Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 145 — 8. august 1991 Javnaðarflokkurin og serliga Atli Dam upp í »kørid«: Fiskivinnufeløgini gerast til syndabukk — fyri tann økjandi studningstørvin — Javnaðarflokkurin og serstakliga Atli Dam, er nú farin upp í tað »korid«, sum skal gera fiskivinnufelogini til syndabukk fyri tann okjandi studningstorvin, sum hvat råfiskagrunninum vidvikur gjordist sera stórur í 1988 vegna fallandi markn- aðarprísir. Tað er so sanniliga at avrætta bakara fyri smið, tí tað er Atlasa egna skuld, at vit ikki fingu marknaðarbúskap fyri virkir og fiskasølu í 1987, skrivar Óli Jacobsen, formaður í Foroya Fiskimanna- felag, m.a. í greinini, sum eisini er eitt aftursvar til Thomas Arabo, landsstýris- mann. Kollveltingin í Javnaðarflokkin- um: Onnur sega um tá fiskimannafelagið kundi brúkast. Endiliga er frá (næstan) hægsta stað í javnaðar- flokkinum komið eitt svar uppá spurningin um við- urskiftini millum flokkin og fakfeløgini. Heilt stutt er niðursteðan, at fyri fak- felogini finst eingin javn- aðarflokkur longur, men komið verður aftur til „svarið< í seinni greinum. Áður hevur verið greitt frá, hvussu javnaðarflokk- urin í 1985 kundi nýta vinnufeløgini í samband við studningsnevndina. Her skal verða greitt frá tá javnaðarflokkurin eftir uppskoti frá FF fekk sam- tykt tann marknaðarbú- skap fyri flakavirkini, sum er grundarlagið fyri verandi kapping millum flakavirkini. Henda med- virkan frá FF verður í dag burturtegd av javnaðar- flokkinum. Annars er seg- an henda: Gjegnum mong ár vóru menn greiðir yvir, at tað var galið við okkara prís- ásetingarskipan fyri rá- fisk. Men eingin hevði havt nakað ítekiligt upp- skot um aðra skipan. Tann fyrsti, sum kom við slíkum uppskoti, var eg sjálvur á fiskivinnutingi í 1986. Hetta uppskot bygdi á marknaðarbúskap og eftirtíðin hevur víst, at tað var júst henda broyt- ing í prísásetingini, sum skuldi verið framd tá bein- anvegin. Atli Dam setti tá eina nevnd, hvers uppgáva var at tilevna eitt lógarupp- skot, sum bygdi á hesi sjónarmið. Men syrgdi fyri, at uppskots- stillarin ikki kom við í hesa nevnd. Hinvegin var fiskivinnustjórin, saman við eðrum úr umsitingini, við í nevndini. Sigast kann stutt, at henda nevndin saboteraði málið. Hon kom á vári 1987 við einum uppskoti, sum var enn ørari enn tann skipan, sum var í gildi. Samb. hes- um uppskoti, skuldu virk- ini gjalda prís fyri fiskin samb. teimum marknaðar- prísum, sum vóru gald- andi aðrar tíðir í árinum!! Hetta uppskot var deyða- demt og síðan kom einki meira frá hesi nevndini. Men nú fór valið í 1988 at nærkast, og tá Atli Dam eisini var lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, var neyðugt fyri hann, at okkurt kom at henda í spurninginum um prísáseting. | Framman- undan var ikki tað stóra hent á fiskivinnugkinum, burtursæð frá studnings- nevndini, har vinnan hjálpti honum at minka um kg. studningarnar við 100 mill., sum áður greitt frá. Hetta er eisini gloymt í dag!!! Men dagin fyri ella ann- an dagin fyri seinastu freist at leggja fram upp- skot á ting í