Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-08-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 — 31. august 1991 Síða 3 Krabbameinsviðgerðin í Fóroyum er ov tilvildarli Skal øll fara fram í Havn Eitt lið av fólki sum eru serkøn innan viðgerð av krabbeimeini, skal framyvir taka sær av allari viðgerð av hesi sjúku í Før- oyum. Tað skal fara fram í Havn - í tóttum samstarvið við ríkishospitalið Einir fýra føroyingar verða hvgrja viku sendir niður á ríkishospitalið í Keyp- mannahavn at fáa viðgerð fyri krabbamein. Tað er bæði Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahús umframt landssjúkrahúsið ið senda fólk avstað. Tey viðgera nevniliga gll krabbameinssjúklingar. Føroysku sjúkrahúsini samskipa ikki hendan flut- ning. Tey gera avtalur við ríkishospitalið hvør sær. Og tad riggar ikki altid lika væl. Stundum er tað so tilvildarligt, at føroy- ingarnir noyðast at bíða í vikuvís í Keypmannahavn áðrenn teir sleppa framat á ríkishospitalinum. Fundast við danir Hesi viðurskifti skulu nú fáast í rættlag. Tríggir av leiðarunum av krabba- meinsdeildini á ríkishospi- talinum hava verið í Før- oyum og tingast við leið- arar í føroyska sjúkrahús- verkinum um, hvussu krabSameinsvidgerdin her á landi kann skipast betur, og hvussu samstarvið við ríkishospitalið kann fáast í fastari rammur. Skal samskipast Danirnir kenna nógvar av teimum trupullcikum vit dragast við frá teirra egnu provinssjúkrahúsinum. Og tað teir fyrst og fremst mæla til verður gjørt, er, at landssjúkrahúsið tekur sær av allari krabbameins- viðgerð her á landi. - Føroyar eru ov smáar til, at viðgerðin fer fram á trimum stóðum, sigur Heine Høy Hansen, leiðari av krabbameinsdeildini á ríkishospitalinum. - At viðgerðin er spjadd út á øll sjúkrahúsini hevur við sær, at eingin fær tær neyðugu royndirnar ella lærir at nýta serkunnleikan á økinum. - Tí mæla vit til, at ølk viðgerðin fer fram á landssjúkrahúsinum, og at nøkur fólk verða sett til burturav at arbeiða við og vera um krabbameinssjúk- lingarnar, sigur hann. Birte Hgj, yvirsjúkra- systir, vísir á, at talan er um eina kroniska og man- gan deyðiliga sjúku, og at tað tí er sera týdningar- mikið, at sjúkrasytrarnar duga at fara rætt um sjúk- lingarnar. - Teir mugu kenna á sær, at teir eru í tryggum og serkønum hondum. Og tað gera teir bert um viðgerðin verður sam- skipað, soleiðis at tit fáa uppbygt eitt lið av ser- kønum fólki, sigur hon. Samstarvið við ríkishospitalið Í løtuni er samstarvið við ríkishospitalið sum sagt stundum rættiliga illa skipað. Til hetta sigur Heine Hgy Hansen: - Hetta kemst av tí sama. Tá vit á ríkis- hospitalinum tosa við før- Birte Høj, yvirsjúkra- systir, Heine Høy Hansen, leiðari av krabbameinsdeildini á ríkishospitalinum, og Marianne Johansen, ráðleggingarleiðari, sum hava Føroyum og tosa um, hvussu fóroyska krabbameinsviðgerðin kann gerast betri Mynd: Kalmar oyingar um at fáa sjúk- lingar niður, tosa vit ov sjáldan við sama persón. Var føroyska viðgerðin á einum stað og á fáum hondum, soleiðis at vit altíð vistu hvønn tað var, vit tosaðu við, hevði sloppist undan nógvum misskiljingum. Hugsanin er, at tann føroyska krabbameins- deildin á landssjúkrahúsi- num skal hava tætt sam- verið í band við ríkishospitalið. Fólkini har fara at starvast skulu kenna væl til viðurskiftini í Danmark, soleiðis at ongin verður sendur niður, uttan at vissa er fyri, at hann sleppur framat á rikishospi- talinum. Niður í bólkum Sosialurin hevur áður havt frásagnir um fólk, sum eru send niður av einum før- oyskum sjúkrahúsi, men sum ikki eru sloppin framat á ríkishospitalinum fyrr enn vikur seinni. Heine Høy Hansen harmast um, at tilikt kemur fyri. Men hann heldur orsøkina verda ta somu: Sambandið er ov vánaligt! Og gongur eftir ætlan verða føroyingar ikki fluttir niður ein og ein leingi afurat. Pál Weihe, yvirlækni, greiðir frá, at ætlanin er at skipa flutningin, soleiðis at føroyingar bert fara niður um 14. hvønn dag. - Hugsanin er, at ein ella tvær sjúkrasystrar fast Skulu taka sær av at fara niður við sjúklingum, so- leiðis at trygd fæst fyri, at teir koma upp á pláss, sigur hann. Fremjast skjótt Eru Ongar iastar an du talur gjørdar hesar dagarnar danirnir hava verið i Føroyum, men Pál Weihe roknar við, at ein partur av ætlanunum verða framdar heilt skjótt. - At flyta sjúklingarnar niður í bólkum vænti eg fer at koma í lag heilt innan fáar mánaðir, sigur hann. Nær viðgerðin fer at verða savnað í Havn dugir hann ikki at siga, men fyrireikingarnar fara ið hvussu so er í gongd beinanvegin. Spurdur um hann ikki væntar, at hetta fer at birta uppundir klandrið sum er millum føroysku sjúkra- húsini, sigur Pál, at tað væntar hann ikki. - Eg vænti ikki at nakar fer at seta seg upp ímóti, at krabbameinsviðgerðin verður samskipað. Og ti rokni eg ikki við, at hetta fer at elva til stríð millum sjúkrahúsini. - Men at nakað av togan fer at verða innanhýsis á landssjúkrhúsinum um, hvussu vit skulu skipa hetta, skal eg ikki siga, leggur hann afturat. Men tað fer so íkki at forða fyri, at tað verður gjørt - fyri skuld sjúklinganna S-S- Iz 5 Rusdrekka - ein - familjutrupulleiki Mikukvøldid kl. hesum heiti. Tey, ið leggja fram, verða fólk frá einum 19.00 verður almennur fundur á Læraraskúlanum undir norskari blákrossviðgerðar- stovni, sum vitja føroyska blákrossheimið. Høvi verður at seta Spurningar á fundinum. Skrá: Joensen. Barnadagur í Leirvík 1. september 1991 Kl. 15.00 Bjóðað verður vælkomið, sangir og sangspøl og kondittaríið letur upp. Kl. 15.30 Mimileikur við Moniku S. Kl. 16.00 Rock-orkestrid hjå Roberti spælir, andlitsmåling, mynda- tøka (hvør myndin kostar 20,00 kr.) og sneisadrylur. Kl. 17.00 Dýrini i Valbakkaskóginum Ingun Joensen. Kl. 18.00 Rock-orkestrid hjå Roberti er aftur i luftini. Kl. uml. 18.30 Tiltakid endar vid felags- sangi: Tu bar mær ta sål, sum i skyggjum var goymd, eftir Sigmund Poulsen.