Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. august 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Jógvan Sundstein, kommunumálaráðharri: Átta kommunur og ikki sum nú 50 Talið á kommunum í Føroyum er alt ov stórt og eigur at minkast munandi. Ein samanlegging eigur at verða gjørd, soleiðis at tær 50 kommunurnar ikki telja meira enn 8. Hetta sigur Jógvan Sund- stein, landsstýrismaður í kommunumálum í einum uppskoti hann hevur gjort og sum hann ynskir eitt alment orðaskifti um. Upp- skot hansara er soljóðandi Í løgmansrøduni 1991 er bert eitt lítið petti um kommunumál. Byrjað verður við at siga, at „flestu føroysku kommun- urnar eru í álvarsligum fíggjarligum trupulleik- um.« Hetta er eisini satt. Ti umframt tey fáu orðini í sjálvari reðuni, er í fylgi- skjølunum ein uppseting frá Hagstovuni av bú- skaparligum lyklatelum fyri kommunurnar. Henda talvan vísir okk- um, at samlaða netto- skuldin hjá kommununum við árslok 1990 er umleið 1.500 mió. kr. Samstundis sæst, at stórur partur av kommun- unum skylda frá 2 til 4 Kommunustruktururin må broytast. Tað ber ikki til at hava kommunur við 15.000 ibugvum og so adr ar vid einans 30 fólkum. ferðir teirra álíkning i kommunuskatti. Hvussu virka kommunurnar? Hesi tel siga okkum nakað um fíggjarligar truppulleikar og sam- stundis eru tey orsøk til at fleiri kommunur næstan eru lammaðar í teirra van- liga virksemi, tí so stórur partur av skattainntekuni skal nýtast til at rinda kapitalútreiðslur (rentur og avdráttir). Tað er tí eingin orka eft- ir til annað virksemi. Burtursæð frá Tórs- havnar og kanska Klaks- víkar og heilt fáum eðrum kommunum, er ógvuliga Jógvan Sundstein: Stórur vandi er fyri at miðsavnanin heilt kemur at taka yvirhond, verður einki gjert á kommunugki- num eitt nú við saman- legging av kommunum avmarkað, hvat kommun- urnar hava tikið sær av. Meginparturin av skuldini stavar frá bygg- ing av skúla, havnabygg- ing, vegagerð, kanska vatnveiting og líknandi. Í flestu forum eru hetta annlegg, sum tær eisini hava fingið beinleiðis studning til. Harafturat hava tær eisini aðrar útreiðslur, sum meira kann kallast studningur til landskass- an, til dømis til sosialmál, landsvegir v.m. Litid er eftir til kreativt kommunalt virksemi, og illa er definerad hvussu uppgåvubyti i heila tikid skal vera millum komm- unurnar og landið. Kommunusteddir Vit hava eina kommunu sum hevur ca. 14.000 íbúgvar, eina við umleið 5.000 og tvær við stívliga 2.000 íbúgvum. Nakrar heilt fáar hava millum 1.000-2.000 íbúgvar, rest- in hevur frá ca. 800 og heilt niður til umleið 30 fólk. Hetta sigur okkum fyrst og fremst at føroyski kommunustruktururin er ógvulig ymiskt saman- settur. Og tí verður sam- skipanin sera torfør. Men við teim nógvu smáu kommununum verð- ur effektiviteturin lítil og rættuliga tilvildarligur, og sjálvt tær sterru kom- munurnar koma at líða undir hesum ósamansetta strukturinum. Koma at missa seg burtur? Stórur vandi er tí fyri, at miðsavnanin (sentralstýr- ingin), sum er farin fram seinastu mongu árini, heilt kemur at taka yvir- hond. Teir ymisku cen- tralu stovnarnir: Líkning- arráðið, Almannastovan, „MN. 151 — 21. august 1991 Landsverkfreðingurin, Landsskúlafyrisitingin, Heilsufrødiliga Starvs- stovan, Landsskrivstovan osfr. koma heilt at taka yvir, eisini alla lokala um- siting. Og allar hesar smáu kommunueindirnar orka ikki at seta nakað al- ternativ upp, sjálvt ikki gjøgnum Kommunufelag- ið. Einasta kommuna, sum roynir at muta ímóti verð- ur Tórshavnar Kommuna, og tí kemur tað at síggja út sum tað altíð er stríð millum Landsfyrisiting- ina og Havnina. Tá id flestu kommunur- nar á henda hátt koma at missa seg burtur dettur meguleikin fyri