týsdagur 3. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Undirsjóvar-
tunnilin ella
onnur iløga!
EITT mál, sum nú í eina tíð hevur
verið burturgoymt, men sum nú
brádliga er tikið fram aftur sum
ketta úr høvdatrog, er undirsjóvar-
tunnilin millum Vágoynna og
Streymoynna.
TAÐ var landsstýrismaðurin í sam-
ferðslumálum, Svend Áge Ellefsen,
sum nú um dagarnar segði við út-
varpið, at hann hevði heitt á eina
norska fyritøku um at gera eina
nýggja og nágreiniliga kostnaðar-
meting av einum undirsjóvartunnili.
Síðani hevur løgmaður úttalað seg
um tunnilin. Hann segði við Sosialin
í farnu viku, at møguliga verður far-
ið í gongd við arbeiðið uppá undir-
sjóvartunnilin í 1992. At landsstýrið
leggur álvara í hesi orðini, sæst á tí
upphædd, sum er samtykt at brúka
til projektering. 200.000 kr. eru sett-
ar av til kanningar av projektinum.
LØGMAÐUR upplýsti annars, at tal-
an bert er um eina kanning, og eing-
in avtala fyriliggur um, at arbeiðið
skal byrja. Heldur ikki eru pengar
avsettir á fíggjarlógini fyri 1992 til
endamálið. Men verður úrslitið av
kanningini, at kostnaðurin er rímu-
ligur, so kann kortini vera, at arbeið-
ið fer at byrja, segði løgmaður. Hig-
artil er mett, at tunnilin fer at kosta
millum 170 og 300 mill. kr. Løgmad-
ur hevur eisini vist å, at verdur tunn-
ilin millum Signabø og Kaldbaks-
botn lidugur i næsta år, so eru am-
boð tek til at fara undir undirsjóvar-
tunnilin. Eisini standa longu 60 mill.
kr. á bók til endamálið.
LØGMAÐUR hevur síðani víst á, at
tað í longdini verður bíligari at gera
tunnilin, enn at halda fram við ferju-
sambandinum. Ílegan í tunnilin
verður vunnin inn aftur eftir fáum
árum. Tí verður ætlanin ikki slept.
AT taka undirsjóvartunnilin fram
aftur nú kennist fyri mong sum at
vísa hundi brand. Og tað gav eisini
av at bíta, tá sjónvarpið í farnu viku
bað nýggja tingmannin hjá fólka-
flokkinum í Suðurstreymi, Birgir
Danielsen, um eina viðmerking.
Undir viðgerðini av ólavsgkurgðu
løgømans legði hann nevniliga sera
stóra áherðslu á, at tað almenna
skal ikki fara undir stórar íløgur nú,
sum tíðirnar eru. Og tað var eisini í
hesum andadrátti, at tingmaðurin
Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen -
Útgevari: P/F Sosialurin
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressan 1981
kallaði ætlanina at fara undir undir-
sjóvartunnilin nú óðamannaverk.
Og eingin ivi er um, at tey eru
mong, sum taka undir við honum,
uttan mun til hvønn politiskan lit
tey hava. Hetta mál er helst at meta
sum eitt ikki partapolitiskt mál eins
og rúsdrekkalógin, og spurningurin
er ti, hvørja politiska lagnu tað fer at
fáa.
VIT hava nú sæð, at tað í fólkaflokk-
inum eru menn, sum draga hver sín
vegin. Vágalandsstýrismaðurin vil
fegin hava tunnilin. Havnartingmað-
urin sigur kortanei. Í javnaðarflokk-
inum síggja vit sama tendensin.
Løgmadur sær fegin, at tunnilin
verður bygdur, um hetta er ein
rímulig iløga. Vestmannatingmad-
urin heldur tad er skeivt at fara und-
ir arbeiðið nú. Og í blaðnum í dag ut-
talar javnaðartingmaðurin úr Klaks-
vík og fyrrverandi landsstyrismad-
urin seg ímóti tunnlinum.
