leygardagur 10. august 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 146 — 10. august 1991 SA SOSÍalUrin
| Spastikarafelagið
— eitt virkið felag
Frá komandi månakvøldi skipar Spastikarafelagið fyri bingo
annaðhvórt månakvøld, og fólk fáa eisini høvi at gerast limir,
nú girokort verða send í hvórt hús í Fóroyum fyrsta dagin
Hesi seinastu árini eru
komin upp ymisk nýggj
feløg, sum kenna sum sítt
aðalmál at rgkja serligu
áhugamál teirra, ið vegna
sjúku, brek ella annað
kanska ikki sjálv eru so
væl før fyri ti.
Eitt av hesum feløgum
er Spastikarafelagið.
Sum navnið sigur, arb-
eiðir felagið serliga fyri at
betra kor teirra, ið eru
spastikarar — t.v.s. at tey á
einhvønn hátt eru tarnað í
rørslum, talu ella á annan
hátt likamliga. Men felag-
ið arbeiðir tó ikki bert fyri
spastikarar, men eisini fyri
fólk við øðrum lamningi.
Í nýggju nevndini, sum
varð vald í maí, sita: Sigr-
ið Sivertsen, formaður,
Mia Petersen, næstfor-
maður, Jóan Petur Joen-
sen, kassameistari, Katrin
Johansen, skrivari og Sól-
gerð Gaard, nevndarlimur.
Skipa fyri tiltøkum
>Vit ætla nú at fara til
verka við nøkrum tiltøk-
um, sum skulu kunna upp-
lýsa fólk, og eisini tiltøk-
um, sum kanska kunnu
geva nøkur oyru av sær til
arbeiðið og okkurt, vit
hava sett okkum fyri at
uppnáa,< sigur Sigrið Siv-
ertsen.
Og tá hon kemur inná at
skula uppnáa nakað, sip-
ar hon serliga til ætlanir
felagsins um at fáa ein bú-
stovn, sum kann hýsa
rørslutarnadum, so tey
eins og javnaldrarnir
kunnu fáa høvi at flyta
heimanífrá, men sam-
stundis ikki longur burtur,
enn so at tey altíð kunnu
koma í samband við for-
eldur og familju.
»Umstødurnar hjá teim-
um rgrslutarnaðu í dag eru
ikki stórt frægari enn um-
stødurnar hjá teimum
evnaveiku, sum vórðu
send av landinum til fyri
nøkrum árum síðani,< sig-
ur Sigrið Sivertsen.
»Kunnu tey ikki vera
heima, skulu tey rørslu-
tarnadu annadhvørt vera
millum evnaveik, ella
verða send niður. Og tað
er ikki, hvat vit eiga at
kunna bjóða teimum í
dag.<
Fyrsti í Føroyum
Men skal ein slíkur bú-
stovnur, ið verður fyrsti av
sínum slag í Føroyum,
gerast veruleiki, er neyð-
ugt at fáa pengar til vega,
tí skal talan vera um ein
sokallaðan sjálvsogn-
arstovn, má felagið sjálvt
eiga 20% at seta í stovns-
fæið.
Tí er tað, at Spastikara-
felagið nú fer undir at fáa
pengar til vega við m.a. at
skipa fyri bingospæli.
Tey byrja månakvøldid í
veitsluhøllini á Lands-
sjúkrahúsinum, og so er
ætlanin at halda fram
gjøgnum veturin i nyggja
B36-húsinum, tá tað verð-
ur klárt til tað í næsta
mánað.
>Men vit vildu eisini
fegin havt fleiri limir, sum
kundu stuðlað okkum í ar-
beiðinum og sjálvir verið
við til at gjørt ein innsats
fyri tey rørslubrekadu, og
tí fara vit nú at geva fólki
hendan møguleikan,« sig-
ur formaðurin. >Fyrsta
Spastikarafelagid fer
hesa komandi tíðina at
skipa fyri ymsum til-
tókum, og er m.a. ætl-
anin at
bústovn
fáa
Mynd: Hilmar Jan
dagin senda vit giro- og
tilmeldingarkort í hvørt
hús í landinum, so fólk á
tann hátt kunnu gerast
limir í felagnum.<
Upplýsandi fundur
Av ødrum tiltøkum,
felagid fer undir i kom-
andi tidini, er eisini at
skipa fyri einum upplys-
andi fundi, sum fer at vera
á Hjålpart6lamidstødini
22. august.
