Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sðað Hálova Havnini Tórshavnar býráð læt í 2 gjår tríggjar virdislønir í kapping- ini um nýggjan havnarsang Tey, sum lurta eftir morgun sendingini hjá Jákupi Mag- nussen í morgun, fáa tríggj- ar nýggjar sangir at hoyra. Tad eru teir triggir sang- irnir, sum fingu virdisløn í kappingini hjá Tórshavnar býráð um nýggjan havnar- sang. Samrøda verður eisini við onkran av sangsmið- unum. Fyrrapartin í gjár handaði Poul Michelsen, býráðsfor- maður, vinnarunum virðis- lønimar, sum vóru ávikavist 5.000, 3.000 og 1.000 krón- ur. Fyrstu virdisløn fingu Edvard Nyholm Debess fyri orð og Jóannes Petersen fyri lag til sangin "Sterkstolta Havnin”, 10 Rúna á Heygum syngur. Tónleikarar eru Olavur Øster, Heri Ellings- gaard, Edvard Nyholm De- bess og Jógvan Olsen. Onnur virdisløn fór til Martin Mouritsen, sum hev- ur gjørt bæði orð og lag til sangin "Tórshavn, tú av øllum ber". Malan Thomsen syngur, og Martin Mour- itsen spælir klaver. Triðju virdisløn fekk Heri Nolsøe fyri orð og løg til sangin "Havnin". Ténleik- arar eru Gunnar og Tróndur Streymoy. Sangkappingin er eitt av tiltøkunum í sambandi við 125 ára fødingardagin hjá Havnini. Løgini verðaóivað at hoyra fleiri ferðir um ólavsgkuna í útvarpinum og sjónvarpinum, ið bæði hava fingið sangirnar á bandi. Sjey sangir komu inn til kappingina. I dómsnevndini sótu Poul Michelsen, Gunnar Hoydal og Bjarni Restorff. Sangirnar verða eisini við á skránni, tá stóra tónleikar- tiltakið hjá býráðnum verð- ur. Ætlanin er tá eina viku í oktober at fáa øll, sum fáast viðatsygja og spæla í Havn, at fara út at spæla á stovum og aðrastaðni fyri fólki. Vikan skal enda við eini konsertum í Norðurlanda- húsinum. Har skulu verða gll slóg av tónleiki, og ætl- anin er at lýsa musikksøg- una frá Svabosa tíð og fram til í dag - eitt slag av musi- kalskum havnarmyndum. randi Her eu teir sum vunnu fyrstu og aðru virdisløn. Frá vinstru: Martin Mouritsen, Edvard Nyholm Debess og Jóannes Petersen - saman við Poul Michelsen , býráðsformanni Mynd: Sjúrður Skaale Maðkarnir krupu upp eftir húsunum Í tríggjar nætur stóðu teir og spulaðu hús í Norðdepli, tí fleiri túsund maðkar komu úr eini bingju. Allur veggurin var avtaglaður av maðkum, sum fór heilt upp á skorsteinin, sigur Gullbrandur Christiansen í Norðdepli Hósnáttina varð ringt úr Norðdepli til politistødina í Klaksvík. Ein maður kærdi sína neyð um, at maðkar gjørdu innrás í hús hansara. Politistarnir hildu hetta ljóða legið men fóru norður kortini. Og har sóu teir, at Gullbrandur Christiansen ikki hevði gjørt ov nógv av. Allur veggurin var hvítur av stórum feitum madkum, sum krupu upp eftir húsun- um. Maðurin hevði ringt til politiið, tí hann visti ikki síni livandi ráð. Tað var ikki torført at finna fram ul, hvaðani maðkarnir komu. Beint nið- anfyri stóð ein bingja við agni og fiskaslógvi, og har livdi alt. Hetta vóru stórir maðkar, sum seinni verða til skinnflugur. KOMU INN Í GONGINA Gullbrandur Christinsen stóð í triggjar nætur á rað og royndi at spula maðkarnar niður av húsunum. Hann visti einki annað at gera, og okkurt mátti gerast, tí maðkarnir komu eisini inn í húsini. 60 maðkar vóru eitt køvldi0 komnir inn í gongina. - Maðkarnir fekk eg niður av húsunum við at spula, men teir vóru skjótari upp- aftur. Tað gekk bara eitt korter, so vóru teir heilt uppi á skorsteininum aftur, sigur hann. Bingjan, sum maðkarnir komu úr, var ikki full. Men tað hevur minni at siga, tí tað skal so lítið til, tá lýtt er, at maðkur kemur í. STUTT HUGSAÐ - Tað er stutt hugsað at seta eina bingju beint niðanfyri sethús við egningarskúrar- nar, ið eru fast í flakavirkið, og eg skilji ikki, at egning- armenninir troysta sær at arbeiða har, sigur Gull- brandur Christiansen. - Fólk, sum komu at hyggja, trúðu ikki sínum egnu eygum hósnáttina. Veggurin var allur hvítur av maðkum, og eitt annað kvgld var nógv verri, sigur hann. SALT-BYRGING Tá politiið kom har hós- náttina, varð roynt at leggja ein garð av salti uttanum húsini fyri at forða fleiri maðkum at sleppa til. Tað hjålpti eina ltu, men madk- arnir komu kortini aftur. Um náttina varð eisini roynt at finna fram til, hvør hevði ábyrgdina av bingj- uni. BYGDARRAÐIÐ ABYRGDINA Tað skuldi verið greitt, at tað er bygdarráðið, sum hevur ábyrgdina av hesi bingjuni. IRF hevur onga beinleiðis ábyrgd, tí góð- kent bingjupláss er einki í kommununi. Hildigarð Heinesen i Klaksvík, hevur renova- ténskoyringina um hendi, ið eigur bingjuna. Hvanna- sund kommuna hevur leigað bingjuna frá teimum. Tey hava ikki skyldu til at fylgja við, nær bingjan skal tømast. Leigarin má sjálvur boða frá, sigur Hildigarð Heinesen. FLUTTUR Í GJAR Fyrrapartin í gjár ringdi Pól Fuglø, sum er bygdarráðs- limur sjávur tl renova- tónskoyringina í Klaksvík og bað tey koma at tóma bingjuna. Tað skuldi gerast seinnapartin í gjár. Bygd- arráðsformaðurin Absalon í Bud var ikki at hitta í gjár. Pól Fuglg er eitt sindur argur inn á alt hóvastákið, sum er gjørt burtur úr málinum. Hann váttar, attað ikki sá serliga tespiligt út, men hann heldur, at mað- urin, sum meldaði, heldur átti at vent sær til komm- ununa beinanvegin, hann var varugur við maðkarnar. Sum skilst á Gullbrandi Christiansen hava tey roynt at funnið fram til, hvor ábyrgdina hevði. Tey vistu ikki betur enn, at fiskavirkið hevði leigað bingjuna. Tos- að hevur verið við ymiskar menn, men einki er hent. Um dagin hava eingir maðkar verið at sæð, teir komu bara fram um náttina. Hósdagin orkaðu tey bara ikki meira, og ti varð meldað, sigur hann. randi 4 þ Storno --tín trygd fyri góðsku! „ÓÞ. Michelsen Handan á 6, Tórshavn tlf. 1.4414 — fax 1.8045 ANRENNNRRRNNNRRRERNENERNRANNNENERURRRERREUARRNEN Gevið børnunum HJÅLM! Børn duga ikki so væl at taka hendurnar fyri seg, detta tey á súklu. VERJIÐ HOVDIÐ! | AL Se ER