hósdagur 1. august 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
#5 tú gir
"etur Reinert
| farin
altan
>
teinert,
spurdust
lækna.
deyðsboðini av
Vit hoyrdu hann
fyri í Utvarpinum siga frá Ólav-
1951. Hann var ein av hevuðsmonn-
í Studentakabarettini tá, væl greiddi
á og so livandi; eingin hugsaði annað
it Petur sum altíð frøddist um lívið og
veruna millum síni.
'n morgunin eftir var skeiðið runnið; hin
virkni og altfevnandi maðurin var
Í n av foldum; ljósið, ið lýsti upp, har tað
in, var slóknað.
etur Reinert var av bóndaætt, feddur 8.
tember 1923 i Kaldbak. Fór ungur til
/nar at ganga i Realskúla og fór síðan
rarvegin; hann var kommunulækni á Eiði
ár, virdur og umtóktur sum lækni, ið
rdi sín gerning samvitskufult og sum
niskja fær hann ummæli sum hann, ið
ð var fúsur at gera tað hann var mentur.
tur Reinert var virkin á so mongum ekj-
sum vinnulívsmaður hevur hann sett
'por í heimbygdini á Eiði; sum politikari
inn maðurin, ið hoyrdist og hann brann
irri politisku hugsjónini, hann alla sína
ið fyri. Hann var landsstýrismaður og
gsmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
lýsa vit yvir minnið um merkismann-
ir Reinert.
j.l.
Lesarabrøv
—| —— —=—«G=…=…I …= TDL
Vidmerking til Oyggjatidindi um
»Ordid« hjá Svenning av Lofti
Eri eitt sindur hugtungur
sum teigurin er uppsettur.
Fyrst erindi úr Orðtek-
unum víst til 10,18 skal
vera 5,18 — »Gøtan, ið
hini rættvisu ganga, er lik
skínandi ljósi, sum verður
bjartari og bjartari, inntil
hádagur er«. (V.D.
tyding).
Men tekur afturiaftur at
sær hóvar so væl svensku
tydingina »Den rettferdig-
es sti år som gryningens
Nr. 142 — 1. august 1991
Petur Reinert
f. 8. sept. 1923 — 28. juli 1991
ER ae
Tysdagin eftir ólavssku hevði Karin Kjølbro
minningarorð i útvarpinum um Petur Reinert. Vit
hava fingið loyvi at prent tey. Myndin er frá
tingsetanini á ólavsgku 1990
Í dag var Petur Reinert í fagrasta veðri borin út úr
heimi sínum á Eiði. Hann framdi lívsverk sítt í hesi
bygd.
Petur var ættaður úr Kaldbak og gjerdist lækni
norðuri á Eiði í 1960 og rekti hetta starv í 25 ár.
Vegasambandið var í fyrstani ikki liðugt í norðara
parti av Eysturoynni, og ofta var hetta drúgt og
strævið arbeiði, ið hann saman við fyrru konuni
Normu rekti fyrimyndarliga.
Petur var góður við Eidis bygd og fór skjótt undir
at taka stig til betri arbeiðsmeguleikar til fólkið har.
Heldur vildi hann fyribyrgja sjúkur enn geva
heilivág, og í hesum setningi ráddi um, at fólk fingu
meguleika fyri at lívbjarga sær og sínum. Í hesum
sum í so mongum eðrum var hann íbirtarin, ið
ongantíð spardi seg sjálvan. Um hetta sama mundi
minnist eg eisini ein eggjandi hondbóltsspælara, ið
koyrdi á eiðismenn á vellinum.
Tað kom lív í, har Petur var, og lívið fekk litir. Av
sonnu kann gamla orðatakið: Heldur birta ljós enn
banna myrkrið, leitast fram, tá hugsað verður um
Petur Reinert. Hóast nú komin til árs, átti hann
alsamt evni til at lata seg eldhuga. Soleiðis trein
eisini hin káti unglingin fram á pallin seinasta
ljus, som blir klarere og
klarere til højljus dag«.
Mær kunnugt hevur
Svenning av Lofti Dahl's
týðing av Orðtekunum
við hondina, hví so taka
svensku, J. Dahl sigur:
Orðt. 4,18: „Leið teirra
rættvísu er eins og morg-
unglæman, ið ljósnar og
ljósnar, til tað er alljósur
dagur«.
