týsdagur 13. august 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147
Trygvi
tók
13. august 1991
Tá grannalidini B68 og NSÍ
hittust sunnudagin á Svanga-
skarði, var eingin Jens Martin
Knudsen við á liðnum hjá NSI.
Hann er sjúkur. Í hansara stað
var miðvallarspælarin Trygvi
Mortensen settur, og helt hann
í besta stili NSI-málið reint
B68-NSÍ 0-1 (0-1)
0-1 Terji Hansen (23.)
Tað mundi ikki vera púra
uttan eit sindur av nervum,
at viðhaldsfólkini hjá NSI
sunnudagin leitaðu sær út
á Svangaskarð at hyggja at
dystinum millum B68 og
NSI.
Alla vikuna hevði ljóð-
að, at landsliðsmálverjin
Jens Martin Knudsen ikki
kundi vera við vegna
sjúku, og at onkur onnur
loysn tí mátti finnast í
hansara stað.
Men ikki nýttist nøkrum
at bera bangheit fyri, at
hesin trupulleiki ikki fór at
verða loystur á besta hátt.
Nýggjan málmann
Tað vísti seg, at Bobby
Bolton hevði sett miðvall-
arspælaran Trygva Mort-
ensen í málið, og har stóð
hann stinnur teir 90 min-
uttirnar, sum hevði hann
ongantíð gjørt annað.
Millum annað hevði
hann eina meistarliga
ONE
|
|
Móðurland,
Móðurland
Móðurland
bjarging í seinna hálvleiki,
tå Ingolf Petersen frá 5-
metrinum kastadi seg fram
og skallaði bóltin móti
málinum.
Og hóast hann ikki sum
vanligt kundi rgkja sínar
miðvallaskyldur, stóð liðið
hjá NSI seg eisini væl úu á
vellinum. So væl, at bæði
stigini vórðu tikin við til
Runavíkar, tá dysturin var
liðugur.
Longu í 23. minutti kom
tað avgerandi málið í dyst-
inum. Tað kom eftir, at
toftamenn høvdu misnýtt
eitt hornaspark, so NSÍ
kundi fara í skjótt kontra-
álop. Jack Jacobsen fekk
pota bóltin fram til Sverra
Justinussen, sum slapp sær
framvið einum B68-verju-
spælara og fekk sent bóltin
innfyri til ein blankafrían
Terja Hansen, sum gjørdi
bart og smekkaði bóltin í
meskarnar hjá Kjartani
Nesá, sum aftur verjir 1.
deildarmálið hjá B68.
Sostatt eitt reint útiseta-
mál.
Móðurlandið
eg elski teg í logn og í ódn.
eg elski teg sum móður síni børn.
mær altíð stendur hjartanum nær.
Móðurlandið kæra,
,
dýrasti rvri mar.
J.J. í Gerði |
Fekk mål kolldømt
Ta0, sum undan var hent
í dystinum, var rættiliga
javnt spæl báðar vegir.
Johnny Skibenæs hjá NSÍ
hevði einaferð bóltin í
toftamálinum, men tað
málið kolldómdi dómarin
fyri rangstøðu, sum eisini
rætt var.
Av ti at NSÍ-liðið týði-
liga var verri mannað enn
vanligt — um ein skal
trúgva, at fasta manningin
er besta manningin
skuldi ein trúð, at B68 fór
at gera rættiliga nógv um
seg, nú liðið spældi á
heimavelli aftrat.
Men nei! Lítið og einki
spurdist burturúr hjá tofta-
monnum, og í fyrra hálv-
leiki høvdu teir onga veru-
liga álvarsliga hóttan móti
NSÍ-málinum, meðan tað í
fleiri fórum sá verri út í
hinum endanum, har mót-
álopini frá NSÍ mangan
tægaðu Bó8-verjuna so
sundur, at tað næstan sá
ótrúligt út, tá hugsað verð-
ur um, at meginparturin av
B68-lidnum er saman-
spældur gjógnum mong ár.
Útskiftingar vanta
Hinvegin má heldur sig-
ast, at júst tað er trupul-
leikin hjá B68. Ov lítið av
ú nýggja fólkinum verður
av álvara roynt, hóast teir
yngstu á vøllinum klárt
eru teir
Nevnast kunnu spælarar
sum Øssur Hansen, Hans
Hansen og so ikki minst
Jákup Eli Olsen, sum heilt
ófatiliga ikki varð settur
inn fyrrenn í seinn
hálvleiki.