lokalari fyrisiting, lokalum poli- tikki og menning eisini burtur. Hetta verður sera óheppið fyri alt samfelag- ið, og tí má gerast nakað, og tíðin er helst komin til tað nú. Nýggjur kommunu- strukturur Fólkatalið í Feroyum í dag er umleið 48.000 og vit hava 50 kommunu- eindir. Ein og hver kann siga sær sjálvum, at hetta ber ikki til, og als ikki sum meginparturin av kom- mununum er komin fyri. Tvær hevuðstreytir eru fyri, at vit fáa eina betri skipan: 1) At skipað verður fyri einum nátúrligum upp- gávubýti millum landið og kommunurnar, og at allar kommunur kunnu luttaka í hesum 2) At kommunurnar av somu orsek hava eina slíka stedd og geografiska samanseting, at tær makta eina fyrisiting til at taka sær av hesum. Uppgåvubyti og inntøkugrundarlag Kommunalu uppgåvurnar kunnu ikki gerast ná- greinilig upp í hesum fyri- bils uppskoti, men í hev- uðsheitum kundi eg hugsa mær tær soleiðis: 1. Kommunurnar egna stýri og fyrisiting N . Likningarfyrisitingin 3. Fyrisiting av fólka- skúla, kveldskúla, frítíðarvirksemi v.m. 4. Mentunnarvirksemi, ítróttur, fornminni v.m. 5. Vegaumsiting og vegagerð innan ávís- an karm. Byggivið- tøkur v.m. 6. Havnaløg . Umhvørvisrøkt og -fyrisiting Kirkjugarðar Vatnveiting Sosialmál, herundir barnagarðar, vøggu- stovur, rektar- og ellisheim, vanlig for- sorg v.m. 11. Vinnulívsplanlegg- ing, men ikki luttøka í vinnulívi. -) SÉ, Inntekugrundarlagið hjá kommununum eigur so í framtíðini at vera: 1. Kommunuskattur (persónsskattur) 2. Blokkstuðul frá landskassanum út- roknaður eftir objek- tivum kriterium, fyrst og fremst fólkatalinum. Geografiskt upp- býti Truplast at fáa loyst í samband við eina komm- unuumlegging er helst geografiska skipanin og hvussu nógvar kommun- ur, vit skulu hava. At vit skulu hava sterri eindir haldi eg, øll eru samd um, men hvussuleiðis skulu tær síggja út? Mítt uppskot er hetta (og eg leggi stóran dent á, at tað er eitt uppskot, sum er lagt fram til orðaskifti): A Norðoyggjar, fólkatal ca. 6.100 (Møguliga skulu Fugloyar og Svínoyar kom. hava serliga skipan). B Eystur-Eysturoy, fólk- atal ca. 3.600 (Umfatar núverandi Fuglafjorð, Lorvík, Getu og Oynd- arfjarðar kommunur). C Skålafjørdurin, fólka- tal ca. 5.500 (Umfatar núverandi Nes, Runa- víkar, Skála, Sjóvar og Elduvíkar kommunur). "í D Sundalagið v.m., fólka- talið ca. 3.250 (Umfat- ar núverandi Sunda, Eiðis, Gjáar, Funning, Haldórsvíkar, Saksun- ar, Hvalvíkar og Kolla- fjarðar kommunur). Um Kollafjørður heldur vildi uppí Suð- urstreymoyar (Tórs- havn) kommunu má tað viðgerast. E Suðurstreymoy, fólka- tal ca. 16.800 (Umfatar núverandi Tórshavnar, Argja, Nólsoyar, Kirkjubøar og Hest kommunur. Møguliga skal Hest hava eina serliga skipan). F Vágar og útnyrðings Streymoy, fólkatal ca. 4.700 (Umfatar núver- andi Vestmanna, Kvi- víkar, Sandavágs, Mið- vágs, Servágs, Bíggjar og Mykines kommun- ur. Mykines skal meguliga hava serliga skipan). Henda frábýting hevur sum fortreyt, at fast samband verður millum Vágarnar og Streymoynna. G Sandoyggin, fólkatal ca. 1.800 (Skúvoy skal meguliga hava serliga skipan). H Suðuroyggin, ca. 5.800. fólkatal Samanumtak Hetta skrivið er at skilja sum ein roynd til at fáa eitt konstruktivt orða- skifti í lag um hvussuleið- is kommunuskipan okk- ara skal virka, ella um hon skal virka í heila tikið. Øll uppskot og argu- mentir eru vælkomin, so- leiðis, at vit áðrenn lang er fráliðið kunnu seta ein ar- beiðsbólk at fáa skil á kommunustrukturinum. Eisini skipan sum fremur ábyrgd og effektivitet. Landsstýrismenn hava fingið hetta skriv eins og Feroya Kommunufelag og tær kommunur, sum standa uttanfyri Kom- munufelagið og pressan. I Tinganesi, 12.08.1991 Jógvan Sundstein, landsstýrismaður