leygardagur 10. august 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Scansat/TV3
Leygardagin kl. 20.00:
Quincy
Quincy illtonkir ein mann at hjålpa goml-
um fólkum at doyggja. Tey búgva á ein-
um røktarheimi. Tvey fólk eru deyð, men
obduktión vísir einki óvanligt. Quincy
óttast at tað er ein av læknunum, dr.
Richard Franklin, sum hevur ábyrgdina.
Leygardagin kl. 21.00:
Hands Of A
Stranger
Am. filmur í tveimum pertum bygdur á
skaldsegu eftir Robert Daleys við sama
Armand Assante
heiti. Joe Hearn er ein dugnaligur løg-
reglumaður, sum verður fluttur at ar-
beiða á eini narko-deild í Manhattan í
New York. Hetta hevur verið dreymur
hansara leingi — men nú verður tað ein
marra ístaðin. Stutt eftir verður kona
hansara, Mary, álopin og neyðtikin. Joe
fær ikki loyvi sjálvur at kanna málið,
men granskar kortini í loyndum. Diane
Benton, sum arbeiðir við neyðtekumál-
um, hjálpir honum
Sunnudagin kl. 19.00:
Living Together
Henda segan er úr gerandisdegnum, har
vit hitta systkini Annie, Reg og Ruth,
konu Reg, Sarah og mannin hjá Ruth,
Norman. Annie býr saman við avlamnu
mammu síni í einum gomlum húsum út:
á landinum. Systkini koma eina hegtíð at
avloysa Annie. Annie ætlar í loyndum at
hitta svágin Norman, men Sarah upp-
dagar tað, og hon syrgir fyri at Annie
ikki fær frí.
Mánadagin kl. 21.00:
I Could Go On
Singing
Enskur filmur frá 1963 við Judy Garland
í hevuðsleiklutinum. Kenda amerikanska
songstjørnan Jenny Bowman kemur til
London at hava konsert í Palladium.
Men orsøkin til vitjanina er at hitta tvey
fólk — fyrrverandi mannin David Donne
Bert dómarin kann steðga dystinum
— ikki teknisk brek,
tá tú hyggur í sjónvarp frá D:E:R!
Skuldi tað tó hent, eru vit sum
snarljós við einum umbýti
e Allar gerandisdagar millum kl. 10 og 17
e Altíð fría tænastu
e Altíð frían umbytingarrætt
e Altíð eitt skilagott tilboð frá
VIDEO
HI-FI-TV
Niels Finsensgøta 12 - Tlf. 151 32
hevur sjånvørp til leigu
Nr. 146 — 10. august 1991
Judy Garland
og sonin. Hon før frá teimum fyri fjúrtan
árum síðani og vil nú hitta sonin aftur.
Mánadagin kl. 22.45:
Le Rire de Cain
Fimti partur i hesi fronsku sendirødini.
Netta hevur fingið ringar nervar og ligg-
ur á sjúkrahúsinum. Ted og Rebecka
búgva á slottinum, men tey eiga ongar
pengar og mugu lívbjarga sær av gren-
metinum, tey hava. Arnold kemur at
vitja og sigur, at Rocky býr hjá honum.
Rocky vinnur sær nógvar pengar á
svarta-bers, og Arnold skjýtur upp, at
hann og Rocky skulu flyta inn á slottið at
hjálpa upp á fíggjarsteðuna hjá Ted og
Rebecku. .
Týsdagin kl. 20.05:
Kvinnuklinikkin
Joanne og Leo eru ikki samd um viðgerð-
ina av einum tvær vikum gomlum pinku-
barni við hjartafeili. Leo ætlar at brúka
medisinska viðgerð, meðan Joanne held-
ur einasta meguleika vera skurðviðgerð.
Foreldrini at barninum hava fyrr mist
eitt barn, tá ið tað fekk skurðviðgerð fyri
hjartafeil, og mamman aftrar seg fyri
hesum viðgerðarhátti. Eva Clavert fær
vitjan av 16 ára gomlu systirdóttir síni,
Donnu
Tysdagin kl. 0.05: |
Bláu eyguni
Remi og Salvatore eru altíð saman. Teir
ferðast runt í vogninum hjá Salvatore.
Ein dagin kemur Pol Zweelo, sum Remi
kennir frá fongslinum. Hann
hvussu teir kunnu gerast ríkir
veit,
Mikudagin kl. 20.00:
Life And Death of
Penelope
Tá ið Imogen kemur heim úr veitslu er
sir George Cartwright í kamarinum hjá
Penelope. Hann hevur nýliga gingið sam-
an við Penelope, og sigur at hann er kom-
in at geva henni lyklarnar. Men Imogen
trýr honum ikki, og ringir til løgregluna,
tá ið hann er farin. Legreglan setir seg í
samband við konu hansara, Helen, sum
sigur, at maður hennara var inni tað
kveldið, Penelope doyði. Men er hetta
sannleikin?
Mikudagin kl. 21.00:
Heart Beat
Am. filmur frá 1980 bygdur á sjálvbio-
grafi hjá Carolyn Cassady. Hetta er søg-
an um Carolyn og Neal Cassady og besta
vin teirra, rithevundin Jack Kerouac.
Neal er fyrrverandi fangi, sum livir eitt
óvanligt lív. Hann er tað, tann ungi Ke-
rouac fegiun vil vera, og saman ferðast
teir tvørtur um Amerika. Á eini ferð
hitta teir Carolyn Robinson, sum kemur
frá einum konservativum heimi. Neal
giftist við henni, meðan Kerouac aftur
fer at fjakka. Átta ár seinni metast tey
aftur
Hósdagin kl. 21.00: |
The Last Bastion
4
Robert Vaughn
Australskur filmur bygdur å veruligar
hendingar. Søgan fer fram undir seinna
heimsbardaga, meðan Australia ýður av
fíggindaherliðum. Australsku herliðini
flestell eru í Afrika og John Curtin roynir
at fáa Churchill at senda nekur aftur. Tá
ið einki hendir, vendir hann sær til
Amerika og Roosevelt og greiðir frá, at
Australia er »seinasti virkismúli< millum
japanarar og Amerika. Um Australia fell-
ur er vegurin opin til eina beinleiðis inn-
rás á vesturstrondini av Amerika. Roose-
velt biður Douglas MacArthur hjálpa
Curtin at byggja upp eina verju til
Australia.
Fríggjadagin kl. 19.00:
Magnum P.I.
Kvinnan á strondini
Ein vekur kvinna steðgar Rick á strond-
ini og biður hann hjálpa sær. Síðani
hvervur hon. Rick biður Magnum hjálpa
sær at finna hana aftur. Leitingin ferir
teir til eina viðarlund, har ein gamal
maður ansar eftir.
Fríggjadagin kl. 21.00:
Flower Drum Song
AMerikanskur musical frá 1961. Segan
fer fram í San Fransisco Chinatown, har
hin vakra Mei Li og pápi hennara koma.
Tey eru smuglað inn í landið frá Hong
Kong. Mei Li er vald út at giftast við
nåttklubb-eigaranum Sammy Fongs.
Sammy veit einki um hetta og hann verð-
ur kløkkur, tá ið hon kemur í nåttkluban.
Men uppaftur klekkari er gentan hjá
honum, songkvinnan Linda Low.