Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 30. august 1991 BS sjal | Nu skulu småbygdirnar avtoftast De store fisk de spiser de små Tað er munur á monnum. Hetta kveldið sóu og hoyrdu vit í Sjónvarpin- um russaran (Sjevard- nazde) rópa av reðarapall- inum: vekk við einaræðin- um, vit vilja hava sjálv- stýri og frælsi. (Feroyingurin) Jógvan Sundstein rópar í blødun- um: vekk við kommunal- um sjálvstýri, vit vilja hava einaræði. Hetta, sum nú er komið undan kavi frå varaløgmanni, at leggja eftir teimum smáu kommununum, er skjót- asti og besti mátin at av- tofta tær smáu bygdirnar. Øll kunnu vera samd við bygdarráðsformanninum í Hesti, at tað, ið hevur bjargað smábygdunum undan avtofting, er tað at tær hava kommunalt sjålvstyri. Nu skal tad kommunala sjålvstyri takast frå okkum, eg dugi illa at skilja, at fólka- flokkurin, sum hevur skrivað so nógv ímóti kommunismu og einaræði, skal vera fyrsti flokkur at innføra kommunismu í Feroyum. Hví nevna átta kommunur, tá ið tær eru koyrdar fastar, hvat so, so kanska fýra ella onga? Tá verður alt stýrt úr (Kreml) Tinganesi, tá kunnu tit seta skattaprosentið á hverjum skattskyldugum borgara í landinum upp í 80%. Rópti nakar komm- unisma ella diktaturstýri, eg vóni ikki Javnaðar- flokurin letur seg draga eftir hárinum í hesum máli, ein flokkur, sum hev- ur eitt so kraftfult merki í sínum skjeldri, sum róp- ast frælsi, tað álit hava vit á Jógvani Adolf, sum sjálvur er úr eini lítlari bygd. Hvenn týdning hetta kemur at hava fyri eina slíka: tann vissa deyða, sjálvandi. Vilja tær stóru kommunurnar fegnar hava tær smáu undir sær, so kunnu tey vinda tey fáu oyruni burt- ur úr teimum, sum teir eiga. Eitt, sum hevur ver- ið ómetaliga gott í teimum smáu kommununum, er at tað ikki hevur verið stillað upp politiskt til bygda- ráðsval, menn hava kunn- að arbeitt væl saman utt- an nakað sum helst polit- iskt klandur. Men kemur hetta mál igjøgnum, eri eg bangin fyri, at tað verður stillað upp reint politiskt. T.d. her í Sandoynni skulu tað koma sjey mans í bygdaráðið, eystanmenn fáa ein, sandingar tríggj- ar, skopuningar tríggjar. Skúvoy hvervur út í myrkrið. Tá verður eystanmaður- in politiskur gísli millum tær størru bygdirnar, fell- ur hann i part við sanding- um, so stýra sandingar øll- um, ella mótsatt, skopun- ingar. So fær eystanmað- ur í vegholini einaferð um ári afturfyri, einki meira ella minni, tá eri eg bangin fyri at tað verða róp í rama, hvat skulu einir fýra, fimm smáar komm- unur vænta sær at fáa, sum verða lagdar undir eina stóra, sum er langt úti á sjógv í skuld. Nei, tær smyrja ikki knívin, sum teir gomlu taka til. Hví skal tað takast frá mær, tá ið eg havi húsast væl, og gevast til nábúgv- an, sum hevur koyrt alt sítt út á sjógv? Hava ávís- ar kommunur ov stóra skuld, so hevur landsstýri skyldina í tí. Mær vitandi skal landsstýrið jåtta hverja låntøku hjá komm- ununum. Eg fari inniliga at heita á tykkum, sum sita í teimum smáu bygdaráðunum runt um í landinum at gera vart við tykkum í hesum álvar- smáli, og hava eitt vakið eyga við Feroya Komm- unufelag, um teir eru uppi í hesum bóndafangarí- num. Um so er, rennið teir so langt út í myrkrið til næsta kommunufelags- val. Tað hava tit megi til, um tit standa saman. Eg meti hetta mál líka vanda- mikið fyri tær smáu kommunurnar, sum EEC er fyri Feroyar, tær hverva og hava onga ávirkan á nakað sum helst, uttan at gjalda nógvan skatt. Spennandi hevði verið at hoyrt hvat tofta menn siga til hetta mál. Teir hava kent svið- an av at liggja undir aðr- ari kommunu, har var øskukalt, men hygg í dag á Toftum. Eystanmaður upplýsing Lítil SV TIN Nú havi eg hoyrt frá so nógvum fólk, at tey vænta, at týddu mynda- bekur mínar og aðrar fáast frá Barnabóka- klubbanum hjá Feroya Lærarafelag, at eg haldi meg ongum gera órætt við at upplýsa, at so er ikki Barnabókaklubbin hevur verið so beinasam- ur at lata t.d. bøkur sum Gleðilig jól, Aborran Snarpa, Páll fær vovin klæði koma út igjøgnum bókaklubban, og tað eri eg sjálvandi takksamur fyri. Men allar tær nýggjastu týðingar mín- ar, Brúsi