Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Scansat/TV3 Friggjadagin kl. 21.00: Valentino Amerikanskur filmur frå 1977. Fyri 65 árum síðani, tann 23. august, doyði Ru- dolph Valentino, 31 ára gamal. Vit skulu síggja Rudolf Nureyev spæla hevuðsleiklutin, sum henda Holywood- legendan. Heilt ungur arbeiddi hann sum dansari í New York, men eftir einari nátt broyttist lív hansara. Hann hitti ein úr Holywood, sum skrivaði myndarit Fríggjadagin kl. 23.50: Alfred Hitchcock Sjónleikurin Oliver Matthews var eina- ferð víða kendur, og allar kvinnur fjepp- aðust uppi í honum. Men nú spælir hann bert smáar leiklutir, og flest ell hava gloymt hann. Men tað hevur skrivari hansara ikki, Miss Hall, sum bert livir fyri at síggja hann. Matthews leggur einki í hana, og hann veit einki um henn- ara ómeguligu dreymar Leygardagin kl. 21.00: The Frisco Kid Amerikanskur western frá 1979 við Harrison Ford og Gene Wilder i høvuds- leiklutunum. Avram Belinski verður sendur úr Polen til Amerika. Á vegnum verður hann álopin, missir bátin, og noyðist at halda fram eftir landi til San Francisco. Hann fylgist við byrsumanni- num og bankaránaranum Tommy Lill- ard, og hesin fær hann at verða við í ein- um bankaráni Gene Wilder Leygardagin kl. 23.05: | Child of the Fifties, Man of the Eighties Ein framfersla við Robert Klein, ein tann best umtókti skemtarin í USA. Hann vaks upp í fimtiárunum, og skemtar við hvussu tað er at vera foreldur í áttati- árunum. Sunnudagin kl. 19.00: Spearfield's daughter Am. sendireð í trimum pertum frå 1986 — bygd á skaldsegu eftir Jon Cleary. Tíð- indakvinnan Cleo Spearfield situr og hugsar um tað, sum farið er. Um hend- ingarnar, sum elvdu til, at tvey fólk tætt hjá henni nú liggja deyð uttanfyri. Í 1968 kom hon, sum nýútlærdur journalistur beinleiðis frá heimlandi sínum, Australi- en, til Vietnam at skriva um kríggið har. Har hitti hon amerikanska tíðindamann- in Tom Border, og tey gjerdust góð. Men bæði seta arbeiðið fremst, og skjótt fara tey hver til sítt. Cleo missir pressukortið hjá sær, eftir at hava skrivað um teir amerikansku hermenninar, og hon fer til London. Har hittir hon Jack Cruze, ein eldri tíðindamann, sum fær ein stóran leiklut í lívi hennara Sunnudagin kl. 21.00: Alice býr ikki longur her 35 ára gamla Alice, sum er heimagangan- di, hevur altíð droymt um at gerast sang- arinna. Hon er nú vorðin einkja og ger av at gera dreymin til veruleika. Hon fer við soni sínum til Californien og selur fyrst hús síni. Hon sygur á barrum og arbeiðir eisini í matstovum, men hetta lívið er strævnari enn hon helt Nr. 153 — 23. august 1991 Mánadagin kl. 21.00: Hvor ræðist Virginia Woolf? Oscarløntur amerikanskur filmur frá 1966. Martha og George eru eini tilkomin hjún, sum búgva á einum »college« i New England, har George arbeiðir. George er ein »miseydnadur« søgu-professari, men hann er sera skikkiligur. Martha er vill og tosar nógv, og hon ger sum henni lyst- ir. Eitt leygarkvøld koma tey heim ur veitslu og tey hava boðið einum ungum hjúnum heim við. George biður Marthu royna at vera hampuliga og ikki leika í, men hesa náttina missa tey tamarhaldið á sær sjálvum... Hevuðsleikarar: Elizabeth Taylor og Richard Burton. Týsdagin kl. 21.00: Tey bestu árini Fredric March, Dana Andrews, Myrna Loy og Virginia Mayo. Oscarløntur amerikanskur filmur frá 1946. Filmurin snýr seg um tríggjar her- menn, sum venda heim aftan á heimsbar- dagan. Familjurnar bíða spentar at sígg- ja teir, men árini í krígnum hava sett síni spor, hermenninir eru nógv broyttir, og tað eru tey heima eisini Mikudagin kl. 19.00: Lívið um tey 30 Fyrsta bókin hjá Nancy hevur fingið góða umreðu, men hon er einki glað. Hon fer til lækna at verða kannað og hann sig- ur, at hon hevur ein svull í lívmóðrini, og hon noyðist á sjúkrahús at taka eina krabbameins-roynd. Úrslitið av kanning- ini fær hon ikki fyrr enn aftaná hegtíð- ina, og heima er lagið ikki gott, meðan bíðað verður Humphrey Bogart og Ava Gardner. Mikudagin kl. 21.00: The Barefoot Contessa Oscarlentur amerikanskur filmur frá 1954. Segan er um ein kendan sjónleik- ara, greivinnuna Torlato-Favrini. Films- maðurin Harry Dawes greiðir frá, hvussu hann fann hana. Á einum náttklubbi í Madrid síggja teir flamencodansarinnu- na Mariu, og tað eydnast Harry at fáa hana at koma til Hollywood. Hon verður væl dámd, og menninir eru býttir av henni. Men hon leggur einki í nakran fyrr enn hon hittir Vincenzi Torlato-Favrini greiva Morgunlestrar í Útvarp Føroya 26.—31. august Hesa vikuna lesur Elsa Funding Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 26. august nr. 26 Mín sál, Guðs lov tú syngi Sálm. 8,5 Týsdagur 27. august nr. 13 Guðs kirkjulið, gitnan ger skapara tín Sálm 8,7 nr. 318 Um tú vilt gleði vinna Mikudagur 28. august nr. 271 Eg fátækur snúgvi mær, faðir Luk. 15,24 nr. 274 Gev mær treyst og trú í treytum Hósdagur 29. august nr. 71 Veit Jesus, mær Luk. 15,31 Fríggjadagur 30. august nr. 275 Eg hug mín havi frá heimi- num vent Fyrra Kor. 15,48 Leygardagur 31. august nr. 77 Signaða navn Ef. 3,15 nr. 134 Rita navn títt mær í hjarta