Við á ti fundinum vera
danirnir Helena Ravnbo
og Jørgen Reimers. Hon
er fysioterapeut og ridilær-
fyri
rørslutarnad, so tey
kunnu sleppa undan at
skula flyta niður.
FÅ
ari og hevur yvir 20 åra
royndir vid riding fyri
rørslutarnad, sum millum
annað varð umtalað í sjón-
varpinum herfyri, og hann
er barnaortoped og yvir-
lækni, somuleiðis við
drúgvum royndum aftan-
fyri seg.
A hesum fundi kunnu
fólk eisini koma við yms-
um spurningum og annars
fáa kunning um ymist, ið
serliga vidvikur spastikar-
um.
»Spastikarafelagid fer
eisini i komandi viku at
skriva út eina búmerkja-
kapping, so vit kunnu fáa
eitt gott og vælegnað bú-
merki,< sigur Sigrið Siv-
ertsen.
Uppskotini skulu vera
inni áðrenn 1. september,
og vóna vit at fáa fleiri
uppskot at velja ímillum.
Vinnandi búmerki fær
1.500 krónur í virdisløn.
Uppskot til búmerkja-
kappingina skulu sendast
til hesa adressu: Spastik-
arafelagið v/Sigrid Sivert-
sen, Hvitanesvegur 8, 188
Hoyvik.
hj.
Ikki færi enn 15 ferdir
vóru teir niggju kabarett-
leikararnir á pallinum við
ólavsgkukabarettini í ár.
Og tey, ið fegin vildu
síggja hesa skemtiligu og
sera góðu framførslu, vóru
hesaferð ikki færri enn
3.300 í tali.
Tað var nevniliga útselt
hvørja, hon varð framførd.
Seinasta eykasýningir
skuldi eftir ætlan vera
månakvøldid kl. 19, men
eftir litlari løtu varð útselt,
og tá so ein
eykaframførsla varð sett á
skrånna. Og ikki gekk
long løta, so var eisini
útselt til ta seinnu hetta
kveldið.
Men avmarkað er,
hvussu leingi tey, ið leik-
að, kunnu blíva við, og
varð seinna framførslan
månakvøldid eisini tann
allarseinasta hesaferð.
26 ymisk innsløg
í hálvanannan tíma
Olavsøkukabarettin í ár
vardi hálvanannan tíma,
og innan fyri hendan í
roynd og veru rættiliga
tronga tíðarkarmin
framførdu tey níggju
leikandi ikki færri enn 26
ymisk innsløg.
Men hóast orðatakið sig-
ur, at skjótt er skitið verk,
var tað ikki tað, tey fingu
at sanna, ið vóru so heppin
at síggja kabarettina.
Tvgrturímóti hava
allastaðni frá ljóðað
rósandi orð um tað ófóra
góða skemtið, ið heldur
ikki longur er litað nakran
ávísan veg, men stutt og
greitt miðjar eftir at finna
3.300 sóu
kabarettina
Tey niggju, sum heilar
15 ferðir framfórdu
ólavsókukaharettina
fyri fullum sali í Sjón-
leikarhúsinum í Havn,
høvdu funnið ymist
stuttligt fram at undir-
halda fólki við á ólav-
søku og vikuna aftaná.
Millum annað var rús-
drekkalógin at finna á
skránni. Mynd: Tho-
mas Johannesen
tað stuttliga á øllum okjum
og innan allar bólkar her í
landinum.
Elvdu til fríandi látur
Soleiðis varð skemtað
við løgmanni, fuglfjarðar-
presu og Sissel Kyrkjebø,
rúsdrekkalógini, lands-
liðnum og mongum gðr-
um, ið gjøgnum farna árið
kann hava givið íblástur
til mangan góðan látur —
um ikki fyrr, so nú, tá
Olavsøkukabarettin fortaldi
fólki tað stuttliga í mong-
um, tey kanska ikki høvdu
givið sær far um áður, men
nú máttu yvirgeva seg ul í
fríandi låtri.
Seinastu árini hevur ól-
avsøkukabarcttin verið eitt
tað besta fíggjarliga í-
skoyu hjá Sjónleikarhús-
inum i Havn, og ikki er
tað ilt at skilja. 15
framførslur á rað fyri
stúgvandi fullum húsum
skuldu helst sæst aftur
onkunstaðni...
hj.