Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 — 13. august 1991 Síða 13 B36 og HB lova góða finalu: Í annadkvøld hittast tey bæði havnarfelggini í fin- aluni um løgmanssteypid. Sum vanligt, verður final- an spæld i Gundadali, so heimligum um- hvørvi, B36 og HB sleppa at royna seg. Sosialurin hevur hav eitt lítið prát við teir báðar lið- formenninar, Tummas Eli Hansen úr B36 og Kaj Leo Johannesen úr HB, nú tað Stundar til finaluna. Báðir ivast teir ikki í, at um bert veðrið verður til vildar, verður fult av fólki í Gundadali i annadkvøld, tá hesi bæði liðini fyri sjeyndu ferð hittast í eini føroyskari steypafinalu. HB hevur vunnid seks ferdir, medan B36 hevur vunnið ta einu ferðina. Góðar traditiénir >Vit í HB hava í hvussu er góðar traditiónir í steypakappingini, so okk- ara partur fer ikki at liggja eftir, nú vit hava møgu- leikan at vinna okkara 23. steypafinalu,< sigur Kaj Leo. »Og tá m6tstødulidid eitur B36, er næstan ikki neyðugt at gera nakað sum helst, fyri at spælararnir tað er í Hvergin | vil tapa skulu vera uppsettir til at 3 3 gera sítt itarsta fyri at vinna.« Hevur HB nógvar og góðar tradiliónir í steypa- kappingini, kann ikki júst tað sama sigast um B36, og í øllum fórum ikki hesi seinastu árini. Men harvið er ikki sagt, at tað ikki fer at eydnast teimum at skapa sær traditiónir. »Eingin av okkum, sum eru á liðnum nú, hevur nakrantíð verið við í eini steypafinalu fyri B36. Kári Reynheim var í onkrari, tá hann spældi við HB, og Sofus Clementsen hevur verið í finaluni saman við B71,« sigur Tummas Eli Hansen. >Men tað forðar so avgjørt ikki okkum í at fara inn á vøllin fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjør- ligt, og so er hartil at við- merkja, at vit jú hava ein ávísan ósigur at hevna.« B36 tapti 9-1 á HB í 1962 — og vann FM! Sum vælsaktans gllum kunnugt tapti B36 lands- kappingardystin fyri góð- ari viku síðani móti HB við senastionellu sifrunum 2-8, og tað er ikki nakað, B36'ararnir ætla at endur- taka. >Um vit hyggja at goml- um úrslitum hjá B36, so er líka við, at ein má siga, at hatta tapið bar góð boð.< sigur Tummas Eli. >Tá B36 varð føroyameistari í 1962, tapti liðið 9-1 í gðr- um dystinum móti HB, so handan ósigurin hava vit ikki í kvittanum at dragsa aftaná okkum í finaluna í annadkvøld.« Bæði lid fullmannað Bæði liðini eru at kalla fullmannað, so alt bendir á, at bæði áskoðarar og spælarar kunnu fáa ein góðan dyst í Gundadali í annaðkveld. Einasti spæl- ari, ivi stendst um, er Nic- las Johannesen úr HB, sum friggjakvøldid breyt øsbeinid. Annars eru allir å bådum lidunum »fit for fight.« >Vit eru fult út greiðir yvir, at B36 fer at gera alt fyri at hevna 8-2-ósigurin, men tað rørir okkum ikki,« sigur Kaj Leo at enda. >Hóast teir koma á vøllin fyri at fáa lent okkum tað aftur, fara vit á vøllin at staðfesta, at vit saktans enn einaferð kunnu endurtaka ein sigur á B36.