Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 150 — 20. august 1991 tíðindablaðið SOS alurin Fótbóltur i tómg Sumbingar vístu púrt einki í >last hope<-dystinum í Runavík, men heimaliðið vísti lítið meira, hóast móguleikar skuldu verið fyri at vunnið tvísifraðan sigur, um nakað skil var í. Hinvegin oyðslaði NSI við tí fullkomu- liga ineffektiva álopinum, og kunnu runavíkingar samstundis fegnast um, at sumbingar ikki vóru nóg ágangandi í hinum endanum, har NSI-verjan hevði „upplatingar-tilboð< í stórum stili NSÍ-Sumba 3-1 (2-1) -0 Sverri Justinussen -0 Johnny Skibenæs -1 Georg Kjærbo (br.) -1 Johnny Skibenæs 10 5 1) Tad var ein ikki sørt vón- svikin åskodarafjøld sum smoykin slepti sær til húsa eftir dystin millum upp- flytaraliðini NSI og Sumba i Runavík sunnudagin. Oivað hevði fjøldin frammanundan væntað sær ein góðan og spennandi dyst, nú sumbingar skuldu royna at stríða seg úr botninum, samstundis sum NSI skuldi royna at fáa >re- vansju< fyri Ósigurin á eystanstevnuni í fjør, tá sumbingar við einum álopi tryggjadu sær stig og Sigur. Dómarin Niklas á Líðar- enda dømir brotsspark til NSI, eftir at Fróði Mort- ensen í sumbiarmálinum hevur felt ein púra frían Gest á Liknagøtu. Men hóast hendan møguleika at økja um NSÍ-sigurin til 4-1, brendi Johnny Skibenæs sparkið, sum Fróði fekk hondina á Mynd: Hilmar Jan Men tað var einki slíkt, fjøldin fekk at síggja. Hin- vegin diskaðu liðini upp við vánaligasta 1. deildar- fótbóltinum í ár, tá tey við høvdinum undir arminum góvu áskoðarunum 90 minuttir við tómgongdsfót- bólti. Sumbingar høvdu ikki tað stóra at bjóða uppá, og burtursæð frá Jan Poulsen, sum í einstókum fórum skapti trupulleikar í Otøttu NSI-verjuni — fekk millum annað tryggjað sumbing- um brotssparkið, ið minkaði um málmunin — og so eisini Páll Magnar Kjærbæk, sum er størsta talentið á tí fyrr so >mergjaða< liðnum. Á veg niður í 2. deild Men sum heild bar spæl- ið hjá sumbingum bert boð um, at liðið er á veg niður aftur í 2. deild. Stridsandin er til staðar, men er ikki nóg mikið, tá úrslit skulu fáast móti liðum, sum eru bæði betri og ikki minst hepnari. Hóast NSÍ fór avstað við sigrinum, vóru ikki stórir glottar at síggja her. Trygvi Mortensen spældi enn ein góðan dyst í málinum, og kundi einki gera við brotssparkið. Allan seinna hálvleik stóð hann stirdur í egnum brotssteigi og royndi at rópa á hinar um at spæla skilafótbólt — men alt til fánýtis. Bert ein nevniverdur Av útispælarunum er bert Sverre Justinussen verdur at nevna. Hann spældi ein sera góðan dyst, og sumbingarnir funnu hvørki útav at dekka hann nóg væl ella útav hansara snildu fintum, sum millum annað vóru við at geva honum klassa fyri seg á øllum vellinum. Men tíverri fyri hann og NSÍ dugdu viðspælararnir heldur ikki at finna útav ti, hann kann avrika við ein- um bólti — ikki minst fyri málinum — og tískil upp- Síða 15 náddi hann >bert< tað eina málið og annars at vera forpaktari við einum heil- um kúfóðri undir sær har frammi í høgru síðu. Yvirhøvur var NSI-spæl- id allan seinna hålvleik og stóran part av fyrra hålv- leiki merkt av, at miðjan meira og meira varð um- lopin, og at tað harvið ikki bar til at fáa rygg æi álopsspælið, sum skinklaði tilsvarandi illa. 2-0 eftir 10 minuttum Hvussu so var og ikki, so vann NSI dystin 3-1. Tá fyrstu tíggju minutt- irnir vóru farnir, var longu 2-0. Fyrst, tá Sverre fekk bóltin framvið Fróða í sumbiarmálinum, eftir at hesin hevði hálvbjargað fyrru royndini, og síðani, Málið, ið endaligi fast- slerdi sigurin hjá NSI á Sumba í Runavík sunnu- dagin: Johnny Skibenæs hevur spaserað båltin inn um målstrikuna til 3-1. Mynd: Hilmar Jan tá Johnny slapp púra friur móti málinum og frekt prikaði bóltin innundir málmannin. Ikki fyrrenn bert fáir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki svaraði Sumba aftur, tá Jan Poulsen í trongstødu filmadi so væl, at Niklas á Líðarenda ikki ivadist, men dømdi brots- spark. Hetta sendi Georg Kjærbo trygt í hina síðuna, tá Trygvi fór ul vinstru. Fróði tók brotsspark Í seinna hálvleiki hevði Sumba púrt einki spæl, og ikki ein einasta atsókn var á NSÍ-málið í mun til triggjar royndir og eitt skot á stongina í fyrra hálvleiki. Alt bendi á, at NSÍ kundi vinna stórsigur, um nakað varð gjørt til tess, men tá fyrsta veruliga skotroyndin ikki kom fyrrenn bert eitt korter var eftir, gjørdist hetta av ongum. Tað pyntaði tó eitt sindur um úrslitið, tá Johnny Skibenæs spaser- aði bóluin í málið til 3-1 — fyri løtu seinni at brenna brotsspark, ið ein blanka- fríur Gestur á Liknagøtu hevði fingið, tá málmaður- in heldur óneyðugt tók beinini undan honum. Meira hendi so ikki, og jumbo-Sumba er framveg- is allarnidast å stigatalv- uni, meðan tað stórt spurn- artekin má setast við veru- ligu evnini í NSÍ'arunum, nú teir komu upp á 4. plássið — við negativari málúrtóku... Sumbingar royna so nú at hanga seg í ta allar- allar-seinastu vónina um at vinna heimasigur á HB, er eingin ivi um, meðan tað verður ein sera skeptisk åskodarafjøld, ið fylgir NSI úl Klaksvíkar at meta fyrrverandi venjar- anum og liði hansara, sum er tað næstbesta í løtuni. hj. Laboratoriu- teknikari/ laborantur setar | | fr i 1 søkt eftir | ranti 3DOratoriu Starvid fevnir um vanligar kemiskar kanningar av matvørum, drekkivatni og ødrum. Starvid er lønt sambært såttmåla mill- um Starvsmannafelagid og Føroya Landsstyri. Umsóknir skulu vera okkum i hendi í seinasta lagi 9. september 1991. Heilsufrødiliga Starvsstovan Debesartrød 100 Torshavn sy OR SRA )