týsdagur 27. august 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 155 — 27. august 1991
Síða 11
ið aftur...
so fekk GÍ
0
Tað var alla tíðina GÍ, sum skapti og stýrdi í
dystinum í Gøtu sunnudagin móti MB, og fult
uppiborni sigurin kundi lættliga verið stórri
GÍ-MB 3-0 (2-0)
1-0 Magni Jarnskor
2-0 Símun P. Justinussen
3-0 Símun P. Justinussen
Seinastu dystirnar hevur
ikki gingið gøtumonnum
serliga væl at fáa úrslit
burturúr, hóast lið teirra
hevur spælt væl, og útlitini
at fingið nóg góða úrtóku
burturúr málkjansunum
hava verið góð. Í
Men sunnudagin lyfti GÍ
sær á, og alt tað, sum ikki
hevur lukkast fyrr, lukkað-
ist nú, og sigurin á MB við
trimum málum móti ong-
um var ikki eitt mál ov
stórur — heldur var tað
beint øvugt.
Longu frá fyrsta bríksli
dómarans var tað heima-
liðið, ið setti dám á dystin
við konstruktivum roynd-
um bæði at skapa spæl og
stýra spælinum.
Úrslitaleys langskot
Fyrstu løtuna royndu teir
seg mest við langskotum,
uttan at tað tó gav nakað
serligt úrslit.
Tað vísti seg nevniliga,
at verjan hjá MB var so
mikið til at tosa við, at tað
loysti seg nógv betri at
royna at spæla seg igjøgn-
um hana, enn at bumba
við langskotum.
Men sum orðatakið
sigur: >Undantakið stað-
festir regluna<. Og tí varð
tað sjálvandi júst við
einum langskoti úr 20-25
metra fjarstødu, at Magni
Jarnskor sendi bóltin í
MB-meskarnar aftanfyri
ein ikki alt ov tryggan
Jens Kristian, og so var 1-
0.
Tá hetta málið kom,
vóru spældir einir 20-25
minuttir.
Verjan »pakkadi inn«
Og meðan Gf-ålopid
varð væl rgkt av einari á-
lopshugadari og tó ikki
verjuforsømandi miðju, so
syrgdi verjan í hinum end-
anum at pakka spíssarnar
hjá miðvingum inn, so
einki skuldi hótta har.
Alvi Justinussen tók sær
væl av Jens Eriki Rasmus-
sen, ið ikki slapp eins
nógv, og hann er vanur
við, meðan Janus Rasmus-
sen tók sær av Birgir Jør-
gensen, ið plagar at sleppa
at gera sær dæl:, tá Jens
Erik ikki fær høvi til tess.
Tí varð dysturin mest
líkur tí leiki, ið fer fram, tá
mýsnar spæla á borðinum,
meðan kettan er úti. Har
frammi í Gl-oddinum
høvdu Per Dalheim og
Simun Petur Justinussen
góðar dagar.
Per Dalheim spældi sín
besta dyst í ár, hóast hon-
um heldur ikki hesaferð
eydnaðist at koma á mál-
skjúttatalvuna, hóast stór
Símun Petur Justinus-
sen, GÍ, sum her sam-
an við Valbirni Jacob-
sen, MB, er á veg upp
eftir bóltinum, er eisini
á veg uppeftir á mál-
skjúttatalvuni. Sunnu-
dagin fekk hann tvey
av trimum málunum í
3-0 sigrinum á MB.
Mynd: Eyðfinn Guttesen
tilboð. Og Símun Petur
sær út til við hepni at vilja
endurtaka seg sjálvan frá
80-unum við enn einaferð
at gerast toppskjútti í 1.
deild.
Á veg uppeftir
Í hvussu er tók hann
tvey stig á leiðini tann
vegin sunnudagin.
Tað fyrra nakrar minuttir
eftir gjógnumbrótandi
málið hjá Magna Jarnskor,
tá hann ruddaði upp eftir
eina miseydnaða Dalheim-
roynd. Per varð fríspældur
og royndi seg við skoti,
sum MB-málverjin í fyrstu
atløgu fekk tikid sær av,
men ikki hildid. Og tå var
Simun Petur sum heykurin
yvir honum og Ssóp-
aði bóltin innum strikuna
til 2-0.
Fyrra stigið uppeftir á
málskjúttatalvuni tók Sím-
un Petur, tá hann — sum
ikki einaferð — varð
hægstur uppi eftir einum
innleggi frá Poul Enoki,
og stútaði tað í netið til 3-
0, tá einir 15-20 minuttir
vóru spældir av seinna
hálvleiki.
Fyribils hevur hetta úr-
slitið við sær, at GI slapp
leyst av botninum, har MB
er komið í staðin.
GI var ágrytnara liðið,
og einki er at liggja oman-
á, at sigurin ruddiliga var
uppiborin. MB hevði hin-
Poul Enok >rundar<
ein miðving á ferð
frameftir í vitnstru
síðu. Hann legði m.a
upp til tað triðja málið
Mynd: Eyðfinn Guttesen
vegin einki at bjóða uppá,
og glottarnir frá miðving-
um vóru sera sjáldan
sæddir sunnudagin.
(hj.)
NSÍ i somu stóðu sum Sovjettsamveldið:
Trupulleikar av sjúku
At Jens Martin vardi NSÍ
málið móti KÍ var ikki tí,
at Bolton fríggjakveldið
metti hann vera betri mál-
verja enn Trúgva Morten-
sen.
Heldur var talan um
eina heildarmeting, altso
at tað tænti liðnum best,
at Trúgvi kom út á vøllin,
og at Jens Martin tí stóð í
málinum.
Metingin varð grundað
á, at NSÍ liðið í letuni,
akkurát sum leiðslan í
Sovjet fyrst í síðstu viku,
var meint rakt av sjúku.
Einki er at taka seg aft-
ur í, at Jens Martin hevur
stóran týdning fyri liðið.
Kanska eins stóran týdn-
ing hevur Eyðun Gaard-
bo, um hann so er á mið-
vellinum eila á aftasta
manni, har hann hevur
verið stóran part av hes-
um kappingarárinum.
Hann var ikki við móti
KÍ. Orsøk: nógvur fepur
leygardagin og sunnudag-
in. Loysnin var at seta
Jens Martin í málið og
Trúgva á aftasta mann.
Hesin seinni nevndi rekti
sínar skyldur til fulnar.
Jens Martin stóð
hampuliga væl men
landsliðsmálverjin í topp-
form hevði bjargað næsta
KÍ málinum. Hóast vind-
urin spældi honum eitt
puss, so var bólturin
ongantíð komin fram móti
stólpanum, um Jens
Martin var upp á sítt
besta. Hann hevði tveitt
seg út í bóltin, sum hann
ferðaðist fram við málin-
um.
-DL-