og Túgvu-Kar- in, Silpus er ástarsjúkur, Sólareggið, Flekk-bekur- nar, Drýlurin hjá Viggo, Jólini hjá Sólju, 100 tey fyrstu orðini, Mín fyrsta djórabók, Dagur í viku, Bernini í Vættrabyrgi, Huldubókin, Hatthúsið, Amanda, Albin djóra- verður og aðrar BERT í bókabúðunum ella frá faast teimum, sum selja tær å bygd Annars fåast bøkur- nar frå Bókamiðseluni, Box 202 i Tørshavn, sum tekur sær av greiðsluni. av- Jákup í Skemmuni Týðilig tala er best Nú, tá tað er so ófriðarligt í Jugoslavia, er orðið >lýð- veldið< ofta at hoyra í út- varpinum. Hetta er ikki beinrakið orð. Feroyskt er tað held- ur ikki. Sum so mangt annað nýknort! er tað tik- ið úr íslendskum. Lýðveldi er íslendsk umseting av republikk (fyrr eisini av demokrati). Republikk kemur av látíni „res publica«, og tað merkir >fólksins viður- skiftir« ella »almanna- mål«. Leingi hevur orðið repu- blikk verið brúkt um tey ríkir, teir statir, sum ikki vóru monarki, kongademi. Tað vil siga, at tann ov- asti í ríkinum var valdur, hann hevði ikki arvað maktina. Men síðan endan á fyrra heimsbardaga hev- ur orðið eisini verið brúkt um nakað heilt annað: um lond, sum vóru partar av einum ríki. Tað hevur ver- ið sagt, at Sovjetsamveld- ið var sett saman av 15 republikkum, og so hevur verið undirforstaðið, at hesar republikkirnar vóru mest sum sjálvsteðugar, men tær hava verið alt annað. Stórt sæð tað sama kann sigast um Jugoslav- ia. Í Tjekkoslovakia eru tvær republikkir. Í USA eru 50 statir, og har er eis- ini sperðil í, tí í vanligum málbrúki er ein statur tað sama sum eitt ríki, t.e. ein suveren eind. Uppskot mítt er, at vit fara aftur til tann forna siðin at brúka »riki« um tann suverena statin og »land« um tað, sum er meir ella minni týðiliga avmarkað geografiskt og mentunarliga, og sum samstundis er partur av einum ríki. (Nakað annað er, at »riki« og »land« ofta eru tað sama. Demi: Ís- land). Soleiðis var fornur norrønur málburður, og scleiðis er tað enn í týsk- um. Bundesrepublik Deutschland er sett sam- an av 15 Lánder (sum Land eitur í fleirtali): Bay- ern, Hessen, Nordrhein- Westphalen, Sachsen osfr. Danmarkar ríki er sett saman av trimum londum (Danmark, Grenland og Feroyar), og í Danmarkar ríki búgva fýra fólk, og „tað eru danskarar, grøn- lendingar, feroyingar og (nakrir) týskarar. USA er eitt ríki (ella samríki, um vit ynskja at undirstrika tað foderativa) og í tí eru 50 lond, sum eita Texas, Wisconsin, Utah, Mon- tana osfr. Á sama hátt er Jugoslavia eitt samríki av seks londum (Slovenia, Kroatia, Serbia, Bosnia- Herzegovina, Montenegro og Makedonia). Ein fløkja av sama slagi er millum hugtekini »rikisborgararættur« og »nationalitetur«. Eg gløddi vid, tå eg i passin- um hjå déttur mini så, at hennara nationalitetur var »danskur/føroyskur«. Tað er tann svarta lygn. Hon er periferoysk. Men at hennara ríkisborgara- rættur citizenship, Staats- angehørigkeit) er danskur, tað er nakað heilt annað. Orðið „lýðveldi og »tjodveldi« eru ikki hent. Í grundini hava vit ikki brúk fyri teimum. Eitt ríki, sum ikki er konga- demi, kann so eita eitt for- setadømi, og demokrati hava vit jú sjålvi langt síðan umsett til >fólka- makt, fólkastýri, fólka- vald, folkarædi«. Orðini »ly8« og >tjóð< eru eisini í sær sjálvum merkilig og illa hóskandi. Tjóð er sama orð sum týskarar (á gotiskum: heidningar!) Og lýð (forn- norrent ljóðr ella lýðr) er sama orð sum á týskum »Leute«, á russiskum »ljudi«, á litauiskum »liåudis«, og grundtydn- ingurin sigst at vera »adalborin íbúgvi- (»ognarmadur« hevdu vit kanska sagt. ..). Fløkjan veksur, tá vit hyggja at teimum donsku/ norsku/svensku orðunum »lydkonge, lydrige«. Ein »lydkonge« er ein undir- kongur, ein vasallur, og eitt »lydrige« er eitt hjå- land, ein koloni, eitt kúgað øki. Stutt sagt: Kroatia er ikki eitt lýðveldi, men eitt land, og Útvarpið er ein góður stovnur, sum hevur uppiborið kenan málslig- an stuðul. Pn Fødingardagur Leygardagin 31. august fyllir Janus Drangé, Skopun, 65 år. Fødingardagurin veråur hildin hjå soninum Suna Drangá og øll eru hjartaliga vælkomin. a í staðnum * NON XX KKK 0