leygardagur 24. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 154 — 24. august 1991
sum kappingin er millum
tvey flutningsfelgg. Og tað
fingu vit eisini avgjørt
varðhugan av, tá vit tosaðu
við býráðsformenninar í
Runavík og í Havn.
Kommunufelagsformaður-
in Jógvan K. Mørkøre
leggur heldur ikki fingrar-
nar ímillum.
-Verður tað endin, at
alifiskurin fer til Havnar
heldur enn til Runavíkar,
kunnu vit seta kostnaðin
av vørugjaldinum niður og
somuleiðis ta leigu, Star
rindar fyri gkið, har
pakkhúsini standa. Og tað
fara vit eisini at gera, og tá
verður opið kríggj. Hann
leggur aftrat, at teir hava
eisjni ein triðja møguleika.
Og tað er at fáa samband
við okkurt heilt annað
flutningsfelag, sigur Hans
Tausen Olsen, býráðsfor-
maður í Runavík.
-Vit lata Havnina fáa frið
í samband við allar teir
inntøkufyrimunir Havnin
hevur fram um okkum, og
ti er tað nógv fyri, at
Havnin eisini skal fara við
hesum inntøkumøguleik-
anum, sigur býráðsformað-
urin.
spælinum
Jógvan K. Mørkøre
heldur, at býráðsformaður-
in í Havn, Poul Michelsen,
hevur ein fingur við í
spælinum. Hann heldur, at
talan er um, at Havnin vil
kappast við Runavík við
hjálp av góðum skatta-
grundarlagi og kommunu-
kassanum, og tað fara
bygdirnar ikki at finna seg
í, sigur kommunufelags-
formaðurin. Hann vísir á,
at alifiskurin kemur úr
økjum, sum liggja nógv
nærri Runavík, og tað tí
ikki er meira enn rímiliga,
at fiskurin verður koyrdur
hagar.
-Frammanundan kemur
so at siga allur innflut-
ningurin á land í Havn, og
nú skal Havnin eisini hava
fatur á útflutninginum.
Enntá tí útflutningi, sum
verður framleiddur á bygd.
t
i
Den går bara ikki, sigur
Jógvan K. Mørkøre.
Hinir givið Star
studning
Vit spurdu Poul Mic-
helsen, býráðsformann í
Havn um Havnar Komm-
una letur Skipafelagnum
fíggjarligar fyrimunur, so-
leiðis at Skipafelagið er
ført fyri at dumpa í prísi
mótvegis Star.
Hetta avsannar Poul
Michelsen harðliga og
leggur aftrat, at tala er júst
um tað øvugta.
-Klaksvík, Runavík og
Kollafjørður hava í longri
tíð latið Star stórar
kredittir í samband við
vørugjald, hóast komm-
unur als ikki hava loyvi til
tess. Hesum hava vit eisini
mótmælt í landsstýrinum,
sigur Poul Michelsen og
leggur aftrat, at soleiðis
hevur júst m.a. Runavík
stuðlað Star við komm-
unalum midlum.
-Men tað skulu teir ikki
sleppa við. Vit hava bygt
upp góðar havnaumstødur,
og vit fara ikki bert at sita
sum eygleiðarar meðan
onnur brúka ólógligar
metodir móti okkum, sigur
Poul Michelsen og leggur
aftrat, at Havnar Komm-
una hevur hildið seg heilt
uttan fyri í hesum máli.
Onki problem
Kaj Petersen frá Skipa-
felagnum heldur íkki, at
tilboðið frá Skipafelagnum
fer at hava nakrar trupul-
leikar við sær fyri sam-
starvið í Føroyaleidini.
-Skipafelagið hevur
hildið seg innan fyri allar
avtalur millum bæði
flutningsfelggini og sent
tilboðið gjøgnum Føroya-
leidina, so sum manna-
gongdin eigur at vera,
sigur hann.
Kaj Petersen sigur seg
ikki vita um nakran fund
um hetta mål, men vid-
merkir bert, at bådir partar
hava loyvi til at leggja mål
fyri á nevndarfundi.
tór.-
Bilupphøgg heldur enn til
á Heygnum Mikla í Havn.
Hetta ger fyritøkan hóast
farið er út um dagseting-
ina, 1. august, Heilsu-
nevndini setti fyri, at Bil-
upphøgg skuldi verið flutt
í annað stað.
Katrin Dahl, forkvinna í
Heilsunevndini sigur, at nú
hevði Heilsunevndin íkki
annað í at velja.
-Vit hava latið Bilupp-
høgg fleiri tilboð um onnur
gki í býnum, men teir hava
ikki tikið av nøkrum teirra.
Haraftrat hevur Bilupp-
høgg fingið fleiri áminn-
ingar um at teir skuldu
vera burturi av Heygnum
Mikla í seinasta lagi 1.
august. Tað er ikki hent,
og tí hava vit latið fútanum
málið til avgreiðslu, sigur
Katrin Dahl.
Hon sigur seg annars
harmast um, at Bilupphøgg
ikki hevur tikið av onkrum
av tilboðunum teir hava
fingið, tí fyritøkuni, hvers
høvudsendamål er endur-
nytsla, hava vit brik fyri.
Katrin Dahl vísir á, at gkið
á Heygnum Mikla, har
Bilupphøgg heldur til, er
ikki ídnaðargki og at teir
ongantíð hava fingið loyvi
til at vera har yvirhgvur.
Síða 5
Nú skal fútin flyta
Bilupphøgg burtur
Tolið hjá Heilsunevndini í Havn er nú uppi og hevur nú biðið
fútan um at taka sær av, at Bilupphøgg á Heygnum Mikla verður
beint burtur av ókinum
Elgeir Olsen, stjóri á
Bilupphøgg roknar við
at finna eina betri loysn
um ikki so langa tíð.
Mynd: Kalmar
Hon sigur, at Heilsufrødis-
liga Starvsstovan hevur
tikið undir við støduni hjá
Heilsunevndini.
Elgeir Olsen, stjóri á
Bilupphøgg sigur, at til-
boðini frá býráðnum hava
verið alt ov dýr til at taka
av.
-Men vit hava leingi
arbeitt við gðrum loysnum,
og eg ivist ikki í, at tað fer
at eydnast okkum at finna
eina aðra loysn seinri í ár,
enn hana vit hava í løtuni,
sigur Elgeir Olsen og
leggur aftrat, at eingin er
fegnari enn teir sjálvir tess
skjótari teir sleppa av
økinum á Heygnum Mikla
og á annað betur hóskandi
stað.
tór.-
Sjónleikarastevnan
1991
Árliga sjónleikarastevnan verður 13.,
14. og 15. september á Gistingarhúsi-
num í Øravik.
STEVNUEVNIÐ:
Hvussu skipa feløgini seg tá leikur
skal setast upp — hver ger hvat?
verður vidgjørt á 12 tíma skeiði |
LÆRARAR:
Mai-Britt Ahlin og Laura Joensen.
Eisini eru ymiskar frásagnir og fram-
forsla á skránni.
Farið verður av Havnini friggjakvøldid
kl. 18.00
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Sjónleikarafelggini ella MáF.
Sigið frá á telefon 15624 ella 13010 í
seinasta lagi 4. september.
Øll sjónleikaraáhugað eru vælkomin.
Pláss er fyri 40 fólkum.
e SA Meginfelag
áhugaleikara
Føroya