Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 — 193. august 1991 Smíða fóroyskan bát í Árhus: Mikkjal 17 Hanus aftur á ferð Teir báðir bátasmiðirnir Mikkjal Miller og Hanus Jensen i bátsmiðjuni i Faksagótu, í tí tíðini tá nokk var at gera. Í dag er eftirspurningurin eftir føroyskum bátum næstan heilt steðgaður upp Hava eisini fingið fyrispurning at smíða bát við Volga ánna í Ruslandi Nú eru aftur boð í útland- inum eftir føroyskum bátasmiðum. Er lítið ella einki at gera heima í Før- oyum, so er av og á okkurt tilboði, sum er vert at taka av í útlondum. Hesaferð er tað danski stórbýurin Á Skansanum í Stokholm .Mikkjal og Hanus eru júst lidnir við fýra- mannafarið Árhus, sum vil sýna sínum mongu íbúgvum og summargestum tveir før- oyskar båtasmidir smida eitt fýramannafar. Tað eru teir báðir Mikkjal Miller og Hanus Jensen, sum skulu smíða ein bát í "Århus Festuge”, sum verður í døgunum frå 5. til 12. september. Hetta er árligt tiltak í Árhus, sum minnir ikki sørt um okkara tjóðarhátíð ólav- søkuna. Den Gamle By Veitsluvikan fer fram ymsa staðni í Århus men høvudskarmurin um vik- una er tann sera vakri og áhugaverdi býlingurin "Den Gamle By", ið liggir miðskeiðis í býnum. Her hava árhusbúgvar megnað at varðveitt ein keypstað frá teirri gomlu tíðini við sínum sermerktu húsum, gøtum og annars øllum ti, sum hoyrdi einum tåtidar byi til. Den Gamle By er sum so eitt stórt opið forn- minnissavn, sum helst er eindømi i Norðurlondum. Tad er i hesum gamla bynum, at teir bådir før- oysku båtsmidirnir um stutta tíð skulu til at smíða eitt føroyskt Tad er Anders fyramannafar. føroyavinurin, Errbo, sum hevur fingið hetta tiltakið í lag. Hann kenna vit frå Østjydsk Musikforsyning. Hann tekur sær av tí mentanarliga partinum av "Árhus Festuge", sum í ár hevur sum høvudsevni Norðurlond og serstakliga londini í útnorði. Fleiri føroyskir tónleikarar og bólkar fara at luttaka í Her eru teir í eini hóll í ti franska Bretagne og smíða eitt fýramannafar vikuni, umframt teir báðar bátasmiðirnar. Fleiri hundraðtúsund fólk vitja Ætlanin er, at teir skulu fara til Árhus tvær vikur undan Festvikuni og smíð- a gott og væl hálvan bátin. Ta vikuna veitsludagarnir verða hildnir skulu teir so gera bátin lidnan á torg- inum í Den Gamle By og skulu teir so eisini sjóseta bátin í ánni har tann sein- asta dagin. Roknað verður við at fleiri hundraðtúsund fólk vitja í Den Gamle By í veitsluvikuni, sum er tann århusianska ólavsgkan. Svøriki og Fraklandi Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir báðir ungu bátasmið- irnir eru boðsendir at koma til útlandið at smíða føroyskan bát. Í 1988 vóru teir í Svgríki og í Frak- landi og smíðaðu bátar. I Svøriki smíðaðu teir eitt fýramannafar á tí til- tikna og vakra staðnum í Stockholm, Skansanum. Tað varð Norðurlandahús- ið í Føroyum, sum skipaði fyri tí tiltakinum, har eisini hópurin av øðrum føroyingum var við. Sama árið vóru teir so eisini í Fraklandi. Frak- lendingar hava sjey ment- anarhús kring alt landið og eitt teirra er í Britagne. Har vildu teir vísa fram ymiskt frá londunum í út- Síða 5 norði og harimillum Før- yum. Ætlanin var at læna bátar frá forminnissavn- inum, men tað varð ikki til nakað. Bárður Jákupsson skjeyt tá upp heldur at lata teir báðar smíða ein bát í Fraklandi og hetta tilboð hóvaði væl fraklend- ingum. Tann báturin varð smíðaður í býnum Dournenanez. Vert er í hesum sambandi at nevna, at teir báðir fronsku trolararnir, sum herfyri vóru á Skála, komu úr hesum býnum. Mikkjal og Hanus hava eisini smíðað føroyskan bát ul líknandi hátíðarhald í Føroyum. Tað var nøkur ár herfyri, tá teir í sam- bandi við eina stóra før- oyaviku smíðaðu eitt fýra- mannafar í Norðurlanda- húsinum. Til Ruslands! Teir báðir siga við Sosialin, at teir eru fegnir um at fáa høvi at fara í útlondini at vísa fram føroyskt bátasmíð, ti her heima er so gott sum einki at gera, sum tíðirnar eru vornar. Teir hava annars fingið ein fyrispurning um at koma til Ruslands at smíða ein bát við Volga ánna, har teir gomlu víkingarnir ferðaðust. Um tað verður til nakað er enn óvist. Men nú gongur leiðin so til Árhus. jan