seinastu ting- setu undan valinum, varð eg boðsendur út í Tinga- nes, har Atli Dam nú terv- aði hjálp at smíða eitt lógaruppskot, sum kundi koma ístaðin fyri ta óbrúkiligu prísáseting, sum tá framvegis var galdandi vena áður- nevndu sabotagu. Úrslitið var eisini tað uppskot, sum varð samtykt í 1988, og sum ásetti marknaðar- búskap fyri flakavirkini. Av ymsum orsekum tók tað 1'4 ár at seta skipan- ina í verk. Orsekin var m.a. tann, at landsstýrið bert hevði latið uppskotið fingið nakrar einkisigandi viðmerkingar, tá uppskot- ið varð lagt fram. Tí komu ymsir tulkingarspurning- ar at darva endaligu við- gerðini. Ikki lætti tað heldur um, at vit beint tá hevdu ringastu markn- aðarkreppu nakrantíð og hetta gjørdi umskifti til eina nyggja skipan tvør- liga. Hóast hetta lå nógv fyrireikingararbeiði aftan- fyri, tá skipanin varð sett í verk við árslok 1989, sum ásetti at virkini í staðin fyri x kr. pr. kg. skuldu fáa 50% av prís- vekstri. Skipanin virkaði beinanvegin og longu í januar 1990 varð kapping- in millum virkini byrjað. Hóast hetta er javn- aðarflokkurin, og serstak- liga Atli Dam, nú farin upp í tað „kórið<“, sum skal gera fiskivinnufelog- ini til syndbukk fyri tann økjandi studningstervin, sum hvat ráfiskagrunnin- um viðvíkur gjerdist sera stórur í 1988 vegna fall- andi marknaðarprísir. Tað er so sanniliga at avrætta bakara fyri smið, tí tað er Atlasa egna skuld, at vit ikki fingu marknaðarbú- skap fyri virkir og fiska- selu longu í 1987. Og tekkina frá flokkin- um fær ein nú í svarinum frá Tummas Arabo, har hann heldur eina av orsek- unum til verandi ringu viðurskifti millum vinn- una og landsstýrið vera teir fyrrverandi limirnir í ráfiskagrunninum, sum nú eru limir í Fiskivinnu Starvsnevndini, og sum ikki hava innstillað seg uppá eina broytta lóg- gávu. Burtursæð frá frek- leikanum í hesum, sum seinni skal komast aftur til, so er hetta beinleiðis endurteka úr fólkafloks- partinum av løgmansrød- uni!!! Oli Jacobsen Sida 11 Oyggjaleikabandið fæst á hesum stóðum: 56450 44275 41525 47008 47859 21083 22255 24282 33567 61101 71930 73529 Klaksvík: Radiohandilin v/ Anfinn Petersen Fuglafjørdur: Kiosk Mikro v/ Dånjal og Katrinu Vang Gøta: Shellstødin í Gøtudali Runavík: Radiobúðin v/ Eyðun Joensen Strendur: Statoilstødin Kollafjørður: Statoilstødin í Kollafjarðardali Við Streymin: Shellstødin v/ Leif Niclasen Vestmanna: Shellstødin v/ Jóannes Fonsdal Vágar: Gávubúðin á Flogvøllinum Sandur: Ásmund Johannesen, Bilverkstaður Tvøroyri: Video 86 v/ Rudolf Nielsen Vágur: Elektronikbúðin og í Tórshavn 13740 11523 18320 11604 11560 19665 12112 18612 > 14770 11220 15132 Kiosk Aktiv v/ Marthu Hansen Kiosk Blákollan v/ Jónfinn Vestergaard Kiosk Steinatún v/ Såsonnu Vinther Kiosk Ternan v/ Gudrun Mortensen Kiosk Centrum i Handilskjarnanum v/ Charles Jacobsen Kiosk Bambus v/ Sólfríðu Jacobsen Shellstødin á Frælsinum Shellstødin við Ringvegin Bilmidstødin i Gundadali v/ Knut Jacobsen LM Handilin i SMS DER i N. Finsensgøtu v/ Unnur Lassen Kann eisini umbiðjast beinleiðis á tlf. 1 1196, tlf. 14688 ella telefax nr. 12421.