leygardagur 3. august 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Svend Aage Ellefsen:
Ábyrgdin
Skal plaserast
- eg standi fast við at tað skal klárleggjast, hvussu landsstýrið
bleiv bundið at einum sáttmála, uttan at kunna taka stóðu til
hann áðrenn
Landsstýrismaðurin í sam-
ferðslumálum, Svend
Aage Ellefsen, var frá byr-
janini sera skeptiskur við-
víkjandi útleiðingini av
Smyrli til felagið aftanfyri
Århus-Tønsberg leidina.
- Eg så beinanvegin at
felagid var so pengaveikt,
at hetta illa kundi bera til,
sigur hann.
- Og tað hevði heldur
aldrin komið gongd á, um
ikki flutningsfelagið Long
Trader setti pening í,
heldur hann.
Men hóast Svend Aage
ongantíð trúi uppá hetta
so er hann kortini bilsin
yvir, at tað skuldi steðga
upp beint nú.
- Eg hevði væntað, at tað
fór at ganga einar 14 dagar
afturat. Hetta er jú tíðin, tá
mest verður ferðast. Men
at tað steðgaði nú kortini
vísir bara hvussu ring
stødan var.
Vildu sigla uppá borg
Hóast ongin umbøn er
komin beinleiðis til lands-
stýrið um hetta, so hevur
Svend Aage skilt, at
felagið hevur havt fyri-
spurning um at sleppa at
itseta leigugjaldið eina tíð.
Men eg havi gjørt
strandferðsluni greitt, at
landsstýrið ikki gongur við
til hetta. Kundi felagið ikki
gjalda, mátti siglingin
halda uppat.
Kanna fleiri
meguleikar
Svend Aage Ellefsen dugir
kki at siga hvat nú fer at
henda við Smyrli og
føroyska partinum av
manningini, sum var løntur
úr Føroyum.
- Vit kanna fleiri møgu-
leikar, sigur hann. Tað
snýr seg bæði um onnur
leigumál í Danmark, og
um tað møguliga ber til at
fáa skipið aftur til Føroya.
Svend Aage greiðir frá,
at føroyskir fiskaútflytarar
hava spurt seg fyri um tað
ber til at fáa siglingina
millum Føroyar og Skot-
land í gongd aftur.
- Tit fingu 50.000 kr. um
dagin fyri leigumálið sum
nú er steðgað. Verður sa-
ma upphædd kravd frá ein-
um ødrum leiðara?
- Ja, vit fara sjålvandi at
royna at fáa ein minst lika
góðan sáttmála, men tað
veldst kortini um hvgnn vit
gera sáttmála við.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at um sáttmáli verður
gjørdur við føroyskar
fiskaútflytarar, hvors
endamál er at fáa fiskin
lættari og skjótari á bretska
marknaðin, má hetta
roknast sum eitt sam-
felagsgagnligt endamál.
- Ti er ikki óhugsandi, at
vit í tí førinum fara at
góðtaka ein sáttmála, sum
gevur minni av sær, sigur
hann.
Upppussing
fyri 1,5 mió.
Áðrenn farið varð undir
hesa siglingina millum Ár-
hus og Tønsberg, var
Smyril umvældur og puss-
aður upp fyri landsins
rokning. Hvussu stór var
hon?
- Eg havi ikki fingið
endaligu uppgerðina frá
strandferðsluni hóast eg
havi biðið um hana, men
eg hugsi tað liggur um
hálvaaðru millión, sigur
Svend Aage.
Men hann vísir á, at alt
hetta kortini ikki bara varð
gjørt í sambandi við
Århus-Tønsberg leiðina.
- Við í hesum vóru bæði
skipasyniskrøv og vanligt
viðlíkahaldsarbeiði, so alt
kann ikki roknast sum
útreiðslur í sambandi við
hetta leigumálið.
Skal fáa fylgjur
Eins og Kjartan Johansen
heldur Svend Aage Ellef-
sen ikki, at leigumálið
hevur kostað føroyingum
nakað.
- Leigan kom inn ta tid
skipið sigldi. Tað var tað,
strandferðslan skuldi hava,
sigur hann.
Men Svend Aage er
kortini ikki nøgdur vid
Svend Aage Ellefsen: Fiskaflutningur er samfelags-
gagnligur, og ti er møguligt at vit ikki fara at krevja
so nógv í leigu, um tað nú verða fiskaútflytarar sum
fara at leiga Smyril
mannagongdina í hesum
máli.
- Strandferðslan gjørdi
alt ov lítið við at kanna
hvat tað var teir fóru undir
áðrenn sáttmálin varð
undirskrivaður, sigur hann.
- Harafturat varð lands-
stýrið bundið av hesum
sáumála, uttan at vit fingu
møgulcika ul at taka stóðu
ul hann áðrenn.