Og islendska:
Orðskviðirnir 4,18:
friggjakvøld og setti okkum 6lavsøkuna. '1å Petur
nevndi, hvat føroyskir studentar í 1951 hugsaðu um,
fingu vit aftur dømi um hugflogid hjå einum bygdar-
drongi.
Soleidis var eisini politiska virksemi hansara. Tad
vóru stóru linjurnar, yvirorðnaðu málini: frælsi til
fólk og feðiland, fiskastovnarnir, undirgrundin,
móðurmálið, umhvervið og friður á jørd. Bygdapoli-
tikk hoyrdi tú sjáldan um í tingarbeiðinum. Ikki tí —
eitt skifti var hann bygdaráðslimur á Eiði.
Tíðliga í tíðini var hann virkin móti hervaldinum.
Petur Reinert hevði nógv álitissterv fyri Tjóðveldis-
flokkin. Í nógv ár var hann formaður fyri aðalstjórn
Tjóðveldisfloksins.
Petur var landsstýrismaður í tíðarskeiðinum 1975
til 1979, har hann umsat fiskivinnumál. Her virkaði
hann av heilum huga í einum tíðarskeiði, har nógvar
broytingar fóru fram.
Ikki fjaldi hann yvir, at ikki alt gekk, sum hann
ætlaði. Men politikkur hevði so stóran týdning og
áhuga hjá honum, at hann ongantíð gavst á hondum.
Petur treivst í politikki og var í seks ár løgtings-
maður fyri Tjóðveldið i Eysturoynni, og hann og Er-
lendur Patursson vóru altíð væl í mát. Víst var hetta
ein rík tíð, og tað gjørdi av sonnum mun. Mangan
mundu vit orna um hjartað, tá vit hoyrdu gleðandi
fosturlandstalurnar hjá Peturi. Hann var heilhjart-
aður har var eingin tvistøda og har var eingin
svíkur í. Kanska fór heilsan at bila, tí henda eldsálin
ikki unti sær frið. Tá tú helt, at hann var ov rokmikil,
og bað hann seta ferðina eitt sindur niður, svaraði
hann bert: Tað ber ikki til at vera so bangin fyri at
doyggja, at tú ikki torir at liva. Hann elskaði lívið og
dugdi at fáa nakað gott burturúr. Hann var sjálv-
óhátíðarligur og vinsælur maður. Fáur hevur rekt
sína faðirskyldu betur enn Petur, og sjáldan hevur tú
hoyrt ein pápa tosa vakrari og eymari um bern síni
enn hann.
Umframt at vera politikari, vinnulívsmaður, lækni
og mentamaður, so var Petur vertskapsmaður og
kveðari við lít. Og tú upplivdi hann eisini sum hin
eleganta heimsborgaran. Júst fyri ári síðani hittust
vit ell legtingsfólk til samkomu í Havn saman við
politikarum av oynni Man. Har bar Petur fram eina
væla reðu á eingilskum máli. Hann segði seguna um
Vaðanskalvan. Ikki var tað sert, at hann samstundis
var sjónleikari. Vit vóru øll hugtikin. Petur hevði ser-
liga orsek til at vera eydnusælur júst tá, og vit
mundu mong biðja eftir, at honum og Sonju skuldu
unnast nekur góð ár. Petur var altíð fúsur, tá boð
vóru eftir honum, tað veri seg kvinnurnar í flokkin-
um, blaði okkara ella Unga Tjóðveldið.
Vit halda okkum hava mist nógv, og hugur okkara
leitar til teirra, ið varða av.
Í einum av seinastu reðum sínum tosar Petur
Reinert um, hvussu hættislig steðan er í landinum,
og endar við orðum Jákups Dahl: Lágt liggur tokan
kevandi tung. Peturi Reinert líkt leggur hann aftur-
at: »Men vónin kemur eisini«. Og Jákup Dahl endar
soleiðis: Lat sólina skína um dalar og fjøll, grønkast
lat heiðar og líðir, ti øll leingjast mót livgandi sål,
vónandi sælari tíðir.
Karin
„Gata réttlátra er eins og
bjartur árdagsljómi, sem
verður æ skærari fram á
hådegi«.
Sjålvur samanberi eg
ofta Dahl's og Victorsa
umseting, men hevði ikki
droymt um at tikið ta
svensku, tá Dahl'sa sigur
tað sama.
HH [altid undir hjålmi
tá ið tit súkla
ri