BIRGIR Danielsen var mest av-
gjørdur. Hann sigur, at stuðul hans-
ara til samgonguna er fokin, verður
undirsjóvartunnilin veruleiki.
HVUSSU er og ikki, so er rætt at fáa
eitt orðaskifti um eina slíka stórætl-
an. Hon eigur at verða sett í sam-
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon:
Postadressa: Postsmoga 78
110 Torshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
band vid iløguna, raksturin av lidna
tunnlinum, tørvinum å einum slik-
um tunnli, arbeiðsloysið í landinum,
ætlanina at gera flogvøll í Havn
osfr. Latið okkum bara fáa hetta
orðaskiftið við tað sama, tí tað eru
heili 3 ár til næsta val, so tingmenn
nýtast ikki at vera bangnir fyri, at
stóða teirra longu í morgin er ferða-
seðil heim til hús med alla.
LATIÐ okkum vera opin og ærlig í
hesum máli. Latið allar meiningar
koma fram, latið okkum fáa tøl á
borðið. Tað kann undir ongum um-
stóðum vera rætt at gera ein undir-
sjóvartunnil bara fyri at forða einum
flogvølli í Havn. Hvat vit enn halda,
so eru vit noydd til at taka ætlanina
við flogvølli i Havn, tørv og tydning,
vid i metingarnar.
SKAL eitt stórt alment arbeiði fara i
gongd, primert fyri at skaffa fólki
arbeiði og fáa virksemi í gongd, so
mugu vit avgera, hvør iløga er tann
skilabesta uppá longri sikt. Við slík-
ari iløgu skuldarbinda vit nevniliga
okkara eftirkomarar, og tí eiga vit at
finna fram til, hvat teir fara at fáa
mest brúk fyri — t.d. einum undir-
sjóvartunnli, einum flogvølli í Havn
ella onkrum triðja.
Norðlýsið skrivar í odda-
grein fríggjadagin um
kreppuna. Blaðið heldur
lítið um fíggjarmálaráð-
harrar,, sum hevur úttal-
að, at stødan í føroyska
samfelagnum er góð ella
hampulig. Norðlýsið held-
ur steðuna vera katastro-
fala. Blaðið skrivar:
»Okkara figgjarmála-
ráðharri heldur eftir øll-
um at døma at stødan í
føroyska samfelagnum
er góð ella i hvussu so er
hampulig.
Ilt er at fáa eyga á
hvaðani hann hevur hes-
ar metingar nú fiski-
bert 50 pund á stampin,
so neyvan er stødan her
góð heldur.
Ingeborg Winther
kunngerð eisini, at stór-
ur partur av arbeidsgev-
arunum í Føroyum idag
hava trupulleikar vid at
gjalda lønir.
Kann vera at stødan
er god i landsstyrinum,
men valla nakar objek-
tivur metari er samdur
vid okkara figgjarmåla-
ráðharrd at stødan er
góð í samfelagnum.
Nakað annað er so at vit
helst koma at yvirliva,
men sum sær út í lotuni,
so er staðan nærri ti
katastrofala«.
»Hvad sker der egentlig
i det store Sovjetrus-
land, hvor folk er ved at
sulte ihjel, og hvor vest-
lige lande har lovet guld
og grønne skove med
penge og levering af
manglende fødevarer,
f.eks. korn?
Kan et så stort land
pludselig fra den ene
dag til den anden skifte
identitet?
Næppe! I hvert fald
ikkie, hvis det er demo-
kratiet, man vil have til
at fungere i demokrati-
ets sande betydning.
Kommunismens ene-
vældige magthavere for-
fulgte anderledes tænk-
ende borgere. Men hvad
vinnan og arbeiðs-
marknaðurin eru í anda-
leypi.
Trolararnir vestanfyri
hava lítlan og ongan
fiskiskap. Skipini á
Flemish Cap klára seg
ikki betur enn væl og
koma vit til okkara
heimligu grunnar, so
kann ein ikki við besta
vilja siga at her stendur
væl til. Tað er ikki óvan-
ligt at hoyra útróðrar-
menn siga at teir fáa
Sovjet
viðurskiftini
teimum,
skrivar
Dimmalætting og
Dimmalætting skrivar í
oddagrein leygardagin um
í Sovjet.
