Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Svar til Henrik Old Henrik Old hevur í Sosial- inum leygardagin 20. juli eina grein hann kallar »grovar skuldsetingar frá skúlastjóranum=<. Í hesum sambandi sipar hann til viðtalina, sum Dimma hevði við undirritaða hós- dagin 18. juli. Tað skal eingin ivi verða um, at samreðan er farin fram pr. telefon. Men eg havi ikki fert pennin, og tað er minni enn so altíð í einari slíkari samreðu, at alt kemur fram, sum tú hevði hugsað tær tað. Spurningurin er eisini, hver ætlanin er við sam- reðuni. Sum heild er við- BILPAKKI SERTILBOÐ! Einasta treyt: Smyril Line velur kømurini umborð, so tað loysir seg at skunda sær. BÍLIGA Í BILI — upp til 4 persónar. SMYRIL LINE J. Broncksgøta 37 * Box 370*TLF.15900*FR110 Tórshavn talan røtt endurgivin, men i tveimum stødum er hon ikki heilt røtt. Tad er rætt, tå id skriv- að verður, at eg ikki helt tað vera eina góða loysn at byrja FHS útbúgving í Suðuroy nú, men eg segði eisini, at verður hugsað um framtíðina, so er ein- Nr. 137 — 23. juli 1991 asta loysn at gera, sum nú verður gjørt. Í viðtaluni í Dimmu sær tað út, sum eg bert segði NEI. Partur av og ikki øll grundgevingin fyri hesum svari stendur í einum eðr- um petti, undir nýggjari yvirskrift. Ilt er kanska hjá tí sum lesur at fata, at Úr TÓRSHAVN til BERGENS 29. juli, 5. og 12. august og heimaftur úr HANSTHOLM tað sum stendur niðanfyri undir tí nýggju yvirskrift- ini, er grundgevingin fyri svarinum omanfyri. Sum kunnugt eru læru- greinirnar á flestu skúlum skipaðar í kravdar læru- greinir og vallærugreinir. Á handilsskúlanum eru summar lærugreinir eisini stigbýttar, so næming- urin kann taka tað stigið, sum hóskar honum. Tí er umráðandi, tá ið nú farið verður í holt við hesar um- talaðu útbúgvingar, at hetta verður væl fyrireik- að og skipað, so næming- urin fær ta skúlagongd, honum er ætlað, og at hetta ikki kostar meira enn neyðugt. Vandin er stórur, at útbúgvingarnar missa nógv, tá ið eindir- nar gerast lítlar av teirri einfaldu orsek, at val- meguleikarnir skerjast so nógv, at hetta bert er eitt eiti, og at næmingurin ikki fær undirvísing á tí stigi, sum hóskar honum. Við góðari, miðvísari fyri- reiking kann betast um hesar trupulleikar. Orsekin til, at eg ikki haldi hesa loysnina verða so góða nú, er sum stend- ur i Dimmu, at nógv trupl- ari er hjá FHS-arum at fáa lærupláss ella arbeiði í letuni og kanska tvey, trý ár fram í tíðina. Hetta ger so tað, at fleiri av teimum, ið hava tikið FHS prógv, sekja á hægri handils- skúla, sum eisini er natúr- ligt. Tó skal viðmerkjast, at alt fleiri av teimum, sum sekja inn á FHS, hava sum mál at fáa sær hægri handilsskúlaprógv, sum gevur rætt til víðari lestur og betur munandi um meguleikarnar at fáa arbeiði bæði í Føroyum og uttanlands. Men tey sleppa ikki inn, tí ongin peningur er. Við eðrum orðum, so er neyvan skila- gott í letuni at seta á stovn fleiri FHS-flokkar, um ikki fleiri = hægri handilsskúlaflokkar eisini verða. Havast má í huga, at FHS (stytting fyri fyri- siting, handil og skriv- stova) er eitt steðisár. Okkurt skal afturat antin 2 ár á hægri handilsskúla, og á tann hátt kann næm- ingurin ogna sær eina gymnasiala útbúgving, ella praktikkpláss fyri at enda útbúgvingina. Fáa tey ikki henda partin við, er hon bert hálv, og verða tey sostatt tapararnir í kappingini um lærupláss- ini/arbeiðsplássini. Hetta er eins væl galdandi í Havn sum í Suðuroy. »Vidv. rossahandlinum eri eg ikki rætt endurgiv- in. Eg segði, at eg haldi ikki talan er um rossa- handil, men heldur ein neyðsemja/neyðloysn. Or- sekirnar, hugsaði eg, kundu vera politiskar, fíggjarligar ella sosialar. Annars visti eg ikki. Í skrivinum sigur tú eis- ini, at skal ein útbúgving setast á stovn uttanfyri Havnina, so skal tað vera politiskur rossahandil... Her verður undirritaði og onnur løgd undir at leggja forðingar í vegin fyri nýggjum útbúgvingum kring landið. Eg skal geva nøkur dømi um tað mót- satta. Undirritaði skeyt upp fyri hevuðsnevndini á handilsskúlanum tann 11. september 1987 at gera eina roynd at menna handilsskúlan í Suðuroy. Hetta hevur eisini verið gjørt. M.a. hevur kveld- undirvísingin verið skipað so, at meguleiki er eftir tveimum, trimum árum at taka HMX prógv. Hevur næmingurin HMX-prógv og arbeiðsroyndir, hava teir eisini havt meguleika at sloppið inn á hægri handilsskúla. Eisini hava vit hesi seinnu árini havt merko- nomflokkar har suðuri, so at tey, sum longu eru í vinnu innan handil, fyri- siting og skrivstovu o.o. hava havt meguleikan at eftirútbúgva seg. Tíverri hevur undirtekan ikki al- tíð verið so góð, sum ynskiligt var. Eftir um- steðunum hevur tað hóast alt gingið væl. Skúlin hev- ur eisini nýtt nógvan pen- Framhald á síðu 15