Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 3 Nr. 154 — 24. august 1991 HF- og studentaskúlalærarar | Nú má rættlag kom - Viðurskiftini á HF- og studentaskúlanum eru nú so Gtolandi, at rætt lag má fáast á tey. Hetta sigur John Mortensen, formaður í yrkisfelagnum hjá HF- og studentaskúlalærarum. YF-lærararnir, sum teir róapst, fóru í 24 tíma arbeiðssteðg til tess at mótmæla viðurskiftunum og til tess at royna at koma á tal við lands- stýrið um tey. Sostatt vóru skúlastjórar, skriv- stovufólk og skúlatæn- arar einastu, ið vóru á skúlunum í gjár. YF-formaðurin sigur, at tað snýr seg ikki bert um tey trongligu hølisvidur- skiftini. Hesi viðurskifti gera tað ógjørligt at fremja eina undirvísing, sum er pedagogiskt for- svarlig. - Myndugleikarnir eiga at vera greiðir yvir, at tá talið av næmingum í einum høli er komið upp á eitt vist, so minka eisini møguleikarnir fyri undirvísing á høgum stødi, sigur John Mort- ensen og vísir á, at YF vil hava 24 næmingar sum hægsta mark í einum flokki. Yrkisfelagið vil hava landsstýrið at festa hesa siðvenju á blað í einum rundskrivi, sigur John Mortensen. - Marita Petersen hevur sagt, at hetta er ikki galdandi í Danmark. Hvaðani hava tit hatta 24-talið frá? 24 hevur vunnið hevd í Fsroyum Til hetta svarar John Mortensen, at hetta tal eina ferð var eitt ynski í Danmark, men kom ikki igjøgnum. - Hinvegin er einasti skúli í landinum, ið bygdur til hetta undir- visingarendamål, nevni- liga skúlin í Hoydølum, bygdur til 24 næmingar å hvørji stovu, sigur John Mortensen og visir å, at 24 næmingar eisini er mesta mark i fólka- skúlanum. Higartil hevur tað ver- ið eitt útbúgvingarpol- itiskt sjónarmið, at øll sum lúka krøvini fyri at verða tíkin á HF- ella. studentaskúlarnar, eiga at sleppa inn. - Higartil hevur hetta politiska grundsjónarmið verið lættkeypt hjá politikkarunum, tí allir umsøkjararnir hava rúm- ast á skúlunum, sigur John Mortensen, ið legg- ur aftrat, at hetta er eitt grundsjónarmið, YF tek- ur undir við. Nú tilgongdin sprongir høliskarmarnar, ganga Joanna í Listaskålanum næstseinasta leygardagskonsert å hesum sinni Leygardagskonsertirnar i Listaskålanum eru um at vera av å hesum sinni. I dag syngur Joanna Johan- sen, og Johannes Andrea- sen spælir undir. Tey fram- føra verk eftir Paula i Sandagerdi (William Hein- esen eigur orðini), J. Waagstein, Hanusi Johan- sen (Poul F eigur ordini), brot år "Bridleypi Figar- os" og nakrar italskar sangir. Joanna hevur sungið saman við Johannesi áður, og fara tey eisini at fram- føra tónleikin, ið Pauli í Sandagerði hevur gjørt til yrkingar hjá Williami Hei- nesen, á "Árhus Festuge", sum verður hildin frá 7. til 15. septembur. Annað árið á rað Felagið Føroysk Tóna- skøld hevur í summar skipað fyri leygardagskon- sertum í Listaskálanum. Hetta er annað árið, skipað verður fyri hesum, og vón- andi ber til at halda fram, sigur Kristian Blak við Sosialin. Skipað hevur eisini ver- ið fyri konsertum í sam- bandi við várframsýning- ina. Av tí at Felagið Før- oysk Tónaskeld skipar fri, er mesti tónleikurin før- oyskur. Vidhvørt hevur verið væl vitjað - aðrar dagar hevur verið minni fólk. Kristian veit ikki, um hetta kemst av, at ov illani hevur verið lýst við tiltakinum. Hann heldur, at betri heyði verið, um flestar av hesum konsertum vóru í juli mánaði og ikki spjaddar. 20 krónur kostar at sleppa inn. Ravnating Í næstu viku verður sein- asta leygardagskonsertin í Listaskálanum á hesum sinni. Tá spæla Kristian Blak og Sunleif Rasmuss- en "Ravnating", ið er tónleikaverk eftir Kristiani sjálvum. Hetta verk varð spælt inn á plátu í vetur. Kristian Blak skrivaði "Ravnating" í 1982, og varð tað tá framført saman við myndargð efur Philip- pe Carré. Ravnurin hevur verið fyrimynd, tá ið verk- ið varð skrivað, eins og fråsøgnin um Hugin og Munin - ravnarnar hjá OS- ini. Verkið hevur verið spælt nakrar ferðir - tí tað er væl egnað sum klaverstykki og er ikki bundið av ødrum ljóðfórum ella myndargð. Tískil verða ongar myndir nýttar á konsertini í næstu viku. d i myndugleikamir inn fyri lækka stødid í undirvís- ingini, sigur YF-formad- urin. - Tað kann ikki vera rætt, og tí krevja vit, at fortreytirnar fyri eini forsvarligari undirvísing verður uppfylt, og tað eru rimiligar hølisum- stødur, sigur John Mort- ensen. YF hevur í skrivi til landsstýrið gjørt vart vid, at krevur, at nýggjur skúli verður bygdur í Eysturoynni, at egnaði høli verða útveg- aði í Suðuroy og útbygt verður í Hoydølum. - Nú umdirvísingin er steðgað upp, er tað ikki av okkara ávum, men ein beinleiðis avleiðing av, at myndugleikarnir ikki vilja syrgja fyri, at sam- svarinum millumnæm- ingatal og hølisumstød- ur, sum skal til fyri at fremja eina forsvarliga undirvísing. ówh Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lær- ara sendir í gjár soljóðandi skriv til landsstýri. Yrkisfelagið hevur í dag lagt arbeiðið niður fyri at vísa á okkara ónegd við viðurskiftini á arbeiðsplássunum. Orsekirnar til stødu- na eru ymiskar — ógreiður skúlapoli- tikkur, vantandi ílog- ur, vaksandi næminga- tilgongd og ov smáar játtanir til rakstur. Málið við tiltakinum í dag er at koma a tal við landsstýrið, um hvussu skipast kann fyri líkinda loysnum, soleiðis at næmingar- nir fáa undirvísing á rettum steði og undir liviligum umsteðum i teirra egna heimaøki. Harumframt, at lær- ararnir fáa brúkiligar arbeiðsumsteður. Hetta er sjálvsagt og neyðug og kann bert fáast í rættlag við — at tervur og játt- anir samsvara — at helir og næm- ingatal samsvara — at næmingatal og pedagogikkur sam- svara Við hesum meina vit: 1) Næmingatalið má undir ongum umsteð- um fara upp um 24 í hverjum flokki 2) Játtanirnar mugu økjast, soleiðis at tann fakliga dygdin kann varðveitast og sam- svarandi teirri ektu til- gongdini. 3) Byggingin av skúlum í Eysturoy og í Suðuroy skal fremjast, umframt útbygging í Hoydølum. Umstødurnar eru so vånaligar, at lærarar- nir nå krevja munandi åbøtur. Ti vænta vit, at landsstýrið skilir steðuna og saman við Yrkisfelagnum finnur loysnirnar.