hósdagur 22. august 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
r——————c0aee-—|——1o————————————————£—&———ooJoørrommmm— ——%
tíðindablaðið -
£23
MYNDABOR eftir FLSU BESKOM
Sólareggið
Ein av vakrastu bókunum hjá Elsu
Beskow komin í bókabúðirnar
Millum tær nógvu vekru bekurnar, sum Elsa Bes-
kow, svenskur rithevundur og fyrst og fremst
teknari (1874-1953) legði úr hondum, var bókin
Sólareggið. Hesa bókina hevur Jákup í Skemmu-
ni nú umsett og givið út á forlagi sínum Nýlendi.
Henda bókin líkist burtur úr hinum bókunum
hjá Elsu Beskow á tann hátt, at her stendur ein
grein fremst í bókini, sum snýr seg um barna- og
unglingaár hennara, tá ið lunnarnir vórðu lagdir
undir framtíðarstarv hennara sum barnabókarit-
hevundur og kanska fyrst og fremst teknari.
Eitt lítið brot er hetta:
»YEen Mam
muni havi eg einki sagt frá, okkara
mildu og eigiligu mammu, sum vit
IgULg
id. Um eg hevdi klandrast vid systkin
nini og kendi meg ljóta og misnøgda við meg sjál
vóru so óenda-
u ea 1
døpurhuga um, hva ið frægast var at
gera, so var bara at fara til mammuna, so at ødin
og tað ljóta skuldi bráðna burtur. Tá var einki fyri
at sættast aftur við sjálvan seg og gera tað, sum
ein kendi á sær var tað rætta. Mamman kom ong-
antíð við nógvum orðum og ábreiðslum — men
hvert orðið var eitt gullorð, sum ein treytaleyst
var lýðin...
Millum annað soleiðis skrivar Elsa Beskow um
barnaár síni, sum standa fremst í bókini Sólaregg-
ið — men lýsing hennara av pápanum er ikki
minni hugtakandi. Lesið sjálv bókina — men lesið
hana fyrst og fremst fyri børnunum, árenn tey
skulu leggja seg um kveldið — ella latið tey sjálv
lesa hana — ella lesið hana í felag! Tann, sum les-
ur bøkurnar hjá Elsu Beskow verður ikki snýttur
— hverki bern ella vaksin!
Norðurlendski ráðharrastovnurin hevur veitt
stuðul til útgávuna, Jákup í Skemmuni hevur um-
sett, og forlagið er Nýlendi.
Bókin fæst í øllum bókabúðum fyri 79 krónur!
Bókin er bundin inn í sterka kápu og átti at
hildið í nógu ár!
Kongaskip
á kalendara
Sjavir eiga Vit einki og fáa SKI skipamålarin John
tað neyvan. Men stásilig Gardner.
mugu tey sigast at vera, Kalendarin verður
sjálvt um vit neyvan
kunnu semjast um mein-
ingina við at hava tey
Øllum eru tey tó stor
frægd fyri eygað. Hetta
heldur eisini kenda dan-
ska Hempel málingaverk-
smiðjan, sum hevur valt
>nýggjari< kongaskip, 130
ára gomul og yngri, úr
sjey ymiskum londum, at
prýða kalendara teirra
fyri komandi ár.
Málað hevur kendi skot-
prentaður í fleiri tíggju-
tals eintøkum á ellum
høvudsmålum og tey, ið
hug hava at ogna sær
henda stásiliga kalendara,
kunnu fáa hann fyri 69
krónur, við at venda sær
til Arnold Buscks Bog-
handel, Købmagergade
49, 1150 - København K,
ella fåa hann bilagdan
gjøgnum vanligu bók-
handlarnar.
Nr. 152 — 22. august 1991
Ruskposarnir skulu keypast í handlunum:
Brúkaragjald skal nú
figgja ruskinnsavning
Kommunala Orku- og Brennistødin demm-
ar upp ímóti 4 millióna niðurskurði
Sum úrslit av sparingum
á fíggjarlógini hjá Tórs-
havnar Býráð fer Kommu-
nala Orku- og Brennistød-
in nú í næstum at innføra
brúkaragjald, har rusk-
posar fíggja partar av
renovatiónini og soleiðis
verða seldir í handlunum.
