fríggjadagur 23. august 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS
A
Demokratiið
vann
KVETTROYNDIN í Sovjetsamveldi-
num miseydnaðist. Hetta munnu
hava verið bestu tíðindi — ikki bara
í hesum stóra landi — men eisini úti
í heimi og enntá her hjá okkum í
Føroyum. Sjåldan man ótti fyri tí
ókenda hava verið vendur so skjótt
til frødi fyri tí kenda hava verið
vendur so skjótt til frødi fyri ti
kenda sum júst viðurskiftini í Sov-
jetsamveldinum hesar seinstu dag-
arnar. Í tríggjar dagar lúrdi vandin
fyri borgarakriggi í hesum stóra
landi — ein vandi, sum eisini hótti
sjálvan heimsfriðin. Hvat kundi íkki
henda, um borgarakriggj tók seg
upp í einum av heimsins størstu
kjarnorkuveldum! Hvussu við
royndunum at seta í verk og menna
demokratiið hjá fleiri hundrað milli-
ónum menniskjum! Alt var vid at
gleppa okkum av hondum. Ragnar-
rok stóð fyri durunum.
MEN so bráddliga vendist alt við.
Ortodoksu kommunistarnir, sum
koyrdu Gorbatjov frá og settu í gildi
undantaksstødu og úr gildi øll
demokratisk rættindi so sum pres-
sufrælsi, fingu ikki tann stuðul frá
sovjettiska herinum, sum teir hov-
du roknað við. Ein av heimsins
Sterkastu herum vildi rætt og slætt
ikki stuðla hesum monnum, sum
høvdu til endamál at seta landið 50
ár aftur í tíðina. Og so var tað for-
setin í Ruslandi, Jeltsin, sum ikki
vildi boyggja seg. men manniliga
%
- | -
ME Spsigaley 6
i Få
SE
Á
SS
7 Á
s
vardi tey vunnu demokratisku rætt-
indini. Samanumtikið kunnu vit
takka Jeltsin, íbúgvunum í Moskva
og sovjettiska herinum fyri, at
kvettroyndin miseydnaðist.
SPURNINGURIN er hvat nú fer at
henda í landinum. Gorbatjov er
komin aftur til valdið, men nógv eru
tey, sum seta spurnartekin við
framtíð hansara sum leiðara. Funn-
ist verður at honum fyri at hava ver-
ið ov gáloysin ella uppgevandi, nú
so nógv stóð uppá spæl í sambandi
við, at lóg skuldi samtykkjast um at
geva republikkunum størri sjálv-
stýri. Tá valdi Gorbatjov at fara í
summarfrí á Krim heldur enn at
vera í Moskva. Spurningurin er nú,
hvor verður tann sterki maðurin í
Sovjetsamveldinum, Gorbatjov ella
Jeltsin.
TAÐ var Gorbatjov, sum setti
gongd á demokratiseringina í Sov-
jetsamveldinum, tað var m.a. hon-
um fyri at takka, at londini í Eystur-
europa kundu tveita kommunist-
iska okið av sær. Tað var eisini
hann, sum legði lunnar undir av-
vápnaðarsamráðingarnar, sum hig-
artil hava fort til tær mest kollvelt-
andi avtalur á økinum í heimssøgu-
ni og sum skulu gera heimin trygg-
ari at liva í. Men Gorbatjov hevur
havt nógvar trupulleikar at dragast
við. Hann hevur ikki havt rásarúmd
nokk til at fremja sín politikk. Hann
hevur verið noyddur at seta fleiri av
teimum gomlu og ortodoksu kom-
munistunum í leiðandi størv —
somu menn, sum nú royndu at
koyra hann frå.
OR
NN „
Sg“ a.
w
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - | Utgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen - Uppseting: Pit Sosialurin Argir 110 Tórshavn
Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Prent: PA Pressan 1981 Telefon: 11820 Telefax: 14720
JELTSIN, sum verdur metur at vera
meira radikalur og opportunistiskur
enn Gorbatjov, hevur aftur og aftur
gjørt vart vid, at Gorbatjov er ov
vardin og seinur. Hann hevur vist å,
at demokratiseringin må fara fram
nógv skjótari, og at landið eigur at
leggja um til marknaðarbúskap eftir
vesturlendskum mynstri beinan-
vegin. Hesir báðir leiðararnir skulu
nú til at finna fram til, hvat skal
henda í landinum og við hvørjari
ferð. Spurningurin er um at fáa bú-
skapin aftur á føtur er tann mest av-
gerandi. Men framhald av demo-
kratiseringini stendur eisini fram-
maliga, og síðani kemur tann stóri
Spurningurin, sum er størri sjálv-
stýri til tær einstøku republikkirnar.
Her hava teir báðir ikki drigið somu
línu, men spurningurin er nú, hvat
fer at henda á hesum so týðandi
økinum. Fura baltisku londini at fáa
sjálvstýri og fara aðrar republikkir
eisini at gerast meira sjålvstyrandi!
VIT skulu ikki taka dagar ímillum,
hvor av teimum báðum, Gorbatjov
ella Jeltsin er best førur fyri at fáa
Sovjetsamveldið á røttu kós og at
fáa búskapin aftur á føtur. Spurn-
ingurin er um ikki hesir báðir menn,
sum fólkið tekur undir við, eiga at
fara undir eitt samstarv, id skal
tryggja, at sovjetbúgvar fáa bæði
demokrati og vælferð.