Torir venjarin ikki nú
av álvara at satsa uppá
ungu spælararnar, kemur
liðið neyvan so lættliga av
9. plássinum.
NSÍ hinvegin hevði eitt
sterkt álop, ið alla tíðina
læt B68-verjuna hava
nakað at gera, samstundis
sum B68 fullkomuliga var
við undirlutan á midjuni -
ikki minst tí uppdekkingin
var so leys, at hon ikki
10 roynast best.
BJODA IKKI MÆR!
RADID FYRI FERDSLUTRYGD fi []
rørdi kropsvandu NSÍ-
spælararnar.
Munurin á liðunum var
stórt sæð tann, at B68-
spælararnir iki góvu sær
nóg gott far um spælið,
meðan NSI-spælararnir
vóru klárir yvir, at liðið
ikki var tað sama, sum tað
plagar, og tí eisini ansaðu
sær tilsvarandi, uttan tó á
nakran hátt at ansa ov væl
eftir.
Sampakkaði væl
Har frammi var tað ein
fragd at síggja, hvussu væl
tað sampakkaði hjá Jack,
Terja og Sverra, hóast hes-
ir ikki hava havt teir stóru
møguleikamar at fáa spælt
seg saman.
Bobby Bolton gjørdi í
hesum dystinum onga út-
skifting, og tað var eisini
klókt. Onkrar útskiftingar
fyrr í ár hava kostað dýrt,
so best man vera at vera
varin, tá væl gongst.
Í seinasta minuttinum
mundi NSI-sigurin tó farið
fyri skjeytið, tá B68 fekk
eitt fríspark millum miðj-
una og brotsteigin. Øssur
Hansen varð settur at
skjóta, og smekkaði hann
bólun við ferð móti mál-
inum í einum sera góðum
skoti, sum brast í yvir-
liggjaran og niður á sjálv:
Ítróttur Í
målstrikuna og út aftur í
spælið.
Var bólturin bert fáar
sentimetrar neyvari, hevði
hann endað í málinum,
men so hepnaðist ikki
toftamonnum hesaferð.
Dómarin misskilt
brúkið av kortunum
Sum heild var talan um
ein sidiliga og såmiliga
spældan dyst, sum bert
dómarin helt vera nakað
annað.
Vitandi, at vandi er fyri
at fáa alla tað svørtkløddu
stættina omanyvir seg,
kann undirritaði tó ikki
lata vera við at átala, at
dómarar — í hesum før-
inum Hans Henrik Bøtger
— allan dystin igjøgnum
spjaða um seg við gulum
kortum, uttan at talan er
um annað enn hendiligar
hendingar og smálutir, ið
mugu koma fyri, tá spælt
verður so tætt sum í einum
dysti millum B68 og NSÍ.
At hann so ikki torir at
geva eitt reytt kort, tá ein
B68-spælari slær ein NSÍ-
spælara í andlitið, sam-
stundis sum hann gevur
einum 100% fair-play-
spælara gult kort hálvt
minutt seinni fyri einki, er
bara heilt ófatiligt!
hj.
V4-dráttur nr. 903, 10. aug. 1991
Telini: 54 - 57
19 - 86 - 217 - 8
74 - 76 -
Vinningur: 94
Vinnarar: Tól
skála, tveir av Strondun
úr Klaksvík, ein úr 8. (
úr Arnafirði.
Eykavinningar: 25.000,-,
og 20x500.-.
øtu, ein ur
bl -b 23r33- iD
n frå Norð-
tveir ur Vestmanna, ein
Runavik og ein
1x10.000,- 5x1.000,-
VALUTAKURSIR
USA Dollari
Bretland Pund .
V-Týskland Markur
Svoríki Króna
Noreg Króna
Frakland Frankur .
Belgía Frankur
Sveits Frankur .
Holland Gyllin ...
Italia Liri .....
Finnland Markur
Island Króna ..
Eysturríki Skillingur
Spania Pesetas .
Portugal Escudos
Kanada Dollari .
i Japar Yen
| Pund
7 í Drakmur
Ultimo
128 siåsta mån
668,50 662,75
133,90 1133,60
106,48 107,15
99,00 98,55
113,86 113,25
18,800 18,670 |
442 20 451,10
343,55 340,90
0,5169 0,5173
159,43 161,44
11,00 10,95
55,045 54 590
6,180 6,202
4 4970 4 4120
58300 579,75
335,00 10275
3,5020 3,5060
Kelda: Føroya Sparikassi
er