Blaðið vísir á, at stødan nú
ikki er petti frægari, enn
tá einaræðið stýrdi, tí nú
fer fram forfylging av
sum sótu við
valdinum. >Forskellen er
bare, at bøtten er vendt«,
Dimmalætting.
Blaðið skrivar:
gor man nu? Lige præ-
sis det samme. Forskell-
en er bare, at bøtten er
vendt, og nu er det ikke-
kommunister, der for-
følger kommunisterne!!
Princippet er det
samme. Situationen ser
umiddelbart ud til at
være anderledes, men er
det sandelig ikke.
Alle de reformer, et
kommunistisk diktatur
skal gennemgå for at nå
frem til et demokratisk
styre, kan ikke opnås
sAAARASARRAAREÆKOR SS.
fra den ene dag til den
anden. En sádan om-
væltning tager mange
ár.
Nu gælder det om at
holde pá den rigtige
hest. Men hvor længe?
Vi kommer til at høre
mere og mere om ind-
byrdes kiv og strid i det
store Sovjetrusland,
hvor situationen i virke-
ligheden er et stort
kaos. Magtkampen har
kun taget sin begynd-
else.
Fra vestlige landes
side kan det se ud som
om kommunismens
diktatur, hvor anderled-
es tænkende, i dette til-
fælde kommunisterne,
skal ned med nakken
her og nu som straf for
alt det onde, de har
gjort siden tsarens fald.
Fremgangsmåden er
desværre den samme,
men de kender jo ikke
til andet, de stakler ovre
i det store smuldrende
land, hvor kaviar og
stør ikke længere kun er
forbeholdt de gamle
kommunistiske magt-
havere, der har sommer-
hus på halvøen Krim
ved det Sorte hav i syd.
or rr
Figgjarlogin
Uppskotið til figgjar-
lóg fyri 1992 er nú lagt
fyri tingið, og har sæst,
at landsstýrið metir
seg fáa eitt hall á fíggj-
arlógini í 1992 uppá
niðanfyri 100 mill. kr.
Nú fáa vit so at síggja,
hvussu hetta fer at
halda. Vit hava nevni-
liga sera ringar royndir
frá undanfarnu lands-
stýrunum bara hesi
seinastu fáu árini. Har
er hallið bara vaksið og
veruliga undirskotið
hevur verið so mikið
stórt, tá avtornaði, at
metingarnar frá byrjan
als einki hevdu við
veruleikan at gera.
Fíggjarmálaráðharrin
sigur nú, at teir hava
verið meira varnir í sín-
um metingum av inn-
tekum landskassans,
og hetta er nokk rætt.
Undanfarnu árini hava
menn als ikki tikið
hædd fyri, at bæði toll-
ur og skattur fóru at
minka nógv, nú øll
samfelagshjólini eru
steðgað upp. Hetta
landsstýrið setti sær so
Kaviaren og steren er
skiftet ud til vand og
brød, og sommerhuset,
LARARAKARKKKAK RK
fyri at fáa hjólini at
mæla aftur, men enn
gongur tað skeiva veg-
in. Vit frætta dag og
dagliga um arbeiðs-
pláss, sum stongja og
fólk, sum verða upp-
segd. Sum tað síðsta
frætta vit nú, at fólk
heldur ikki fáa sína løn
til tíðina. Tað er greitt,
at landsstýrið enn er
ungt, men sum tíðin
gongur, so mugu vit
vóna og krevja, at val-
lyftini síggjast aftur í
dagliga lívinum. Fíggj-
arlógaruppskotið fer
skjótt at verða við-
gjørt á tingi. Men til ta
tíð fara vit her í blað-
num at tríva í tær ein-
steku greinarnar. Vit
hevdu eisini verið fegn-
ir at fingið viðmerking-
ar frá lesarum okkara
til umredda uppskot.
Ringið og vit skriva.
ja, det er der vel andre
magthavere, der er inte-
resseret inue.
- * Í mor
YO Leon: