Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 160 — 3. september 1991 Landsstýrið fer at brúka 288 milliónir til iløgur næsta år Hetta verða tær 288 milliónirnar brúktar til: Á heilsugkinum er ætlanin at gera iløgur fyri til- samans góðar 33 milliónir. Meginparturin av pengun- um fara til framhald av byggingini av Suðuroyar Sjúkrahúsi. Har er ætlanin at nýta 20 milliónir næsta ár. Ein millión er avsett til Klaksavíkar Sjúkrahús og átta milliónir til Lands- sjúkrahúsið. Tær seks til umvælingar og hinar báðar til umbygingar. Til sjúkra- systraskúlan er avsett ein millión, ein hálv til Hotel Tórshavn í Keypmanna- havn og 1,8 milliónir til heilsumidstødir. Tveir tridingar av øllum ætlaðum iløgum fara ul samferðsluendamál. Avsettar eru 40 milliónir í samband við vegir og brýr. Seks milliónir skulu nýtast til veg millum Havnina og Gomlurætt, seks milliónir til Kolla- fjarðartunnilin, trýggjar til vegin millum Kollafjørð og Hósvík og tríggjar mili- ónir til veg millum Skála og Strendur. Smærri upp- hæddir eru somuleiðis játtaðar til aðrar vegagerð- ir. Haraftrat eru 30 milliónir avsettar til m.a. tunnil til Gásadals, veg í samband við tunnilin millum Sumba og Lopra, og vegasam- bandið úr Havn til Kolla- fjøarar í samband við tunnilin í Kaldbaksbotni. 70 miiliónir eru ætlaðar at nýta úr havnagrunnin- um. Millum annað 25 milliónir til Skopunnar Havn og 44 milliónir ul Gomlurætt. Til lendingar skulu nýtast 25 milliónir. Slakar 28 milliónir eru avsettar til iløgur á skúla- økinum. Nýggju milliónir til nýbyggingar hjá Fólka- skúlanum, tvær milliónir til Studentaskúlan í Hoy- dølum, nýggju milliónir til studentsskúla og HF í Kambsdali, seks milliónir til nýgjan maskinskúla og hálv onnur millión til miðnámsskúlan í Suður- oynni. I samband vid mentunn- arendamål er ætlanin at brúka stivliga 16 milliónir Á Sr SOSaUNNn Frank Davidsen, tingskrivari býtir út fíggjarlógar- uppskotið fyri næsta år. Í hesum skjólum sæst, hvørjar ílógur landsstýrið ætlar at gera. Mynd: Kalmar í íløgum. Í stuðli til ítróttarbygging og bygdar- hús eru játtaðar fýra milli- ónir til hvørt endamálið. Slakar tvær milliónir í stuðli ul graslikisvøllir og hålvonnur til Listasavn Føroya. Nakad er eisini sett av til Tjóðsavn, prestagarðin í Sandagerdi, Leguhúsið í Nesvík, Savn- ið í Hoyvík, Landsskjala- savnið. Kirkjubømiurin og Sjónvarpið. llóguyvirlitið í samband við fiskivinnuna er ikki langt. Bert ein ætlan er nevnd. Hetta er Fiskaaling við Air, sum hevur fingið nýggju milliónir játtaðar. Av ødrum iløgum innan vinnuliv og arbeidsmark- nad annars eru t.d. at nevna hålvonnur millión til hålkubreyt, og eina millión til Heilsufrødisligu Starvsstovuna. Slakar 18 milliónir verða fløgurnar í samband við almannamál. Sandoyar Ellis- og Røktarheim slak- ar átta milliónir, dagheim á Berjabrekku við 4,5 milli- ónum, triggjar millióniur til bústovnar, umlættingar- heim í Suðuroy hálvonnur millión og ein millión er avsett til rgktarheim i Norðurstreymoy. tór.- Síða 5 Fleiri innbrot um vikuskiftið Try innbrot í Havn um vikuskiftið og onkur koyrdi útav - fullur Fleiri innbrot hava verið í Havn seinasta vikuskiftid. Sunnunáttina varð brotið inn í kioskina Ternuna í Niels Finsensgøtu. Einar 500 krónur og nøkur kort. av sígarettum vóru stolnar. Somu nátt varð eisni brotið inn í fotohandilin Tímamyndir, har tjóvarnir eru farnir við umleið 500 krónum. Mánanáttina vóru aftur tjóvar upp á spæl í Havn. Hesaferð vóru tveir mans á óbodnari vitjan i handlinum hjá Valdmer Liitzen í Vágsbotni, men hesum komu teir ikki væl frá. Poliuid fekk fráboðan, sum kom staðið vid hundapatruljuni, og tók best sum teir vóru við at taka ul sín av tí handilin hevur at bjóða. Politiið sigur, at báðir menninir vóru ávirkaðir. Um tað eru teir somu, sum framt hava øll inn- brotini um vikuskiftid, visti poliuið ikki enn at siga. menninar, Fullur - útav Ein bilur fór um vikuskiftid útav uppi við Hotel Borg. Bilførarin var einsamallur í bilinum. Sum skilst var hann so mikið fullur tå politid tók hann, at hann visti ikki um hann var einsamallur ella um fleiri vóru í bilinum. Í hvussu er vildi hann vera við, at tveir aðrir mans vóru í bilinum, men teir kundi politið ikki finna, hóast leitað var væl og virdiliga við hund IKK 9 1 hvøndagskosti tor.- Tad var hundapatruljan hjá politinum, sum tók irnar i handlinum hjå Valdmar Liitzen