Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 20. juli 1991 Síða 13 Fótbóltssambandið roynir seinastu útvegirnar: Roynir nú at ávirka FSF hevur mill- um annað vent sær til føroyska umbodsmannin i Bretlandi og løg- mann, so einhvør åvirkan kann verða roynd til at fáa norðurírar at skifta meining um Svangaskarð Í løtuni sær Ítróttarparkin í Keypmannahavn ikki út av nógvum, men tá hon er liðug, er norðurirar uttanifra Í seinastu royndini at fáa alt viðvíkjandi Svanga- skarði upp á pláss, so sein- astu EM-dystirnir kunnu verða spældir á nýggja grasvøllinum, er FSF farið undir at togað í nakrar eyka streingir, til tess, at nakað munagott skal kunna spyrjast burturúr í tólvta tíma. >Tað er so, at vit ikki beinleiðis hava loyvi at seta okkum í sambandi við Norðurírland, Danmark og Jugoslavia í spurninginum, um hesi lond vilja góðtaka Svangaskarð,< sigur Tor- leif Sigurðsson. >Tí mugu vit royna at finna aðrar vegir fyri at fáa åvirkan.« Danir hava longu givið positivt svar, so har er einki at leggja aftrat. Men framvegis eru Norðurír- land og Jugoslavia eftir. »Eg trúgvi, at Jugoslavar fara at ganga okkara ynskjum um heimadystir á Svangaskarði á møti,« sig- talan um eitt sera gott og hartil vælútgjórt stadionøkid. Mynd: Thomas Wilmann ur Torleif. >Havast má millum annað í huga, at vit undan Jugoslavia-dyst- inum bíðaðu í óvissu, so vit ikki fyrrenn triggjar vikur undan dystinum vistu, nær hann skuldi spælast, og tá vóru vit enn- tá gingnir við ul, at dagur- in varð fluttur til teirra fyrimun.< Men eru jugoslavar sam- an við dønum fyri at spæla á Svangaskarði, verður verri við norðurírum. Ítróttarparkin í Key >Teir tykjast hvørki at vera til at høgga ella sunga í, so har er ilt at meta um, hvør endin verður,< sigur FSF- formaðurin. >Men vit royna kortini at finna uppá okkurt, sum kanska kann geva eina góða loysn av sær, gongur alt væl — og tá enntá sera væl.“ FSF hevur nevniliga sett seg í samband við før- oyska umboðsmannin í Bretlandi, Sofus Poulsen, | og hann roynir at åvirka norðurírar gjøgnum ymsar bretskar kanalir, so teir skifta meining, og vilja góðtaka Svangaskarð Somuleiðis hevur FSF vent sær ul Føroya Lands stýri um hjálp, og ikki tyk- ist tað stóra heldur vera í vegin fyri, at landsstýrið og løgmaður á ein ella annan hátt fara at gera sína ávirkan galdandi, har tað ber til. hj. mannahavn verður umbygd: Higartil hevur alt gingið sum ætlað Nýggja danska landsstadionøkid við grasvølli og 40.000 sitiplássum verður liðugt til tíðina — á heysti 1992. Imeðan verður vøllur í Odense brúktur í sambandi við landsdystir Tað er ikki bert á Svanga- skarði, at stadion- og vall- arbygging gongur sum ætlað. Nakað eftir EM-dystin millum Danmark og Før- oyar, sum fylti Ítróttar- parkina á ucmur av áskoð- arum, hevur verið arbeitt við at umbyggja tann so vælumtókta hcimavøllin hjá dønum. Ímeðan verður so tað lutfalsliga stóra stadionøk- ið í Odense, sum er heimavgllur hjá OB, brúkt í sambandi við landsdysur. Sjålvur vøllurin verður snaradur 90 stig, so ver- andi langsida vid siupláss- um, verdur at liggja vid annan endan å vøllinumn, samstundis sum tvær aðrar nýggjar langsíður verða gjørdar. Tá vøllurin við øllum ul- hoyri verður tíkin í nýtslu aftur einaferð á heysti 1992, verða bert sitipláss í Ítróttarparkini. Hetta er altjóða krav, tá talan er um so stórt stadionøkid. Eins og å Svangaskardi skal grasid fåast i flagi frå fjónsku fyritøkuni Prodana Sceds A/S, so um danska landsliðið kemur hendan- vegin at spæla EM-dyst 25. september, verður tað cin líul forsmakkur uppá komandi heimavgllin, eft- rsum talan er um sama slag gras. hj.