leygardagur 17. august 1991síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 17. august 1991
- >
»TY at borgarskapur okkara er å himnum,
hadan sum vit eisini vænta sum frelsara
Harran Jesus Krist, hann sum skal um-
skapa neyðarlikam okkar í somu mynd sum
dýrdarlikam hansara eftir teirri kraft, sum
hann er mentur eisini at leggja alt undir seg
við. Filip. 3,20-21.
Tað fyrsta, sum sagt verður, er, at borgar-
skapur teirra trúgvandi er á himnum. Hetta
samrímar eisini við tað, sum sagt verður
aðrastaðni í Skriftini, tá ið talað verður um,
at jarðarlív teirra trúgvandi er ein útlegdar-
tíð.
Eisini á hesum øki verður býtt í tveir bólk-
ar, tað eru tey, sum hava heimstað sín á
himni, og tey, sum hava heimstað sín á jorð-
ini. Hjá teimum, sum hava heimstað sín á
jerðini, verður deyðin ein burturferð: men
hjá teimum, sum hava heimstað sín á himni,
verður deyðin ein heimferð. Og tá ið vit
hugsa um sjálva ferðina, t.e. deyðan, so
mega vit ásanna, at tað er munur á eini burt-
urferð og eini heimferð.
Í hesum orðunum verður, ístaðinfyri at
tala um deyðan, talað um afturkomu Jesu
Krists. Hjá teimum fyrstu kristnu var aftur-
koma hansara bæði nakað, sum tey vænt-
aðu, og nakað sum teimum longdist eftir.
Afturkoma hansara skuldi umskapa neyðar-
likamið til eitt dýrdarlikam, í somu mynd
sum uppreisnarlikam hansara, og hon skuldi
vera ein loysn úr trongdunum her á jørdini.
Spurningurin, sum orðið í dag setir okk-
um, er hesin: Hvar er rætti heimstaður okk-
ara? Meta vit jarðarlív okkara sum eina út-
legdar- og trongdartíð, ella meta vit jørdina
sum okkara veruliga og verðandi heimland?
Tí soleiðis sum vit meta jarðarlívið, soleiðis
koma vit eisini at liva tað. Hetta hevur kort-
ini einki við nakra vanvirðing at mannalívi-
num at gera, heldur tverturímóti.
Men vit eiga ikki bert at gita okkum til,
hvar ið borgarskapur okkara er; vit bæði
kunnu vita tað og skulu vita tað, tí at »sjålv-
ur Andin vitnar saman við anda okkara, at
vit eru Guds børn.«
Læknavaktir
Tórshavn: fríggjadag
Selvi W. Olsen, tlf.
16611. Leygardag
Kaj Kallsberg, tlf.
13150. Sunnudag
Hálvdan Simonsen,
tlf. 17466.
Norðuroyggjar: Bodil
Haastrup, tlf. 55906.
Suðuroy: Norðaru
helvt, tlf. 71560.
Sunnara helvt, tlf.
73030.
Vágoy: tlf. 32413.
Eysturoy: leygardag
Andreas Petersen,
Getu, tlf. 41086.
Sunnudag Sverri
Lamhauge, Toftir,
tlf. 48016.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
-14.00. Tlf. 14544.
Síða 23
Havnar kirkja: P. M. Rasmussen.
Vesturkirkjan: H. Poulsen.
Kaldbak: Bjarni Bæk.
Kirkjubøur: Kjartan Mørkøre.
Argir: Torkil Beder.
Kollafjørdur: Kl. 11.00 M. R. Jacobsen
Kvivik: Kl. 12.00 M. R. Jacobsen.
Gjógv: Kl. 12.00 altarg. Emil Olsen.
Selatrad: altarg. Petur Petersen.
Gåsadalur: Kl. 12.00 D. Johannesen.
Mykines: Kl. 8.00 D. Johannesen.
Christiansk.: Kl. 11.00 altarg. N. P. Danielsen.
Vidareidi: Kl. 12.00 altarg. J. Johannesen.
Sandur: Kl. 12.00 J. R. Hansen.
Vågur: Kl. 11.00 H. Joensen.
Sandvik: Kl. 12.00 altarg. B. Johannesen.
Innsavnan er til KFS i Fuglafjarda Prestagjaldi,
undantikið í Getu.
KFUK
Várgleði (smágentudeildin) byrjar aftur týsdagin kl.
16.00.
