Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 153 — 23. august 1991 tíðindablaðið Bjarni Thomsen, Vaktargarðurin: Alarmarnir ræða tjóvarnar burtur Nógv innbrot verða framd í Havnini, og setir hetta handilsmonnum, kioskeig- arum og gðrum grá hár í høvdid, tí ikki øll vita, hvussu ein best kann verja seg fyri at innbrot verður framt. Men okkurt kann gerast. Millum annað hevur Vaktargarðurin í Havn sett upp einar 25 tjóvaríalarm- ar ymsastaðni eftir ynski frá kundunum, ið vilja hava Vaktargarðin at ansa eftir ognum sínum. »Alarmarnir, vit seta upp hjá fólki, virka sum eitt eyga, ið sær alt, sum fer fram inni í rúminum, har tað stendur,< greiðir Bjarni Thomsen á Vaktargarðinum frá. »Er eitt nú onkur ókend rørsla inni, boðar alarmurin beinanvegin frá hjá okkum telefoniskt, so vit sum skjótast kunnu koma á staðið.“ Avdúkaði innbrot So seint sum fyrranáttina vóru boð eftir Vaktargarð- inum um alarmskipanina. >Alarmurin boðaði frá, at innbrot var í Kioskini við Sundsvegin, og bein- anvegin fóru vit avstað, samstundis sum vit boðaðu løgregluni frå,« sigur Bjarni. Tå teir komu å stadid, var tjóvurin tikin til beins, og so skakkur hevur hann verið, at bæði kúbein og tjóvagóðs lógu eftir beint uttanfyri kioskina. Tjóvurin hevði við kú- beininum brotið eina plátu frá einum vindeyga, ið ikki verður brúkt longur, og so hevði hann gjøgnum opið fingið sær fatur á ymsum, sum hann tó ikki náddi at fáa við sær. Skelti siga frá alarmi »Har sum vit hava sett alarmarnar upp, hava vit eisini sett eitt ella tvey sjónsk skelti, ið siga frá, at her hevur Vaktargarðurin alarm,< sigur Bjarni. >Og tað vísir seg tíbetur at halda innbrotstjóvum frá at gera eina roynd.< Men hevdi tað ikki verið frægari at latið verið við at sett nakað skelti upp og so heldur fingið fatur á innbrotsmonnunum, mitt í feskum verki? >Tað haldi eg ikki, tí so høvdu vit bert fingið tað burturúr, at vit gjørdu blaðungar sálir til brots- fólk,< heldur Bjarni. >Tá haldi eg tað vera betri, um tey av skeltinum uttanfyri gerast so mikið rædd, at tey bæði hesa og aðrar ferðir lata vera við at bróta inn.« Sera lítið skal til, at al- armurin fer i gongd og bodar frå. Verdur bert ein råtur brotin, so skapar tann kalda luftin, ið kemur inn, so mikið av ókendum rørslum, at alarmurin beinanvegin sigur frå. hj. Vaktargarðurin í Havn hevur 25 tjóvaríalarm- ar settar upp ymsa- staðni, og á øllum stóðum, har alarmur er, stendur eisini eitt lítið skelti, ið boðar frá, at her er alarmur. So seint sum, fyrranátt- ina avdúkaði alarmur í Kioskini við Sunds- vegin innbrot, tá onkur royndi at bróta inn við kúbeini. Mynd: Kalmar si Laksapatruljan krokti bilførara við kenning Hetta er tíðin, tá laksa- og sílafiskarar kring landið stytta sær stundir við tráðu, har roknað verður við, at nakað er at fáa. Sum við gllum ødrum, hava eisini hesir fiskarar reglur og lógir at halda seg til, skal fiskingin vera for- svarlig løgfrødiliga. Og sum eisini altíð er, har reglur og lógir gera seg galdandi, verða hesar av og á brotnar. Í so máta er laksa- og sílafiskingin einki undan- tak. Mest vanliga reglu- og lógarbortið er, at menn krøkja laks. Krøking er nevniliga ikki loyvd, so ti må løgreglan eftir førimuni royna at halda eyguni vid fiskarunum, at teir halda seg til tad, id loyvt er, og verda drignir til svars, um so er at teir gera nakað annað. Eftirlitið borið frukt Í hesum sambandi arb- eiðir ein sokallað laksa- patrulja útfrá Politistødini i Havn, og hevur hon eftirlit við teimum støðunum í Eysturoynni og Streymoynni, ið eru mest útsett fyri ólógligu krøkingini. Hetta eftirlit hevur eisini borid frukt, og eru fleiri 6- lógligir fiskarar tiknir fyri at krøkja. I vikuni hevur patruljan millum annað verið nakrar ferðir í Eysturoynni, har krøkingin sum oftast er í Skálabotni, við áarósan á Selatrað og við brúnna um Streymin. Laksapatruljan krøkti Mikukvøldid var laksa- patruljan ein túr á Selatrað fyri at vita, um onkur krøkjari kundi verða tikin uppá feskan gerning — men tó uttan úrslit. Kortini varð patruljan ikki fullkomuliga >ongul í reyv<, tí á heimvegnum varð ein illgrunavekjandi bilførari steðgaður av pa- truljuni á Strondum, og vísti tað seg eisini, at við- komandi koyrdi bil við kenning. So hóast upprunaliga uppgåvan ikk: altíð letur seg loysa, kann løgreglan eisini krøkja við góðum úrsliti vidhvørt… hj. Laksapatruljan hevur í summar við góðum úr- sliti fingið fatur á ólógligum laksakrókj- arum. Mikukvoldið gjørdist tað tó bert til, at ein bilførari við kenning vard krøktur av patruljuni. Savns- mynd: Hilmar Jan Tad rætta parkett- gølvid finnur tu hjá okkum Fløgger måling Torshavn, Klaksvik si vs 1 fólk 285,- — 2 folk 385,- Síðani matgera tit siåh ella eta uti sum hugur in er Sjónvarp og køliskår hverjum kamari! TELEFON 12242 TELEFAX 10657 JEKARAGØTA 8 FR-110 TORSHAVN |