VIT kunnu bert fegnast um, at hetta
»undurid« hendi: at herurin ikki tók
undir við kvettmakarunum — at
hesir ikki fingu loyvi til at endurtaka
hópdrápini á tí Himmalska Friðar-
Botnurin
rokkin?
torginum í Peking. Tað var júst
hetta hesir menn høvdu brúk fyri til
tess at seta í gildi aftur stalinistiskt
einaveldi í landinum. Vit kunnu nú
aftaná ímynda okkum, hvat hevði
hent, um kvettmenninir fingu deild-
ir av hesinum at knúsa alla mót-
stóðu og taka Jeltsin og næstu
menn hansara av døgum! Tá høvdu
vit møguliga borgarakriggj í landi-
num i dag, og heimsfridurin var
hóttur. Hetta hendi til alla Guds
lukku ikki, og umheimurin eigur nú
at geva sovjetbugvum ta hjálpandi
hond, sum hesir hava brúk fyri. Tað
er nú ella ongantíð. Fyri Føroyar
hevur gongdin eisini týdning. Vit
eru á fleiri økjum farin at økja um
samvinnu okkara við hetta stóra
land. Hevði kvettroyndin eydnast
var hetta samarbeiði helst í vanda.
Nú kunnu vit halda fram við hesum
samstarvsroyndum við góðum
huga og vilja báðum tjóðum til
gagns.
Dimmalætting og
javnaðarlumpan
Dimman heldur lítið um
tilboðið frá legmanni um
sterri samvinnu í tingi-
num. Blaðið kallar hetta
»politisk manøvre, der er
led í en forlængst valgt
taktik, fra lagmandsparti-
ets side«. Blaðið skrivar:
»Denne uærlighed og
umoralske måde at
vinde befolkningens
gunst på, kom særlig til
syne ved sidste lag-
tingsvalg, hvor Social-
demokratiet, med vores
nuværende lagmand i
spidsen, lovede os guld
og grønne skove, og at
alle de foranstaltninger,
som det forhenværende
landsstyre skulle iværk-
sætte for at undgå øko-
nomisk kollaps, skulle
fejes til side ved ny-
tænkning. Vælgerne
sprang på lagmandens
galej, og resultatet var
en kæmpesejr for hans
parti. Efter dette kunne
partiet ikke undgå at
komme med i landsstyr-
et, og deres løfter skulle
afprøves.
Det viste sig desvær-
re, at man endnu en
gang havde været vidne
til uærlig og umoralsk
valgtaktik, iet ingen ny-
dannelse skete i politik-
ken, men partiet havde
nået sit mål, nemlig en
hurtig gevinst — en
kæmpe valgsejr.
Hvordan kan man så
tillægge lagmandens
olaitilbud, om invitati-
on til bredt samarbejde,
nogen vægt? Først
lumpede han vælgeren,
og er tiden nu kommet
til også at lumpe lag-
tingets oppositionspar-
tier, men det lykkes
ikke i denne omgang.
Denne mistro politikere
imellem, beror udeluk-
samvinna
Javnaðarflokkin og Sam-
bandið, men fortreytin er
tann, at Javnaðarflokkur-
in sleppur sær av við »sine
merke og upálidelige og
garvede taktikere«. Dim-
ma skrivar:
kende på aldrende polit-
ikere, der er blevet så
garvet efter et langt po-
litisk virke, at de har
indlevet sig i et sygt po-
litisk klima. Al vilje til
at skabe et sundt og
kreativt arbejdsklima
og gavnlige resultater,
er forsvundet ind i tak-
tikkens mørke.«
Dimman sær fegin, at
var millum
»Lagmandens parti
ville helt afgjort være
en god samarbejdspart-
ner for Sambandsparti-
et, om blot hans parti
kom af med sine mørke
og upålidelige og garv-
ede taktikere. Partiet
trænger til en ny gene-
ration, som kan kaste
alle firkantede taktiske
synspunkter, til side.
Den akutte krise i
landet løses ikke af de
stagnerede politikere,
der i sin tid lagde
grundstenen og skabte
den, og dette må man
håbe på, at Socialdemo-
kratiet indse, så partiet
kan genvinde sin tro-
værdighed og blive en
pålidelig samarbejds-
partner, en gang i frem-
tiden.«
Um somu tid sum
Jógvan Sundstein
fíggjarmálaráðharri
sigur, at vit eru komin
á botn, tá talan er um
búskaparsteðu land-
sins frætta vit, at
brúkaragjald verður
lagt á fólksins herðar.
Nú skulu øll húsar-
haldini í høvudsstad-
num til at gjalda fyri
ruskposarnar og flutn-
ingin av burturkasti-
num. Her er talan um
eina eykaútreiðslu
uppá 500 kr. um árið
fyri hvert húsarhald.
So tá fíggjarmála-
ráðharrin tosar um, at
tað nú fer at venda og
vit fara at ganga móti
betri tíðum, so eigur
hetta at takast við
fyrivarni. Tí skulu
borgararnir omaná at
gjalda helvtina av lon-
ini í skatti, gjalda
hægri otll og skjótt
eisini merkja momsin
á egna pengapungi —
nú eisini verða undir-
grýttir við brúkara-
gjaldi av ymsum slag,
so má sigast, at botn-
urin fyri tann einstaka
borgaran ikki er rokk-
in. Vit bera ótta fyri,
at hetta brúkaragjald-
ið bara er tað fyrsta í
eini rød av brúkara-
gjøldum, sum politik-
ararnir fara at tvinga
inn á okkum. Spurn-
ingurin verður nú, um
sjúk og gomul skjótt
skulu gjalda fyri við-
gerð á sjúkrahúsum,
fyri heilivág o.l!
Áhugavert verur so
eisini at síggja, hvat
verður lagt upp til í
komandi fíggjarlógar-
uppskoti. Man tað
vera lagt upp til brúk-
aragjald har eisini!