—— ODDO
Yrkisútbúgvingar
Martin Petersen, Tórshavn hevur fingið sveina-
bræv sum húsasmiður. Hann hevur lært hjá P/F
Vesthús, Tórshavn og verður avlærdur 17. aug.
1991. Lærumeistari er Aksel Vestergaard.
Jógvan Marius Hansen, Funningsfjørdur hevur
fingið sveinabræv sum bygningssnikkari. Hann
hevur lært hjá P/F Byggiservice, Skála, og verður
avlærdur 16. august 1991. Lærumeistari er Kaj
Olsen.
andlát
5. august
Leo Viðbjerg, Saltangará, ættaður úr Klaksvík,
60 ára gamal.
Olevina Christiansen, Sumba, ættað av Eiði, 79
ára gomul.
6. august
Lina Nólsoy, við Gjógv, 87 ára gomul.
Lítla Malan, dóttir Duritu og Finn Joensen á
Glyvrum.
Paula Thomsen, fødd Wang, ættað úr Froðba, bú-
sitandi í Havn, 76 ára gomul.
7. august
Eliesar Nielsen, vanliga nevndur Essa, ættaður
úr Nólsoy, bústandi í Danmark, 72 ára gamal.
Nielsia Matras, fødd Niclasen, ættað av Tveroyri,
búsitandi við Gjógv, 73 ára gomul.
9. august
Inga Joensen, Klaksvík, 77 ára gomul.
Astrid Petersen, Vestmanna, 90 ára gomul.
11. august
Johannus Eliasen, Fuglafirði, 28 ára gamal.
13. august
Brynhild Hátún, Havn, 89 ára gomul.
Jens Jacob Niclasen, Miðvági, vanliga nevndur
Skála Jens Jacob, 85 ára gamal.
14. august
Hannelena Johannesen, ættað av Toftum, búsit-
andi í Havn, 64 ára gomul.
8. august fingu Gull-
borg og Elias Simon-
sen, Signabeur eina
dóttur.
8. august fingu Joanita
og Jan Jacobsen,
Strendur eina dóttur.
9. august fingu Karla
Isaksen og Jan Niel-
sen, Tórshavn eina
dóttur.
10. august fingu Gurli
L. Hansen og Marnar
Pattinson, Saltangará
eina dóttur.
10. august fingu Laila
Djurhuus og Jákup E.
Jacobsen, Tórshavn
ein son.
12. august fingu Eyð
Joensen og Hermann
Vágsgarð, Viðareiði
eina dóttur.
12. august fingu Vivi
og Jóhannes Hammer,
Kollafjerður ein son.
12. August fingu Guð-
rið og Jergin Andreas-
sen, Hoyvík eina dótt-
ur.
12. august fingu
Durita Vest og Bergur
Vælkomið
lítla barn
Hovgaard, Tórshavn
ein son.
13. august fingu Óluva
Strem og Alvi Morten-
sen, Tveroyri eina dótt-
ur.
13. august fingu Jenny
og Eyðun Joensen,
Tórshavn ein son.
14. august fingu Jona
Lisberg og Eilif Gaard,
Argir ein son.
15. august fingu Han-
sina Mikkelsen og
Gundur Mortensen,
Kvívík eina dóttur.
15. august fingu Bett-
ina Damsgaard og Pet-
ur Klein, Odense ein
son.
Tær varrar, sum eg kysti
Tær varrar, sum eg kysti einaferð,
eg havi gloymt, nú einki kann meg ugga,
eg siti her í náttarinnar skugga
sum friðleysur í míni egnu verð.
Og uttanfyri dreygar kveða hátt:
Tú einsamallur situr dagin langa,
tær gentur, sum her uttanfyri ganga,
tær stíga aldrin inn um tína gátt.
Soleiðis sært tú træið standa har,
tað kennir ikki fuglarnar av navni,
tað veit, tess greinar tiga, eru berar.
Eg minnist ikki, hvor mær lá í favni,
eg veit bert, at eitt summar sang i mær
eitt lítil bil, ið kvikligt bjóðst til ferðar.
Edna St. Vincent Millay
Tekk
Hjartaliga tekk fái tit,
sum
mintust okkara góðu mammu
Sofíu Dam
tá ið hon fór til gravar.
Ein serstek tekk til Ellisheimið,
Eivind
Vilhelm,
sangararnar,
urguspælaran og gravaran.
Vagnur, Finnbjern og Hildigunn