leygardagur 31. august 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 159 — 31. august 1991
i
me —<—
| Síða 7
Stjórar og virkisleiðarar uttanlands í summarfrí
Fólk arheiðir
Tað kemur eisini fyri, at á sama arbeiðsplássi
hava tey fastløntu fingið sína lón meðan tey
timaløntu einki hava fingið, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna i Føroya Arbeiðarafelag
Forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag, Ingeborg
Vinther er ikki fegin um
støduna á arbeiðsmarknað-
inum.
Arbeiðarafelagið viðgerð
í løtuni hvat felagið skal
gera mótvegis teimum
arbeiðsplássum, har ar-
beiðsfólki ikki kann fáa
sina løn útgoldna. Og tey
eru ikki so fá.
Eftir at Sosialurin nam
við spurningin herfyri,
hava enn fleiri arbeiðsfólk
vent sær til Føroya Ar-
beidarafelag og kært sina
neyð, tí tey fáa ikki sína
løn út. Møguleikin hevur
verið nevndur at krevja
viðkomandi arbeiðspláss á
tvang, sum ikki gjalda
fólki løn.
-Tað er ikki nóg mikið
við tað, at timalønt í
stórum tali ganga arbeiðs-
leys. Eisini tey, sum enn
hava arbeiði, hava sínar
trupulleikar at dragast við,
sigur Ingeborg Vinther og
leggur aftrat, at tað er
meira enn so komið fyri, at
timalønt fáa onga løn
meðan fastlønt á sama
arbeiðsplásssi ikki tykjast
at hava nakrar trupulleikar
at fáa tað tey eiga. So lítið
verður hin timalønti virdur
í dag, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon sigur seg eisini vita
um stjórar og arbeiðsleið-
arar, sum hava verið uttan-
lands í summarfrí meðan
arbeiðsfólk teirra noyðist
at arbeiða uttan at fáa løn.
tór.-
Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag: Lítið
verða tey timaløniu vird
í nútíðar Føroyum
Hotel Eiði fór
ikki á tvang
Hotellið var lýst at fara á tvang
hósdagin, men sølan varð av-
lýst.
Tað var Gjaldstovan, sum
kravdi Hotel Eiði á tvang.
Eftir ætlanini skuldi hotell-
ið verða selt í Fútarætt-
inum hósdagin, men tað
eydnaðist at fáa greitt við-
urskiftini frammanundan
so tvangsølan varð avlýst.
Hans Petur Poulsen, sum
eigur hotellið sigur, at
kravið hevði lítið við
sjálvan hotellraksturin at
gera, og tí bar hann
ongantíð ótta fyri at skula
missa hotellið, sum gongur
hampuligt. Men hann
leggur aftrat, at so skal ein
stór arbeiðsorka leggjast í
tað.
-Vit hava havt eins
nógvar vitjanir í ár sum í
fjør og klára at svara
hvørjum sítt, sigur Hans
Petur Poulsen, men hann
dylur ikki, at tungt er at
reka hotell í Føroyum.
Nú bíðar hann spentir
eftir hvussu verður við
uppskotinum um at broyta
rúsdrekkalógina so hotell-
ini fáa útskeinkingarloyvi.
Tað vónar hann tey fáa,
tí hetta hevði verið eitt
avbera gott ískoyti til
hotellini. Hann heldur
eisini, at nógv meira hevði
verið gjørt burturúr mat-
gerðini kundi t.d. vín verið
latið saman við matinum.
-Vit eru í eini bittligari
støðu. Vit kunnu bjóða
fólki ein góðan døgurda
við eini ljósari øl ella eini
sodavatn afturvið. Ikki ser-
liga hugaligt fyri gestirnar,
og heldur ikki fyri okkum,
tá vit hugsa um tær sera
fáu krónurnar vit sjálvi fáa
burturúr, sigur Hans Petur
Poulsen.
-Verður rúsdrekkalógin
ikki broytt er ivasamt um
eg yvirhøvur tími meira, ti
lítil og eingin meining er í
at reka hotell uttan vit
sleppa at bjóða gestunum
okkurt gott aftur við
matinum, sigur hotelleigar-
in á Eiði.
tór.-
Ikki Djónastova
men Tónastova
Húsini niðast í Djóna í Geilsgøtu, sum Tórshavnar
Kommuna eigur, hava hesi seinastu árini verið nýtt
til ymiskt ítriv. Millum annað hevur Musikkskúlin
havt undirvísing har.
Húsini hava verið kallað Djónastova, men soleiðis
eita tey ikki longur.
Nú hevur Mentamálanevndin hjá býráðnum
samtykt at kalla húsini Tónastova. Hildið verður
ivaleyst, at hetta navnið hóskar betri til innihaldið i
húsinum.
tór.-
Barnadagur í Leirvík
Í morgin skipar Dagstovnafelagið í Leirvík fyri
barnadegi í fimleikarhøllini í Leirvíkar skúla.
Tiltakið byrjar kl. 15.00, og heldur á til um
hálvgunsjeytíðina.
Fyrireikararnir siga, at tiltakið er serliga fyri børn,
sum enn ikki eru farin í skúla, men eldri børn eru
eisini vælkomin. Ætlanin við tiltakinum er at geva
hesum børnum eina hugnaliga løtu, samstundis sum
tey eisini kunnu læra okkurt gott.
A skránni er mimileikur og andlitsmáling. Har-
aftrat fer hitt vælumtókta ungdóms-rockorkestrið hjá
Robert McBirnie at seta sín dám á dagin.
Dagstovnafelagið hevur í hesum sambandi latið
prentað eitt lítið sanghefti við barnasagum, sum fæst
til keyps.
Eisini verður skipað fyri konditaríi, sum kann
bjóða bæði børnum og vaksnum eitthvørt forkunn-
ugt. Seinri fáa børnini sneisadrýl sum tey sjálvi
sleppa at steikja. Dagstovnafelagið vónar, at so
mong foreldur sum gjørligt koma við børnum sínum.
Sagt verður, at tiltakið er ikki bert fyri bórn úr
Leirvík. Onnur eru eisini vælkomin.
Skráin fyri tiltakið er annars skipað so, at klokkan
ty verður latið upp. Byrjað verður við sangi og
sangspølum. Tá letur konditaríið eisini upp. Hålvan
tíma seinri fer Monika S. Joensen at skipa fyri
mimileiki.
Klokkan 16 fer rockorkestrið at spæla, tá verður
eisini andlitsmáling, myndatøka og sneisadrýlur. Kl.
17 verður leikurin Dýrini í Valbakkaskógini á
skránni, sum Ingun Joensen skipar fyri, og tíma
seinri fer orkestrid aftur at spæla.
tór.-