hósdagur 5. september 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Høpisleyst at minka
Nr. 162 — 5. september 1991
um stuðulin til fiski-
vinnuna í Storlopum
-Ég eri ikki fullsamdur í øllum, sum sagt var í ólavsókuróðu løgmans á
summum økjum. Eg eri ikki fullsamdur um, at orð hansara á
fiskivinnuøkinum eru heilt á beinari leið. Tí, hóast aðalmálið sjálvandi
er, at fiskivinnan skal hvíla í sær sjålvari, so er ikki rokkið á mál á
hesum øki enn. Dagliga frætta vit um skip, sum fara av knóranum, og
tað er ikki júst tekin um, at vinnan hvílir í sær sjálvari.
Ti er tað eisini høpisleyst at minka um hin sonevdnda stuðulin í
slíkum stórlopum, sum eg havi fatan av, at ætlanin er. M.a. hetta segði
Javnaðartingmaðurin úr Skopun Jógvan Adolf Johannesen undir
viðgerðini av ólavsókuróðu løgmans. Hann segði annars:
Ynskja menn veruliga at vit skulu aftur í ta gomlu tíðina hvat fiskifórum viðvikur spyr Jógvan Adolf
Johannesen. Á myndini síggja vit eitt av teimum nýggju førunum i flotanum, Hádegisklett
Tað var hin kendi herfer-
arin Hannibal úr
Karthago, sum í árinum
218 fyri okkara tíðarrokn-
ing segði tey tiltiknu orð-
ini: >Einki er ómeguligt<.
Eg haldi, at hesi orðini
hóskandi kunnu nýtast í tí
sambandi, at tveir so argir
mótsteðuflokkar sum
javnaðarflokkurin og
fólkaflokkurin, tóku ta av-
gerð, at teir skuldu gera
samgongu og fáa sum
frægast burturúr — sam-
felagnum at gagni.
Eg kann í hesum sam-
bandi skoyta uppí, at
eingin eigur at trúgva at
javnaðarflokkurin gjørdi
hetta av alski til fólka-
flokkin — ella øvugt. —
Men, júst hetta, at hesir
argastu fíggindar á okk-
ara heimliga politiska víg-
velli kundu finna saman,
vísir sanniliga, at einki er
ómeguligt! Tí hver kundi
trúð ella ímyndað sær, at
vit í javnaðarflokkinum
kundu fáa frægari burtur
úr saman við fólkaflokkin-
um enn við hinum flokk-
unum — teimum, sum nú
sita í andsteðu!
Hetta er ófatiligt; men
soleiðis er tað, hóast ikki
allir hava skilt, at soleiðis
er! Men tað koma tey at
skilja — tí ivist eg ikki í!
Men at hetta kundi bera
til, eru núverandi and-
steðuflokkar sjálvandi
ikki so fegnir um. Nei, tað
svíður eitt sindur í eygun-
um, og hesin sviðin kemur
týðiliga til sjóndar í teirri
umtalu, sum teir geva leg-
mansfrágreiðingini á ólav-
seku í ár, sum er til við-
gerðar her í dag. Háðandi
vísa teir á, at legmaður í
somu reðu bjóðar andstød-
uni vælkomin at vera til
saman við samgonguni at
gera nakað gagnligt fer-
oysku tjóðini at frama!
Men hesari útrættu
hond geva teir als ikki
gætur; men fyri at fjala
egið máttloysi siga teir, at
hetta er veikleiki — ein
roynd hjá legmanni at
snúgva sær undan
ábyrgd, og ístaðin leggja
hana ella partar av henni
yvir á ardsteðuna. Sjálv-
andi kunnu vit dystast
um, hvert hetta er veik-
leiki ella ikki; men tílíkur
orðaleikur tænir ongum
endamáli, tí hetta er
sanniliga ikki veikleiki —
tvertur ímóti — hetta er
styrki og als eingin roynd
at snúgva sær undan á-
byrgd. Annars haldi eg at
andsteðan hevur eina
heilt margháttliga uppfat-
an mótvegis landi og fólki
um hon veruliga heldur, at
hon onga ábyrgd hevur.