< Kaj Leo Fahannesen HB og Tummas Eli, B36 eru hugsunarsamir undan fi inaludystinum í annadkvøld. Alt bendir á, at tað verður ein góð finala, ti í einari slíkari lokaluppgerð sum hesari man ikki standa á at fáa spælararnar uppsettar. Mynd: Hilmar Jan Spennandi verður so mikukvøldid at siggja, hvør av teimum bådum liðformonnunum fer at vera við yvirlutan. Í hvussu er vendir alt á, at liðini fara at gera sítt besta, og tá plagar ikki at svitast, at hesir lokaldyst- irnir eru bæði góðir og spennandi. Eitt kunnu áskoðararnir í øllum fórum vera vísir i: Hvørgin vil tapa! hj. 3. deild: Botnstríðið gerst alsamt tættari 10. leikumfar staðfesti, at EB mest álvarsamt eltir HB á veg í 2. deild, meðan stríðið at sleppa undan niðurflyting gerst alt tættari eftir at botnliðið KÍ vann og harvið lat Fram einsamalt eftir í botninum. Tað er eingin slingur í valsinum hjá HB. Eisini torføra útidystin móti TB, m.a. mannað við gomlum meistaraleikarum sum Ásmund Nolsee, Róland Serensen, Vilmund Mic- helsen og Henrik Thom- sen. 6-3 vann HB. Vilmund javnaði út 1-1 fyri TB og Ásmund minkaði til 2-3 og 3-4 upp á brotssperk. Tað vóru ungir menn við fót- bóltsframtíð, sum skor- aðu HB málini: Ivan Weihe 2, Sámal Erik Hentze 2, Eyðun Samuel- sen og Súni Reinert hver sítt. Og í síðstu sekundun- um misnýttu teir eitt brotsspark, men stigini fingu teir norður aftur við álíkavæl. Eiðismenn liggja fram- við, tá tað ræður um upp- flyting. Hesaferð galt tað ÍF á Melini. Eftir málleys- an 1. hálvleik skoraði Ólavur Heghamar tvær ferðir. Báðu ferðirnar eftir óbeinleiðis frispark, dømt i brotsteiginum, ti mål- verjin ikki mintist nyggju målverjureglarnar. Leikhugurin synist stør- ur á Eiði. Nógvir eru um boði at manna 3. deild, og teir rokna við at varðveita somu styrki , hóast Jens Petersen og Súni í Kolls- byrgi takast við sjólívið og Virgar Dahl vegna skaða ikki kann vera við meiri í ár. Til NSÍ dystin komandi sunnudag verður Jógvan Sólsker afturkom- in úr summarfrí. B68 hevndi ósigurin í 1. deild móti NSÍ. 2-1 sigur- in var ruddiliga uppiborin, og liðið tykist rættiliga hava fótað sær eftir laka byrjan. Petur Gaardlykke stút- aði heimaliðið framum miðskeiðis í 1. hálvleiki. Korter inni í 2. hálvleiki javnaði Gestur á Líkna- getu, sum í letuni ikki verður mettur nóg góður til 1. deild. Málið kom eft- ir hornaspark og trunka- spæl í brotsteiginum. Gaardlykke hálaði sig- urin út eftir stutt fyri leik- lok: Kvikliga smýgur hann inn um verjuna og lobbar hegnisliga um mál- verjan. B36 eigur ikki at vera avskrivað í uppflytingar- stríðnum. Í hvussu so er leiktu teir frálíkt móti Fram, væl stýrdir av tveimum monnum við nógvum royndum: Rógvi Torsteinsson og Karl Arni Egholm. Í hálvleikinum vóru teir frammanfyri 4-0. Herálvur Hansen skoraði til 1-0 og 3-0, og Bogi Mid- jord stútaði vakurt til 2-0 og 4-0. Eftir stedgin økti Karl Arni Egholm beinleidis upp å frispark, og Magnus Hentze stutadi innlegg til 6-0, ådrenn Påll Beder minkadi til 6-1, eftir at målverjin misti innlegg ut frå. Klaksvíkingar tykjast hava lært av tapinum á heimavelli móti Fram. Í hvussu so er fingu argja- menn koyrilin at kenna, tá teir vitjadu. 6-1 vann heimaliðið eftir 3-1 leiðslu í hálvleikinum Veteranurin Jákup Mikkelsen var gravaður fram aftur, og hann gjørdi trý mál — eitt upp á brots- spark. Jákup Oluf á Lakjuni gjørdi eitt, eftir at Jákup hevði rakt stólpan. Benros Dahl fluktaði eitt, og toppskjúttin á liðnum, Jonhard Olsen, gjørdi eitt. AB málið var sjálvmál. -nn-