Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða '6 sessori IBM vil seta nyggjar heims-standardir IBM sigur upp samstarvid vid Microsoft og introduserar nýggja teldutøknifrødi, m.a. ein avloysara fyri DOS og Windows og eina ultra skjóta maskinu við 50 MHz 486 pro- Nýggjheitir aftur nú: Regin Joensen ER) g Heimsins størsta fyritøka å informatikk økinum, IBM, boðaði um miðjan juni frå nekrum ætlanum, sum fara at hava djúptgangandi broytingar við sær fyri allan telduheimin, upplýsa tíðarrit og handilsfólk. IBM kunngjerdi á tíðinda- fundum um allan heimin tann 13. juni sínar ætlanir, ið miða móti, at nýggj IBM fyrisett mát nú gerast grundarlag undir ellum teldu ídnaðinum. IBM tiltekini innibera m.a., at ein nýggj versión av stýrisskipanini OS/2 kemur í næstum á marknaðin. Hetta ber í sær, at allir PC og PS/2 brúkarar, við 80386 og 3 Mb RAM førleika, uttan trupul- leikar kunnu skifta ta traditi- onellu DOS stýrisskipanina eins væl og tað væl umtókta Windows forritið út við hesa nýggu stýrisskipanina. Heimsins kvikasti PC Í pakkanum frá gigantinum vóru fleiri nýggj PS/2 modell, har ímillum »heimsins skjót- asti PC« við einum 50 MHz 486 prosessori. Fleiri nýggj uppfinnilsi og tøknifrødilig framstig vórðu vist fram: Disklar kunnu taka meira, nu ið eitt 2.88 Mb diskladriv kemur á marknað- in. Samstundis kann SCSI adaptarin til m.a. tann fasta diskin nú integrerast í skip- anarkort, gevandi pláss til eitt brúkara-valt adaptara kort afturat. Ein 3 1/2" op- tisk disketta, ið tekur 127 Mb (svarandi til uml. 65,000 A4 síður), kemurat ávirka framtíðar distributión av for- ritum og data. Og IBM skermarnir fáa nú langt um leingi 16 bit VGA grafikk. Skal yvirtaka leiðsluna Nú skal IBM sjálvt yvirtaka stýringina av heimsins teldu- marknað, í samstarvi við aðr- ar fyritøkur enn Microsoft, verður sagt. Alt skal byggja á skipanar arkitekturin hjá IBM sum tað nýggja felags steðið fyri teldu idnaðin hjá ellum heiminum. 1/2-dags starv Við vekslaran á skrivstovu okkara í Havn er leyst at søkja. Starvið, id er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagid og Trygg- ingarsambandið Føroyar/Føroya Livs- trygging, skal setast ådrenn 12. august. Arbeiðstíðin er frá kl. 15.30. 12.00 til kl. Skrivlig umsókn vid møguligum við- mælum at senda til: Tryggingarsambandið Føroyar 110 Tórshavn Dagblaðið Bersen skrivar, at „hetta er eitt ambitiøst meal, men IBM hevur tikið alla sína búskaparligu styrki og sítt stórfingna harrademi á teldumarknaðinum í nýtslu fyri at uppfylla málið í heyst«. »Og vit hava fult ålit å, at tad fer at eydnast«, sigur stjórin hjá IBM umboðnum Formula Feroyar, Johnnie Rervig. Microsoft út Hóast ein nýggj DOS 5.0 versión eisini varð kunngjerd á IBM tíðindafundinum, missir software fyritekan Microsoft nú sína steðu inni í flevanum hjá IBM aftan á eitt samstarv ígjegnum mong ár. Microsoft hevur m.a. fram- leitt DOS stýrisskipanir til IBM og IBM-kompatiblar maskinur, og nakað herfyri kom fyritekan á marknaðin við forritum Windows, sum ger DOS-styrdar teldur mun- andi meira búkara-vinarligar, skjótar og lættar at arbeiða við. Men DOS, sum hevur røtur umleið 10 ár aftur í tíðina, hevur sambært IBM ikki nakra framtíð longur og má ti skiftast út: við teirri nýgg- ju OS/2 versiónini er ein slík heims-umfatandi útskifting í næstu árum væntandi, siga fólk innan telduheimin. IBM ætlar, at nú skal sig- ast -góða nått« við DOS og Windows, sum dagliga stýra telduskipanunum hjá umleið 100 milliónum brúkarum, og sum IBM hesi seinastu árini uttan