hósdagur 25. juli 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
i
i
Í
HAVSBRÚN 25 ÁR
„ Tað eru í ár liðin 25 ár, síðani Havsbrún fyrstu ferð tók móti fiski
Hóast støðugt skiftandi fortreytir at virka undir, hevur virkið evnað at ment seg gjøgnum hesi 25 árini og stendur støðugt sum
Vit halda - aftaná 25 ár - at tað kann hava áhuga at ly
Ogr. rvidurskifti
Havsbru ett nartei
T
undir sama
pi, pf. Fer
Pf. DAGSBRUN, Tórshavn,
k d t Førova Sica
g S k g r eitt lutafela
LS k
Pf. HAVSILD, Fuglafirði ) k
teg
ø
k k k
g A 3s k CE
Havsbrun og móðurfelegum 373, sum er tað størsta
í Feroyu t nýtt og nýmótans fóðurvirki í 1988,
sum veitir føroyskum alarum feskt valafóður
Ílegurnar hesi 25 árini eru frå 6 mill. kr. í 1966 vaksnar
í dag til 182 mill. kr. samanlagt, býttar uppá
115 m.kr. á uppruna mjøldeild,
62 m.kr. á fóðurdeildini
5 m.kr. á ísvirkinum (pf. ICE
Tøkni
A Havsbrún finnast teir flestu av teim sonevndu tøkni-
frødiligu eindarframleiðslum t.d. í kókarum, pressum,
turkum, dekantarum, sentrifugum, inndamparum
(destillasjónstólum), kvørnum, soldum, blandarum,
ekstrudarum o.s.fr
Sum óbeinleiðis hjálpikervi er dampframleiðslu (40
tons/tíma) í ketlum, kuldaframleiðslu í kompressarum
og nakað av elframleiðslu í dieselmotorum
Sum stuðul undir hesum framleiðslum hava vit
egið laboratorium (umframt at vit nýta Heilsufreðiligu
Starvsstovu og útlendskar starvsstovur til serkanning-
ar),
ein framkomnan verkstað, ið tekur sær av øllum um-
vælingum, id gerast kunnu her å landi, og ein fittan part
av nýgerðum og sum hevur eina eykalutagoymslu, ið
man vera tann størsta i Føroyum, so rakstrarsteðgir á
Havsbrún eru eitt ókent fyribrigdi at kalla
ein rakstrardeild, sum prosjekterar og stendur fyri
term mongu sjálvvirkandi skipanunum á virkinum og
eisim fevnir um eina EDV-deild, sum dagførir at kalla
alt sum fer fram á virkinum hvat viðvíkur troytan av
framleidsluorkuni og nýtslu av orku (el og olju)
eina fyrisitingardeild, ið stendur fyri mótteku av rå
verum og sølu, innanlendis sum uttanlendis
eina manning av vælroyndum fólki, og ikki fá teirra
hava arbeitt á virkinum síðani virkið fór í gongd
eitt umfevnandi samskifti við teir mest framkomnu
stovnar og felagsskapir á alheimsstigi um menningina
á tøkni- og fóðurskinum
Nevnast kann, at av tein
tu maskinunum frá 1966
2 ketlar av 4 eftir frá 1966
tskiftar við meir tíðarhósk
ttøknifrødin hevur tikið seg fram, umframt
maskinur
standa bert I 7
Allar aðrar maskir
Orkunýtsla
Ein orkukeldan
hjá Havsbrún er dampframleiðsla, har
ung olja verður nytt í ketlum. Havsbrún er - aftaná
SEV - stersti staknytari í Føroyum av innfluttari olju
mnur orkukeldan er el-streymur at halda teir 6000
HK gangandi, sum eru installeradir á Havsbrún. Havs
brún er størsti staknýtari av el hjá SEV
Góðskuskipanir
Hav ar ett tað fyrsta fiskamjølsvirkid í Norður
: sum í síni tíð legði til brots fyri at beta um
fiskagóðskuna við at seta serligar góðskuskipanir í
gongd, sum eggja fiskimonnum at fara væl um råvøru
na
Hesar góðskuskipanir eru framhaldandi útbygdar og
Eru ein avgerandi fortreyt undir teirri fóðurframleiðslu.