Hetta upplýsir KOB-
leiðslan, ið sigur seg vilja
bera so í bandi, at rusk-
posar ætlaðir til tey pri-
vatu húsarhaldini skulu
fíggja sjálva renovatións
koyringina í sambandi við
burturkast frá privatu
húsarhaldunum. Samtíðis
skal ein sokallaður
»Vinnuposi« innferast til
nýtslu hjá privatum og al-
mennum stovnum, virkj-
um og fyritøkum. »Vinnu-
posin«, ið somuleiðis skal
seljast gjøgnum matvøru-
handlarnar, skal umframt
sjålva renovatiónskoyr-
ingina figgja brenningina
av burturkastinum frå
hesum brúkarum; eisini
skal »Vinnuposin«, ið
kemur at kosta nakað
meira enn tann vanligi
posin, virka sum eyka
ruskposi fyri privatu hús-
arhaldini.
Brúkaragjaldið, hvers
upphæddir enn ikki eru
endaliga ásettar, verða tó
ikki innferd í sambandi
við kemiskt burturkast,
so sum máling, plantu eit-
ur, upploysingarevni,
battarí o.s.fr. Her verður
skipanin framvegis tann,
at KOB letur brúkaranum
ókeypis ein bláan posa til
slíkt burturkast, ið síðani
verður heintað eftir frá-
boðan.
Tær nýggju skipanirnar
verða
innførdar, sam-
stundis sum KOB fyri at
spara, hevur bodid ut
ruskinnsavningar arbeiðið
i Tórshavnar Kommunu.
Hetta kemur væntandi at
broyta nakað um rakstur-
in av renovatiónini, m.a.
førandi við sær, at út-
reiðslurnar gerast minni.
Sparingar
Leiðslan á Brennisteðini
tók stig til soleiðis at økja
um inntekur og minka um
útreiðslur, tá tað herfyri
stóð greitt, at á komandi
fíggjarlóg hjá Tórshavnar
Býráð verða 4 milliónir
krónur skarvaðar av teirri
árligu upphæddini til
raksturin av KOB.
„4milliónir eyka mugu
útvegast, og vit hava
noyðst at funnið eina
loysn“, sigur Mikkjal
Absalonsen, stjóri á
Kommunalu Orku- og
Brennisteðini. Hann legg-
ur afturat:
>Vit kunnu ikki siga, at
vit beinleiðis fegnast um
hetta. Men hinvegin, so er
brúkaragjald vanligt aðra-
staðni enn í Feroyum. Og
tá ið slíkar umsteður sum
Kongaskipið »Norge« úr Hempel-kalendaranum
hesar hjå okkum upp-
standa, so er ikki nógv i at
velja«.
Eftir ætlan verða tær
nýggju skipanirnar settar
í verk um ein mánað ella
so, upplýsir Mikkjal
Absalonsen. Sum skilst
verður í løtuni arbeitt hart
við at fyrireika upplýsing-
ina og leiðbeiningar tilfar
til almenningin.
RYGGURIN !
Kennir tú aftur onkrar av hesum
trupulleikum
gev so tær sjálvum
tíma um dagin
Beinkrampa
Diskusprolaps
3 viðgerðarar við
Mæla nýtslu av SUPRAMED HITA 6
MASSASJUPUTINI, tí henda yggjå púa
virkar við-bæði massasju og infrareyða hitanum
samstundis — og hétta linnar so tað munar
Ger sjálvur okkurt munagott við pin
una NÚ!
SUPRAMED HITA- &
MASSASJUPUTAN
vælroynd tysk dygdarframleiðsla
10 ára framleidsiu trygd
Orkusparandi
30 daga royndartíð
Ringið ella sendið okkum lepan og fáið sendandi
upplysingartilfar um SUPRAMED HITA. &
MASSASJUPUTUNA
S.C. SKIPAN, Box 1297
110 Tórshavn - TH. 18658