Og hetta heldur Svend
Aage Ellefsen ikki kann
ganga uttan nakað.
- Eg standi fast við, at
tað skal klårleggjast,
hvussu hetta kundi lata seg
gera, sigur hann.
S-S-
Jóannes Eidesgaard
Reinsaður
Jóannes Eidesgaard, sum
hevur verið lagdur undir mis-
tanka fyri at koyra við kenn-
ing, var í gjár reinsaður, tá
blóðroyndin vísti, at alt var í
lagi
Mikudagin 24. juli hevði
Oyggjatíðindi aftur eina av
sínum góðu søgum: Jóann-
es Eidesgaard var flýggj-
aður undan politinum á
Tvøroyri, tá teir vildu hava
hann at blæsa í ballónina
fyri at kanna, um hann
koyrdi við kenning.
Blaðið visti at siga, at
landsstýrismaðurin var
farin >fúkandi avstað,
mestsum á tveimum hjól-
um«, ul hann til endans
varð ukin av politinum.
Saman við greinini vóru
myndir av geglinum í
Jónas Bronck's og einum
politibili...
Men gakk...
Men, sum so ofta við teim-
um bestu søgunum hjá
Oyggjatidindum, so hevði
hendan ikki serliga nógv
við veruleikan at gera.
- Hatta er fullkomiliga
hol í høvdid, sigur Somm-
er Joensen, sýslumaður í
Suðuroy.
- Alt fór róliga og
fridarliga fram, og har var
ongin sum koyrdi undan
nøkrum, sigur hann.
Blóðroyndin, tíkin varð,
kom aftur úr Danmzk í
gjár. Og hon vísti, at
promillan í blóðinum hjá
Jóannesi Eidesgaard var
undir 0,8. Also hevur
maðurin ikki brotið lógina
á nakran hátt.
Ein tulkingar-
Spurningur
Men hvat við Dan Klein,
blaðstjóra á Oyggja-
tíðindum? Hvat sigur hann
til, at pástandirnir hjá
honum ferð ferð renna út í
sandin, fáar dagar eftir at
teir eru settir fram?
- Eg haldi ikki, at
hendan greinin hevur skatt
trúvirði hjá Oyggjatíð-
indum, sigur hann.
- Men ti sigur, at
Jóannes »setti ferð á bil
sín og fór fúkandi avstað,
mestsum á tveimum hjól-
um<. Sýslumaðurin sigur,
at alt fór friðarliga fram,
og at tað sum tú skrivar er
hol í høvdid. Er so ikki
orsók til at halda, at tað
sum tú sigur er skeivi?
- Nei, tílíkt verður altíð
ein tulkingarspurningur,
svarar Dan. Eg haldi, at ein
maður undir øllum um-
stóðum verður jagstraður,
um hann verður steðgaður
av politinum. Og koyrir
politiið aftanfyri, so koyrir
tann sum verður tikin
sjálvandi undan.
Dan Klein heldur eisini,
at ein eiturkoppur jagstrar,
hóast hann ikki rennur eftir
flugunum.
- Men tå eg sigi at
Jóannes koyrdi á tveimum
hjólum, so geri eg sjálv-
andi av, leggur hann
afturat.
Vildi verja Signar
Dan sigur eisini í greinini,
at >..Signar Dam er
kommunulækni á
Tvøroyri, og Jóannes Eid-
esgaard og læknin halda
saman sum frensur og
ketta, tá hesi dýrini fáa
illar tankar, so kundi tað
bent á, at blóðroyndin av
»misgåum« varð býtt um<.
Men síðani avváttar
hann hetta sjálvur, og upp-
lýsir, at Signar var í feriu,
tá royndin varð tikin. Og
harafturat tekur ein lækni
ongantíð blóðroynd einsa-
mallur.
Men hví skal hetta so
takast við í greinina? Er
tað fyri at misnýta málið
til at sáa ógrundaðan ill-
gruna um læknan?
- Nei! svarar Dan. Tað
einasta eg vildi við hasum
var at reinsa Signar Dam.
Tað kundi jú verið, at
onkur helt, at okkurt lusk
var farið fram...
Eigur ikki at drekka
Dan klein leggur dent á, at
nógv av tí, sum stóð í
gremini, er rætt: Jóannes
Eidesgaard varð kannaður,
ballónin varð grøn, og
blóðroynd varð tikin.
At tað nú er staðfest, at
onki ólógligt fór fram,
sigur Dan seg bara fegnast
um.
Og hann vil fegin fáa
við í blaðið, at hann hel-
dur, at eingin eigur at
koyra bil eftir at hann
hevur drukkið - uttan mun
ul, hvussu líuð tað er.
S-S-