úrslit hevur roynt at fáa fólk til at skifta út við OS/2 skipanina. Men teir flestu kundarnir kring heim- in hava hildið fast við DOS programm og hava ikki sæð nakra orsek til at skifta til OS/2. Meðan IBM helt fast við, at OS/2 var framtíðin, so gjørdi samstarvsfelagin síð- ani menningina av DOS skip- anini, Microsoft, nytslu av støduni vid at selja Windows og DOS til IBM kundarnar. Samstarv vid Apple? Tá tidindini um ta nýggju super-styrisskipanina 0OS/2 version 2.0 nú vórðu latin ut, setti IBM samtidis prisirnar i nidur og visti fram 28 nýggjar PS/2 teldur. Eis- voru tey nýggju IBM Net- ware programmini frá Novell fyri fyrstu ferð víst fram á einum ÍBM tiltaki saman við Macintosh teldunum hjá Apple. Leysasøgur hava i astuni gingid um, at Apple ætlar at gera nytslu av teirri sokallaðu POWER tøknifrød- ini hjá IBM í sambandi við ætlanir um eina RISC-baser- aða teldu. Samstundis verður óalment gitt, at IBM hevur áhuga í softwareinum hjá Apple, helst partar av stýris- sein- skipanini. Hverki IBM ella Apple vilja vátta leysatíðindini um samstarv millum hesar so ólíku skipanir. Nýggjur skipanar arkitekturur >Við teirri nýggju avgerðini hjá IBM um at isolera Micro- soft og ístaðin samarbeiða við Micrographics, Adope, Borland og Novell er ruddað slóð fyri, at IBM til heystar er klárt við einari OS/2 versi- ón, sum útkonkurrerar alt og oll og samstundis gerast nýggjur standard skipanar arkitekturur fyri allan teldu- idnadin«, skrivar Børsen. Tann nýggja OS/2 versión- in verður samvært IBM bæði bíligari og betri enn DOS og Windows frá Microsoft. Og fyri at skipanin veruliga skal gerast ein standardur, hevur IBM m.a. avtalað við kapp- ingarneytar sum Tandy, Sie- mens/Nixdorf, Compaq og Olivetti, at hesir somuleiðis skulu selja OS/2 á teirra teld- um. Harafturat hevur IBM sett seg tungliga á menningina av OS/2 LAN Server 2.0, sum skal samanbinda teldur. Hesa skipan hevur IBM eis- ini fingið avtalu við konkur- rentarnar um, og tann nýggi kommunikatións standardur- in hjá teldu ídnaðinum kem- ur, uttan at Microsoft eigur lut í. Passar til alt »Nu fæst endiliga ein OS/2 versión, sum ger tað realist- iskt at rokna við einum stil- lisligum deyða fyri DOS, tá tað snýr seg um 80386 teldur við 3 Mb RAM og uppeftir. OS/2 versión 2.0 kann stutt sagt koyra DOS, Windows og OS/2 applikatiónir, uttan at brúkarin skal hugsa um sína styrisskipan«, skrivar blaðið 'Computerworld'. Formula Feroyar selumað- urin Regin Joensen viðmerk- ir: >Við OS/2 kunnu vit siga við viðskiftafólk: koyrið tær applikatiónir, ið tit vilja, óheft av, hverja stýrisskip- an, tær eru skrivaðar til. Applikatiónirnar fara undir ellum umsteðum at virka best á einari maskinu við OS/2«. Bæ, Lagt til rættis: Oddbjørg Poulsen Húsið sum varð bygt á klett Vit skulu lesa í Matt. kap. 7 vers 24: Hvor tann, id hoyrir hesi orð Mini og ger eftir teim, er líkur vitigum manni sum bygdi hús sítt á klett Jesus segði frá eini søgu, um tveir menn. Annar var ikki vísur, men ein dári, tá hann bygdi síni hús á sand. Men so komu flóðir, regn og vindur. Og tað regnaði og regnaði, og tað fløddi meir og meir, og sandurin undir húsunum okei burtur, og húsini, sum vóru bygd á sand, tey fullu. Men Jesus segði eisini frá um ein vísan mann, sum valdi at byggja hús síni á klett. Og so komu flóðirnar, regnið og vindurin. Men hvørki vatnið úr neðraella úr erva og ei heldur vindurin kundi fáa húsini hjá tí vísa at falla, tí tey stóðu trygt á klettinum. Eitt av hesum húsum erøørvisi enn hini. Vita um tú kanst finna tað