leygardagur 31. august 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 159 — 31. august 1991
SE
RS c0Sialurin
Húsalánsgrunnurin er komin aftur á fíggjarlógina
Ikki neyðugt at
hækka rentuna
-ikki fyribils í hvussu er, men vónandi verður játtanin økt
komandi árini, sigur Jóanes Dalsgarð, stjóri
Í ár hevur Húsalánsgrunn-
urin staðið á fíggjarlógini
við einum stórum nulli í
mun til 32 milliónir árið
fyri.
Hetta líkaði stjóranum á
grunninum, Jóannesi Dals-
garð ikki. Hann segði tá, at
fekk grunnurin ikki pengar
yvir fíggjarlógina var
eingin møguleiki fyri at
grunnurin kundi halda lága
rentustødi. Ein møguleika,
hann nevndi var, at skuldi
Húsalánsgrunnurin ikki
gevast, kundi hann møgul-
iga halda fram sum vanlig-
ur peningastovnur.
Men nú hómast ein
glotti. Húsalánsgrunnurin
er aftur komin á fíggjar-
lógimna. Landstsýrið hev-
ur sett tíggju milliónir á
fyri komandi ár.
-Ikki er tað nógv, men
avgjørt ein bati. So sleppa
vit í hvussu er fyribils
undan at hækka rentuna,
sigur Jóannes Dalsgarð.
Hann sigur seg vóna, at
hetta bert er fyrsta stig
aftur at fáa grunnin á
fíggjarlógina, og at stuð-
ulin fer at hækka komandi
árini.
Byggja smærri hús
Herfyri varð lógin um
Húsalánsgrunnin broytt
soleiðis, at eitt nýtt
lánimark varð sett. Fyrr
fingu tey, sum bygdu í
mesta lagi 120 fermetrar
størst møguligt lån úr
grunninum. Nyggja markid
er nå 105 fermetrar.
Jóannes Dalsgarð sigur, at
hesa broyting hava fleiri
tikið til sín og byggja
smærri hús so tey kunnu
fáa mestu upphædd úr
grunninum. Tey, sum
byggja í mesta lagi 105
fermertar kunnu fáa
450.000 krónur úr grunn-
inum. Tey, sum eru oman-
fyri 120 fáa 360.000 krón-
ur.
Ein av fyrimununum at
byggja minni enn 120 er,
at tá bert til at fáa alt
húsaláni úr Húsaláns-
grunninum og bert einum
peningastovni aftrat.
Jóannes Dalsgarð, stjóri
í Húsalánsgrunninum
fegnast um, at grunnurin
nú aftur er komin á
fíggjarlógini, men hann
vónar, at talið verður
stórri komandi árini.
Fleiri fara á tvang
Fyrr í ár óttaðist stjórin í
Húsalánsgrunninum fyri,
at talið á teimum, sum
máttu fara úr húsunum, tí
tey ikki kláraðu rentur av
avdrátt, fór at nærkast 50
tá árið var av.
Hetta tal er longu komið
upp móti teimum 50 og
lítið er at ivast í, at tey
vera væl fleiri, tá árið er
farið. Hvussu mong torir
Jóannes Dalsgarð kortini
ikki at meta um. Men hann
sigur so mikið, at tey
gerast enn fleiri, sum
koma til grunnin og kæra
sína neyð og biðja um
umfígging. Eftirstødurnar
vaksa eisini støðugt.
tór.-
———————————wi€—iWi—ccwwocwwwwawwoowaoaaow—w<c——
ráð.
prévskjølum.
Midlatøkni-
lærlingar
Sekt verður eftir tveimum teknikara-
lærlingum til Sjónvarp Feroya.
Lærutíðin verður ásett av Føroya Læru-
Skúlagongd verður í Danmark.
Læran umfatar alt tekniskt arbeiði í
Sjónvarpinum: viðlíkahald av útgerð,
redigering og upptekur v.m.
Umsóknir skulu sendast til Sjónvarp
Feroya, Postboks 21, 110 Tórshavn
innan 16. september 1991, saman við
Sjónvarp Feroya
ber.
Stuðulspedagogur
Stuðulspedagogur sekist til eitt barn
30 tímar um vikuna at byrja skjótast til-
Nærri upplýsingar fáast á tlf. 1.4373.
Umsóknin skal sendast til
Barnagarðin við Velbastaðvegin
Tórshavn
Íslendskir lundar
Enn er nakað eftir av íslendskum lund-
um til sølu fyri 15 kr. stk.
Suðuroyar Kjøtsøla
v/ Rudolf Tausen
Tlf. 73 247, Vágur
Tað var ivaleyst í góðari meining, at felagsskapurin
setti breytina uppaftur á hesum stað, men eitt sindur
óhógligt tá septitangin hjá svimjihøllini liggur beint
undir. Mynd: Kalmar
Settu rennifjala-
breytina oman á
sentitangan
Rennifjalabreytin í Gundadali er við at seta býráðs-
umsitingini grå hár í høvdid. Og tað hevur hon gjørt
síðani hon kom.
Tá rennifjalabreytin kom higar vildi eingin kennast
við hana uttan mentamålanevndarformadurin. Breyt-
in varð sett upp, men hon stóð ikki leingi. Tiltikna
jólaódnin blásti hana um koll, og tá var so als eingin,
sum vildi kennast við sprekini, sum lógu og sløddust
uppi í Gundadali.
Býráðið hevði tá ikki yvirtikið hana, og heldur ikki
goldið tær 190.000 krónurnar, breytin kostaði.
Seinri verður so semja gjørd millum seljara og
býráðið soleiðis, at býráðið rindaði 140.000 krónur.
Men um, nær, hvar og hvussu breytin skuldi setast
uppaftur var ivasamt.
Ikki fyrr enn altjóða kristiligi felagsskapurin
YWAM - Youth With A Mission - , sum skipadi fyri
kyndlarenningini í summar, tók sær av at seta ein
part av breytini uppaftur.
Nú skuldu nakrir av trupulleikunum við hesi
vanlukku rennifjalabreyt verið loystir, men so er
kortini ikki. Í tí skundi felagsskapurin ivaleyst hevur
havt, hava teir sett breytina beint oman á lokið í
septitanganum hjá svimjihøllini. Tað var sjálvandi
minni heppi, og tí hevur nú verið neyðugt at grava
lokið frítt aftur.
Enn er eingin sum kann síga hvør lagnan verður
hjá rennifjalabreytini í Gundadali, men vit skulu
rofna at fylgja við hesum spennandi og áhugaverda
máli.
tór.-