leygardagur 3. august 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Norðurlandahúsið kl. 21
„30. týskvóldið:
Nr. 143 — 3. august 1991
Sven-Bertil Taube
kemur til Feroya
"Tað stóra navnið" á Tórshavnar Jazz,
Fólka og Bluesfestival
í ár er heimskendi Bellman- og Taube-tulkarin Sven-Bertil Taube.
Hann er komin til Fóroya við spildurnýgjari skrá - mitt ímillum nakr-
ar konsertir úti í heimi. Hetta er fyrstu ferð, at hann er her á landi.
At vera sonur pápa sín
kann vidhvørt hava sínar
fyrimunir.
Í øllum fórum var
gott hjá Sven-Bertil
Taube, tá ið hann gjørdist
visusangari burturav, at
vera uppvaksin vid påpa-
num, Evert.
Ella - kanska var tað
júst hetta, ið fekk Sven-
Bertil at fara at syngja
vísur. Kanska var valið
avgjørt frammanundan.
Hann er jú uppvaksin
við hesum. Hann kennir
umhvørvid, sum Fritiof
Andersson(Evert Taube)
ferðaðist í. Hevur ferð-
ast saman við faðirinum
út í skergarðin, Rosla-
gen, Furusund og aðra-
staðni.
Hann veit, nær allir
sangirnir vórðu yrktir -
og hví teir vórðu yrktir.
Hann hevur hoyrt og
sungið allar hesar 100-
tals sangirnar líka frá
vøgguni. Betri fortreytir
fært tå ikki, skalt tå
gerast góður Evert
Taube-tulkari.
Stórt skald
Faðirin, Evert, er eitt
hitt størsta skald, sviar
hava átt, og verður mett-
ur javnt við Bellman.
Vísur hansara hava altíð
verið vælumtóktar í Før-
oyum, og Herman o.a.
hava føroyska& nakrar
teirra. Evert Taube var
fjølbroyttur sum fáur og
var ein hin fyrsti at
tvinna saman norður-
lendskan og suðuramerik-
anskan fólkatónleik(hann
sigldi í Suðuramerika í
eitt áramál). "Fritiof och
Carmencita" er suðuram-
erikanskur tango - men
neyvan fært tú ein tango
meiri norðurlendskan.
Góður tulkari
Men var faðirin tann,
ið skrivaði øll hesi orð
og løg, so er Sven-Bertil
so nógv tann frægari
sangarin. Tað sigur í
grundini ikki so nógv -
Evert var ikki kendur
fyri sítt vakra mál - men
heppin var hann, tá ið
hann ikki longur orkaði
at syngja sjálvur, at hann
átti ein son, sum var før-
ur at bera arvin víðari.
Hjá mongum ungum
hevur Evert vakt áhugan
fyri skaldskapinum hjá
pápanum - fólk, ið bert
kendu Evert Taube sum
ein elligamlan mann, ið
sang falskt(Hann var
nakað deyvur tey seinnu
árini).
Men kanska er tað
mest úti í heimi, at hann
hevur gjørt fólk varug
við Svøriki og teir báðar
- Bellman og Taube
Las úti í heimi
Hetta fór hann undir
longu í ungum árum.
Hann tók studentsprógv
í USA í 1954 og gav um
somu tíð út fyrstu plátu
sína "Swedish Songs and
Ballads". Síðani lærdi
hann gittarspæl i Spania.
Og hann man vera eins
kendur úti í heimi sum i
Nordurlondum - bæði
sum Bellman- og Taube-
tulkari og sum umbod
fyri nordurlendskan sjón-
leik. Hann hevur spælt
inn fitt av filmum, bæði
á svenskum og enskum,
og staðið á palli víða um
heimin. Tidliga høvdu
leikstjórar og konsert-
fyrireikarar um allan
heim boð eftir honum.
Setir tónleikin
fremst
Men Sven-Bertil legg-
ur størsta dentin á at
vera tónleikari - hevur
konsertir, ger útvarps-
og sjónvarpssendingar og
Sven-Bertil Taube er
heimskendur bæði
sum vísusangari og
sjónleikari. Hetta er
fyrstu ferð, hann er í
Føroyum.
Farið varð undfr
at selja atgongu-
merkir til jazz-
stevnuna hósdag-
in. Sjålv stevnan
byrjar kl. 19 tys-
kvøldid, og (tå
syngur Sven-
Bertil Taube m.o.
Stevnan heldur
fram øll gerandis-
kvøldini i næstu
viku og endar
friggjakvøldid.
Atgongumerkir
kosta 130 kr fyri
hvønn dag og
420,- fyri alla
vikuna.
Føroyskir
leikarar
Hóvasták,
Menn,
tón-
vera:
Rock
Plúmm,
Maria Guttesen,
Gentukórið Suð,
Tuba Mirum, Jazz
Oasis, Glymur
(Rytmiskt kór),
James Blues Band
og Sámal Ravns-
fjall Blues Band.
spælir inn plátur - so
filmirnir verða ikki so
nógvir. Sven-Bertil er
eisini sjónleikari og ar-
beiðir á Kungliga Drama-
tíska Teatern(Dramaten)
í Stockholm.
Umframt at hava
konsertir í New York
nokk so javnan er hann á
hvørjum ári í Tivoli í
Keypmannahavn við
nýggjari skrá.
Hann kemur til Føroya
við hesu spildurnýggju
skránni - tveir dagar
seinni verður hann at
hoyra í Tivoli.
- Henda skráin er ætlað
til tær stóru konsert-
hallirnar í øllum teim
norðurlendsku hgvuðs-
stødunum - so at vit fáa
hann hendavegin við so-
vorðnum tilfari haldi eg
vera Gført, sigur Brandur
Øssurson.
Hvør henda skråin
verdur, veit bert Sven-
Bertil sjålvur. Brandur
veit ikki.
fe]
Hotel Tvøroyri
Hotellið er stongt frå 1. august og vit
takka viðskiftafólki okkara fyri gott sam-
starv í góð 32 ár.
Heilsan
Hotel Tvøroyri