hósdagur 29. august 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
” =
Longur á sjálv-
” me =
stýrisleið
ÁVÍSIR flokkar hava eftir
orðaskiftinum um løgmanns-
røduna at dóma eitt sindur ilt
av, at javnaðarflokkurin nú
hevur lagt seg á odda fyri
sjálvstýrisstremban føroy-
inga. Hetta tykir okkum løg-
id. Fyri tad fyrsta er einki
meira rimuligt, enn at vit, nu
heimastyrislågin er troytt út í
æsur, endurskoða stjórnar-
viðurskiftini og viðurskifti
okkara við restina av ríkinum.
Fyri tað annað er einki meira
natúrligt enn hetta, at royna
at vinna so nógv ræði sum
møguligt á okkara egnum lívi
og lagnu. Tjóðskaparliga og
mentunarliga eru vit serstøk
tjóð við fullum rætti til alt tað
sjálvræði, vit ynskja. Spurn-
ingurin er, um og nær vit
Uppseting: Pt Sosialurin
Pt Pressan 1881 | Telefon: 11820
skulu taka tey ymisku stigini
fram móti størri og størri
sjålvrædi.
TEIR, sum finnast at, siga:
»Best man vera sum er« ella
siga teir: »Alt eila einkil«. Vit
vita væl, at tað finnast nógv
fólk í javnaðarflokkinum,
sum væl kundu hugsað sær
einar suverenar Føroyar heilt
leysar av danska kongaríkin-
um. Men hetta sjónarmið
hevur ikki undirtøku í fólkin-
um. Hevði hetta sjónarmið
havt undirtøku, átti tjóðveld-
isflokkurin 17 og ikki á ting-
limir. So einfalt er tað!
HINVEGIN er eingin ivi um, at
hugsjónin um nógv størri
sjálvræði, virðiligari og meira
javnbjóðis stødu í ríkinum
hevur stóra undirtøku millum
manna. Tað er valla heldur ivi
um, at flestu føroyingar upp á
Argir
longri sikt ynskja einar púra
sjålvstødugar og suverenar
Føroyar. Tað er hesa gongd,
vit longu nú skulu búgva okk-
um og menna okkum til.
HVUSSU menna vit okkum
til sjálvræði? Tað gera vit mill-
um annað við at taka alt
meira sjálvstýri, so hvgrt sum
vit politiskt og fyrisitingarliga
eru til reiðar til meira sjálv-
ræði. Tað er altumráðandi, at
tað er breiður meiriluti og
stór undirtøka fyri hvørjum
stigi longur fram á sjálvstýris-
leið. Tað er tí beint av lands-
stýrinum at fyrireika nýggja
skipan. Tá hesar fyrireikingar
eru lidnar, eigur málið at
verða lagt fyri Føroya løgting,
ið eigur at hava endaliga og
avgerandi orðið í spurningin-
um, hvussu langt vit skulu
fara á sjálvstýrisleið í hesum
umfari.
løgmansrødan
Dagblaðið skrivar enn
einaferð um reðuna, sum
Atli Dam, legmaður, helt
á ólavseku. Hesa ferðina
er tað aftur ein j., sum
undirskrivar oddagrein-
ina. Uttan at vita við
vissu, hver rithevundin
er, so hevur Jógvan Sund-
stein í báðum teimum
bleðunum, har J. hevur
undirskrivað oddagrein,
skrivað navngivna grein á
síðu 3.
Víst verður í hesi odda-
grein á tað góða samar-
beiði — >samróður<, sum
er í samgonguni. Blaðið
skrivar:
»So var orðaskiftið á
tingi um løgmansrød-
una 1991. Næstan allir
tingmenn høvdu orðið,
fleiri tvær ferðir og
nakrir høvdu eisini fleiri
viðmerkingar. Nógu orð
vórðu segd, og nú aftan-
á kunnu vit royna at
taka samanum og gera
upp virðið fyri føroyska
samfelagið av ti, sum
sagt varð.
Legmansreðan sjálv
viðger so gott sum all
samfelagseki. Hon er
eitt dokument frá lands-
stýrissamgonguni, sum
greiðir frá verandi orða-
skiftinum og komandi
ætlanunum.
