.K. dámar lítið, at
ein tekur tað at hann er
danskur prestur í Føroyum
uppí hansara óvanligu
stóðu til ymisk mál.
- Sá vækker man bare
alle de nationale følelser,
sigur hann.
Tað var danska fólka-
tingid sum í 1947 samtykti
légina sum gav kvinnum
loyvi til at prædika. Ti
heldur hann tad vera
óheppið, at "de færøske
nationalfglelser" verða
blandað uppí hetta.
- Spennandi arbeiði
Kirkjufólki í Fuglafirði
dáma ikki hansara mein
ingar. Og Bispur sendir
honum bræv, har kravt
verður, at tær verða settar
ul síðis.
Kennir Peter O.K. ikki
seg sjálvan settan eit
sindur ul síðis, bæði innan
kirkjuna og millum fólk í
Fuglafirði?
Hann hevur onki svar til
spurningin. Men hann
heldur, at arbeiði hansara
sum prestur í Fuglafirði er
»spennandi«, sum hann
tekur ul.
Og hóast hann veit, at
fólk eru, sum ikki eru
samd við honum, so kann
hann bert endurtaka tað, at
altíð hevur sagt:
- Tað er vandamikið fyri
eitt menniskja at víkja frá
sínum sannføringum. Og
hjá mær má alt standa og
falla við Guds orði. Eg
kann tí bert taka undir við
Luther, tá hann sigur: >Her
standi eg, eg kann ikki
annað. Gud hjálpi mær«.
S-S-
Hans J. Joensen, bispur:
Hetta er fyrstu ferð at
trupulleikar av hesum
slag hava verið í kirkjuni
í Føroyum
Hann átti at
kent sína stødu
Bispur er ikki sørt harmur
um, at hann soleidis
noyddist at taka ein prest
p