sum Havsbrún seinni hevur tikið upp, og har krevini til
råvørudygd eru av teim strangastu, ið finnast
Ein liður í hesum góðskuskipanum var at fara undir at
byggja tað stóra ísvirkið í 1973 (upp til 160 tons av ísi
um samdegrið) og sum innførdi tann sonevnda
»plåtu«-isin, sum enn ikki fæst í so framkomnum landi
sum í Danmark, men sum øll ísvirkir i Føroyum og
flestu i Noregi hava lagt um til sum tann besta isin at
nýta umborð í fiskiskipum, tí allur isurin kemur til
sættis og loypir ikki saman sum annar ísur
Sela og marknaðir
Tey fyrstu árini fram til 1983 seldi Havsbrún alla fram-
leiðsluna (mjøl og lýsi) til útflutnings. Marknadariond-
ini hava verið frá Vestur- Europa til Eystur-Europa, og
stundum til Nær- og Fjar-Eystur
Sum fóðurframleiðslan hevur tikið seg upp, fer minni
partur til útflutnings, so hvert størri partar av fram-
leiðsluni verða nýttir til fiskafóður til heimamarknaðin
Í 1990 var øll sølan um 150 m.kr., 40% til útflutnings
og 60% til heimamarknaðin, sum veksur stødugt, og
helst verður hetta gongdin, at útflutningurin fer at
minka, so hvørt f6durframleidslan økist
Fóðurvirkið
Aftaná at hava framleitt vaksandi negdir av fiskafóðuri
í spjaddum deildum á mjøldeildini síðani 1981, var
bygt eitt serstakt fóðurvirki, sum stóð klárt í august
1988, og sum veitir helvtini av føroysku alarunum
fyrsta floks og púra feskt fiskafóður
Søgan um fóðurvirkssemið er henda
Fóður til fenaða og kríatúr hevur í mannaminni verið
framleitt á fóðurvirkjum. Havsbrún hevur selt fiska-
mjøl sítt til slík virkir, sum nýta millum 2 og 8% av
fiskamjøli í »kraft«- fóðuri (tað er fiskamjølid, ið er
»kraftin« í kraftfóðuri')
Tå framleiðsla av fiskafóðuri tók seg upp í 70- unum,
vóru tað hesi verandi fóðurvirki, sum tóku upp fram
leiðslu av fiskafóðuri sum eina framleiðslu afturat teim
verandi f6durframleidslum
A Havsbrún varð hildið sum so, at hetta fiskafóður átti
at verið framleitt í Føroyum, tí nógv størri partar av
fiskaúrdráttum fer í fiskafóður (um 70% av lýsi og
fiskamjøli) enn í »kraft«- fóður, og eitt fiskamjølsvirki
sum Havsbrún hevur nógv størri vitan um hesar fiska-
úrdráttir enn kraft-fóðurvirkini
Hetta er tað, sum so líðandi er hent hjá Havsbrún síðani
1981, tá tær fyrstu fóðurmaskinurnar vórðu settar upp,
og Havsbrún legði eina royndar-alistød á Skálafjorð
inum og til í dag, har eitt nýmótans fóðurvirki stendur í
Fuglafirði
Havsbrún er soleiðis fyrsta fiskamjølsvirki i Europa,
sum sjálvt er farið undir framleiðslu av fiskaf6duri í
kapping við tey fyrr stovnsettu kraftfóðurvirkini í
grannalondunum
Hetta tiltakið hjá Havsbrún hevur ikki verið so væl
dámt av kappingarneytum okkara, tí møguleikin økist
fyri, at onnur fiskamjølsvirkir i Skandinaviu eisini fara
undir somu framleiðslu, og hetta kann máa grundar-
lagið undan teim verandi kraft-fóðurvirkjum, ið ikki
hava beinleiðis atgongdina til råvørurnar
Fyrimunirnir hjá einum fiskamjølsvirki sjálvt at gera
liðugt fóður eru sjálvsagdir, tí eftirlit og stýring av
góðskuni av teim avgerandi vakstrarevnunum, pro-
teinunum í fiskamjøli og fitisyrunum í lýsi, kann fara
fram á sama virki, sum skal edla lýsið og mjølid víðari
til fiskaf6dur. Hjá teim eldru f6durvirkjunum er mein-
bogin tann, at tey skulu út á marknaðin at keypa liðugt-
gjørdar råvørur og kenna ikki forseguna hjá tí við-
brekna fiskitilfarinum, ið mjøl og lýsi varð gjørt úr
Kappingarførid
Havsbrún man vera eitt av teim fáu føroysku virkj-
unum, sum kappingarliga stendur frítt av marknað-
inum, bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er frítt hjá
skipum at landa í Føroyum í kapping við útlendsk
virkir. Sama er sjálvsagt galdandi fyri útlendsk skip,
eisini har er kappingin frí við útlendsk virkir
Av somu grund merkir Havsbrún meir enn nógv onnur
føroysk virkir, hvussu lítið vinnu- vinarligt politiska
umhvervið her á landi hevur verið undir skiftandi stýr-
um.