Samgongutingmenn
og landsstýrismenn
tóku undir við ti, sum
løgmadur bar fram á
Ólavseku, og týðiliga
kom fram at góður
samróður var millum
samgonguflokkarnar
báðar. Tað, at Fólka-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin drógu eina
línu undir orðaskiftin-
um, ørkymladi andstød-
una rættiliga nógu, ti
næstan hver einasti
andsteðutingmaður
brúkti part au síni talu-
tíð til viðmerkingar —
ofta satiriskar ella
øvundsjukar — um at
samskiftið var so gott.
Orðini hjá tingformann-
inum um, at samarbeið-
ið í hesi samgongu
higartil heuði verið veitt
satt fornoyilsi« gjørdist
ein klassikari, og var
endurtikið ferð eftir ferð
av fáligum andstoðu-
monnum.
Lurtað var við spenn-
ingi eftir, um andstødu-
flokkarnir mundu hava
nakran konstruktivan
kritikk og meguligar al-
ternativar loysnir til tað
arbeiði, samgongan og
landsstýrið hevur útint
og ætlar sær at gera í
komandi tingsetu.
Men har kom stórt
sæð einki. Atfinningar
vóru, men mest snúðu
tær seg um smærri mál.
Lítið var av eðrum
loysnum í samband við
búskap, vinnukvstrup-
ulleikar, arbeiðsloysi
likviditet og skk mål,
sum nerva alt samfelag-
ið.
Samgongan tekur ti
hetta til eftirtektar og
uppfatar orðaskifti sum
heimild til at arbeiða
víðari á tí grundarlagi,
sum niðurfelt er í sam-
gonguskjali og ólau-
sekureðu legmans og
eðrum tilfari, sum kom-
ið er frá landsstýrinum.
Í reðu síni bjóðaði
logmaður til samarbeiði
á breiðum grundarlagi í
$
tingsalinum. Ikki kann
sigast, at hetta tilbod
varð væl móttikið. Teir
báðir størru andstødu-
flokkarnir vistu mest-
sum møguleikanum frå
sær. Heldur meira posi-
tiv vóru signalini frå
eðrum tingmann Kristi-
liga Fólkafloksins og
frá Sjålvstyrisflokkin-
um. Hetta er sjålvandi
at fegnast um, ti vili til
samarbeiði um ávísar
loysnir gevur eisini
møguleikar fyri ávirk-
an. a
Rætting
Í oddagrein í gjár eru
nekur tel komin
skeivt fyri. Vit skriv-
aðu, at roknast kann
við halli á komandi
fíggjarlóg við 360 og
meguliga 500 mill. kr.
Umreddu tel eru met-
ingar fyri hallið á ver-
andi fíggjarlóg. Hall-
ið á fíggjarlógarupp-
skotinum fyri 1992 er
mett til einar 100
studningur
Um stutta tíð skal
løgtingid viðgera upp-
skotið til fíggjarlóg
fyri 1992. Hóast upp-
skotið enn ikki er al-
mannakunngjert, vita
vit longu nú, at mest
kollveltandi broyting-
arnar í uppskotinum
eru skerjingar í studn-
inginum til fiskivinn-
una. Hóast vit ikki
hava tey nágreiniligu
telini, so er talan um
at minka henda studn-
ingin við millum 100
og 200 mill. kr. Hetta
skal tó takast við fyri-
varni. Enn er so bert
gott hálvt ár runnið
av hesum landsstýris-
skeiðnum og enn hava
teir báðir samgongu-
flokkarnir verið samd-
ir um politikkin.
Spurningurin er nú,
hvussu verður, tá upp-
skotið til skerjing í
fiskivinnustudningin-
um kemur fyri! Tað er
eingin loyna, at tað
millum samgonguting-
menn er herð mót-
steða móti ein ov stór-
ari skerjing av fiski-
vinnustudninginum.
Hetta hoyrdu vit eis-
ini undir viðgerðini av
legmansreðuni. Vit
hava eisini sæð,
hvussu tað hevur
gingið undanfarnu ár-
ini, har landsstýrið
hevur ynskt at minka
studningin. Tað fæst
rætt og slætt ikki
meiriluti fyri tí á
tingi. Møguliga fer
júst hetta málið at
elva til trupulleikar í
samgonguni — al-
ternativið verður so
tað, at landsstýrið
verður tvungið til at
sleppa einum parti av
niðurskurðinum av
studninginum til fiski-
vinnuna.
|
|
i
|