Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroyskt sjálvmorð SAGT verður, at felags- marknaðurin setur eina meir- virðisgjaldsskipan sum eina avgjørda treyt, um vit skulu varðveita eina fríhandilsav- talu ella eina fríhandilsskipan við felagsskapin aftan á 1. januar 1993. MEN hetta er ein høpisleysur pástandur. Ein pástandur, sum yvirhøvur onki hald hev- ur í veruleikanum. EF krevur einans, at verur, sum eru framleiddar í limalondunum, og verða útfluttar til Føroya, ikki verða diskrimineraðar í mun til sama slag verur, ið verða framleiddar í Føroyum og seldar á føroyska heima- marknaðinum. EIN skipan, sum forðar hes- um, er sera løtt at gera. Fyri tað fyrsta, so skulu vit skrá- seta tær fyritøkur í Føroyum, sum framleiða til føroyska heimamarknaðin. Og hesar eru ikki nógvar í tali. Síðani skulu vit skráseta tær verur, sum hesar fyritøkur fram- leiða og selja á føroyska heimamarknaðinum. Abyrgdarblaðstjóri: Jan Muller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov SOMULEIÐIS skulu vit skrá- seta hvørjar sama slag vørur vit innflyta úr EF. Eisini skulu vit kanna, hvørji avgjøld okk- ara egna lóggáva leggur á hesar vørur. Tá hetta er gjørt, kunnu vit fara undir at gera reglur um harmonisering. Endamálið er, at EF fram- leiddar vørur og føroyskt framleiddar vørur standa líka, tá talan er um avgjøld. TIL dømis kunnu vit leggja eitt framleiðslugjald á okkara egnu verur. Eitt tílíkt fram- leiðslugjald eigur at svara til innflutningsgjøld og toll á sama slag vørum úr EF lond- um. Ein annar møguleiki er, at vit frítaka verur, sum eru framleiddar í EF londum fyri innflutningsgjøld og toll. EIN tridi møguleiki er at vit gera bæði. Í ávísan mun kunnu vit leggja framleiðslu- gjøld á føroyskt framleiddar verur og í ávísan mun kunnu vit lækka innflutningsgjøld og toll á EF vgrum. Hetta let- ur seg væl gera uttan nakað meirvirðisgjald. Og fara fólk í gongd við hetta arbeiði mánamorgun, eru tey helst komin væl áleiðis tá vikan Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Dimmalætting skrivar leygardagin i oddagrein um góða fjarfiskiskapin, sum hevur verið og fegn- ast um hann. Men blaðið stúrir fyri framtíðini hjá alivinnuni, nú ein fiska- sjúka, nevnd furunkulosa, er farin at gera um seg her hjá okkum. Blaðið skrivar: — Mange opdrætsan- læg har fået økonomisk vanskelige tider at føle. Hvis de dystre ekspert- forudsigelser slår til, som er fremmekommet i disse dage om, at halv- delen af det færøske op- drættsanlæg vil være ramt af furunkulosesyg- dommen i år, og at de alle vil være ramt næste år, så skal der mobili- seres større økonomiske ressourcer til sygdoms- forebyggende end anlæggene selv er i stand til at mønstre indgreb, under de nuværende omstændigheder. Der må derfor forudsættes omfattende foranstaltn- inger såvel fra privat som offentlig side, hvis denne erhvervsgren fortsat skal bestá og videreudvikles, skrivar Dimmalætting. Síðani hetta varð skriv- að, hevur landsdjóralækn- in verið í útvarpinum og hevur sagt, at steðan neyvan fer at vera so ring, sum onkur serfreðingur hevur spátt um. Hann mælir tó til varsemi og fyribyrging, soleiðis at smittan ikki breiðir seg til alt landið. Eingin ivi um, at ali- vinnan er ein viðbrekin vinna, tá talan er um smittandi sjúkur. Kanska serliga her hjá okkum, har so nógvar alisteðir liggja tætt upp at hverjari aðr- ari. Tað eigur tí at verða tikið við í framhaldandi útbyggingini av hesi vinnu, at alibrúkini ikki eru ov tætt upp at hverj- um eðrum, men at øll lík- inda pláss í landinum verða troytt. Tað er greitt, at ábyrgdin — at fáa sum frægast burtur úr alingini — liggur bæði hjá teimum einstøku alarunum og tí almenna, ið skal fyrisita alipolitikkin. Her vita vit eisini, at alarar mugu vera so mikið at sær komnir, at teir ikki hava ov nógvan fisk í hverjum ringi, tí júst tann sannroynd kann eis- ini hava óhepnar avleið- ingar við sær. Síðani er tað tann al- menna djóralæknatænast- an. Nú vit síggja alivinn- una sum eitt týðandi í- Utgevari Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/t Pressan 1981 P/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa. Postsmoga | Teiefon Argir 110 Torshavn 11820 Teletax: 14720 endar friggjakvøld. HALDA vit fram vid at fyri- reika meirvirdisgjald endar hetta i einum sorgarleiki. Før- oyska samfelagid druknar i umsiting. Stutt sagt verður talan um føroyskt sjálumorð. vj. skoyti til buskapin, eru vit eisini noydd til at vera væl utgjørd å veteriner- økinum. Tey, sum skulu fyribyrgja at sjúkur taka seg upp, staðfesta tær, sum koma, og syrgja fyri at geva alarunum góð ráð og hjálp at fyribyrgja og sleppa av við fiskasjúkur, hesi fólk mugu fáa ar- beiðsmeguleikar og tær Í ressourcir, sum eru neyð- ugar. Vit eru í sparitíðum, men her hava vit í hvussu so er ikki ráð til at spara. Tær ílegur vit gera í fyri- byrging av sjúkum í ali- vinnuni kunnu vit vinna nógvar ferðir inn aftur í longdini. Ti er gott, at fjøl- miðlarnir viðgera hesar spurningar so gjella, sum verður gjørt í løtuni. Tann viðgerðin eigur at halda fram framyvir eisini. Og her ætlar Sosialurin sær ikki at vera eftirbátur. .. . Ljósglotti Nú í hesum tíðum við vaksandi arbeiðsloysi er kærkomið at hoyra tíðindi um, at stórur gravgangur er eftir føroyingum at koma til arbeiðis umborð á fremmandum skipum. Hetta at feroyskir yvirmenn hava verið populerir hjá mongum donskum reiðaríum er einki nýtt. Tað var tann tí, tá ein stórur partur av tí danska handilsflotanum var mannaður við føroy- ingum á brúnni og í maskinuni. Nú eru so aftur boð eftir foroyingum at manna fleiri donsk farmaskip. Reiðarí niðri hava sent mann til Føroya at finna tey rettu fólkini, og hóast tað ikki hevur valdað tað stóra arbeiðsloysi á hesum eki, so tykist sum at nógvir feroy- ingar eru hugaðir fyri at fara við donskum skipum. Tað er gott, at ljós- glottar eru sum hesin. Og vit mugu bara vóna, at hann ikki verður tann einasti. Men at hann boðar frá góðum og at fleiri før- oyingar kunnu koma í arbeiði, heima sum úti.