Havsbrún sleppur ikki at kappast á jøvnum feti við
útheimin fyrst og fremst av atgerðum, ið løgtingid hev-
ur gjørt gjøgnum tíðirnar og ikki enn hevur fingið rætt-
að upp í samsvar við tær avbjóðingar, allur føroyskur
ídnaður skal greiða, nú føroyski marknadurin verður
latin upp fyri EF-verum.
Hesar atgerðir hjá politikkarunum í løgtinginum eru
fyrst og fremst
stødugt vaksandi tollavgjøld av ollum tilfari, umvæl-
ingum og nyiløgum í vinnuskapandi tól, har mesta
gjaldið er vaksið frá 13% í 1966 til 33% í 1990, sum í
veruleikanum er 36%, tí farmagjald við seinastu broyt-
ing í tolllóggávuni varð tikið uppí tollútrokningina
Hesar útreiðslur hava virkini í grannalondum okkara
ikki, tí tey gjøgnum moms-skipanir fáa útreiðslurnar
endurgoldnar. Grundtankin í moms-skipanum er tann
vinnu-vinarliga, at avgjald skulu bert gjaldast av enda-
nytaranum av eini veru (briks-avgjøld) og ikki av
eitt tað tekniskt og menningarliga mest framkomna virkið av sínum slag.
sa vidurskiftini hjá hesum virki nærri, og tað verður gjørt niðanfyri.
framleiðsluliðinum. Verður veran útflutt úr landi við
moms-skipan, er eingin enda-brúkari, og eingi avgjøld
verða goldin í nøkrum liði. Soleiðis gerst veran nógv
kappingarførari í 3. landi, um ein føroysk vora kemur á
sama marknað við teim tyngjandi tollavgjøldunum til
føroyska landskassan, ið veruliga er ætlað at vera gold-
ið av einum brúkara í 3. landi. Tað vil hann ikki, og
soleiðis hava vit minkað um kappingarførid, so hvert
hesi avgjald til landskassan eru hækkað hjá ídnaðinum.
eitt serligt avgjald á tungari olju (sum Havsbrún er
einasti nýtari av í Føroyum umframt SEV) uppá 50
oyru/kg, sum við verandi oljuprísum tvífaldar olju-
kostnaðin hjá okkum (ein eykaútreiðsla uppá 3-4 m.kr.
um árið.)
Heldur ikki hesa útreiðslu bera kappingarneytar okk-
ara í grannalondunum, tí tey orkuavgjeld, sum har
finnast, somuleiðis verða endurgoldin framleiðslu-
vinnuni á sama hátt sum tollavgjøld gjøgnum moms-
skipanina.
Hesin vinnu-óvinarligi politikkur hjá skiftandi stýrum
okkara eigur sin lut í minking av útlendskari råvøru til
Havsbrún tey seinnu árini og eisini sín lut í, at føroysk
råvøra i år heldur hevur verid landad uttanlands enn i
Føroyum. Landskassin missir meiri fyri minni av
hesum ávum, tá framleiðsla og tal av arbeiðsplássum
her á landi minka
Umframt hesar legtings-valdaðu útreiðslur líður for-
oyski ídnaðurin undir eini príslegu hjá SEV fyri streym,
sum man vera tann hægsta, ið finst í heiminum.
Tað er ikki langt av leið at meta, at tíðin fer at ganga
undan, raknar SEV ikki við um fylgjurnar av sínum
iløgu- og orkupolitikki, og føroyskur idnadur fer at
finna sær aðrar leiðir at útvega sær el-orku til rímiligan
pris
Dimmalætting