Annað er, at eg trúgvi als
ikki, at andsteðan vil vera
við til at taka tey tek, sum
eru neyðug fyri at venda
gongdini í hesum landi.
Var tað ikki tí, at teir
mynstraðu av?
Tað var so rámandi
sagt, at henda samgongan
hevur sett sær fyri at gera
tað, sum gerast skal fyri
at betra um korini hjá tí
fólki, sum býr í hesum
landi. Tað var eisini so
rámandi sagt, at eingin
flokkur her kundi siga seg
at vera uttan skuld í stød-
uni, sum er íkomin. Her
var í hvussu so er onkur,
sum tordi at siga tingini
júst sum tey skuldu sig-
ast, og ikki royndi at
skáka sær undan ábyrgd
við at billa fólki inn, at
hansara flokkur onga
skuld hevði í skilinum —
ella óskilinum — sum
íkomið er!
Men tíverri fyri summar
— og tíbetur fyri onnur
eru tað enn tveir flokkar
her í tinginum, sum tykj-
ast at hava vilja og áræði
at taka avleiðingarnar av
gjørdum mistøkum, og
tað eru teir, sum nú eru i
samgongu — arvafíggind-
arnir — sig so, at nakað er
ómeguligt!
Og eg skal eisini í hes-
um sambandi gera full-
komiliga greitt, at so
leingi sum tær avtalur, ið
gjørdar = vóru, meðan
landsstýrissamráðingar-
nar fóru fram, verða hildn-
ar — hugsi eg, at vit allir í
samgonguni kunnu vera
samdir um at samgongan
heldur. Ti samarbeiði
byggir altíð á álit á tann,
ein samstarvar við!
Eg eri ikki fullsamdur í
ollum, sum sagt var í ólav-
sekureðu = legmans á
summum økjum. Eg eri
ikki fullsamdur um, at orð
Jógvan Adolf Johannesen,
tingmaður: -Tað er eingin
orsøk til, at vit í samgong-
uni fara at stíga í fótafeti-
ni hjá teimum andstødu-
monnum og kvinnum, sum
vilja forkoma teimum
pórtum av fiskiflota okk-
ara - sum dugur er í - og
sum kunnu bjóða okkara
fiskimonnum eina tilveru,
sum eru fiskimonnum
verdug.
hansara å fiskivinnuøkin-
um eru heilt å beinari leid.
Tí, hóast aðalmálið sjálv-
andi er, at fiskivinnan
skal hvíla í sær sjálvari, so
er ikki rokkið á mál á hes-
um eki enn. Dagliga
síggja vit í bleðunum,
hvussu skip, og aðrar fyri-
tekur, sum hava við fiski-
vinnu at gera, fara av
knóranum, og tað er júst
ikki tekin um at vinnan
hvílir í sær sjálvari.
Tí er tað eisini høpis-
leyst at minka um hin so-
nevnda stuðulin í slíkum
stórlopum, sum eg havi
fatan av, at ætlanin er.
Tað er eingin orsek til,
at vit í samgonguni fara
at stíga í fótafetini hjá
teimum andsteðumonn-
um og kvinnum, sum vilja
forkoma teimum pertum
av okkara fiskiflota —
sum dugur er í — og sum
kunnu bjóða okkara fiski-
monnum eina tilveru, sum
er fiskimonnum verdug.
Enn einaferð hava
summi úr andsteðuni,
m.a. háttvirdi tingmaður
Heine O. Heinesen, drigið
fram ta gomlu og slitnu
plátuna um tað mikla oyð-
ingarverk, sum samtrolar-
ar fremja á okkara sjoøki,
og vísti í hesum sambandi
á, at hansara flokkur
hevði verið fyri at for-
bjóða hesum skipabólki
studning.
ið
—— OT