fríggjadagur 6. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard
Útgevari: P/t Sosialurin
Uppseting: Pt Sosialurin
Prent P'4 Pressan 1981
Bústaður:
Teiefon
Argjavegur 26 Postad: essa: Pos:smoga 75
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax: 14720
Gevið
atfinningunum
gætur!
UPPSKOTIÐ til figgjarløg-
tingslóg verður í hesum døg-
um umrøtt i fjølmidlunum. Í
vikuni hoyrdu vit formannin i
Reiðarafelagnum koma við
sera hvassorðaðum atfinn-
ingum móti uppskotinum.
Hann metti skerjingina av
stuðulinum til fiskivinnuna at
vera ábyrgdarleysa og at føra
við sær eina rúgvu av falittum
í komandi tíðum. Nú er tað so
forkvinnan í landsins størsta
fakfelag, Føroya Arbeiðarafe-
lag, sum sigur sina ærligu
meining um fíggjarlógarupp-
skotið.
Í SAMRØDU við FFFA blaðið
í gjár sigur Ingeborg Vinther,
at uppskotið førir til stórri ar-
beiðsloysi millum fólk. Tey
veikastu skulu framvegis
bera tær tyngstu byrðarnar,
sigur hon og hon heldur fram:
„Hetta er asosialur fólka-
flokspolitikkur úr einum enda
í annan, har arbeiðsloysi fer
at vaksa uppaftur meira og
vónloysi og máttloysi fram-
haldandi fara at tyngja um
gerandisdagin hjá verkafólki
og teimum veiku í samfelag-
num annars. Búskaparliga
framgongdin, ið landsstýrið
vil vera við nú er byrjað, er
vrøvl, tí verður fyriliggandi
fíggjarlógaruppskot samtykt,
síggja verkafólk og tey veik-
aru í samfelagnum ongan
glotta, men mugu enn eina-
ferð ásanna, at tað í hesi
truplu tíð framhaldandi gong-
ur tann øvugta vegina, sigur
forkvinnan í Føroya Arbeið-
arafelag.
HON sigur seg eisini stúra
fyri vetrinum og ber stórliga
ótta fyri teimum avleiðingum,
sum far at standast av fíggjar-
lógaruppskotinum. Hon ber
ótta fyri at tað gerst spinn-
andi galið í samfelagnum.
Hon dylur heldur ikki sína 6-
nøgd við javnaðarflokkin og
vísir á, at hesin flokkur undan
valinum lovaði at seta í
gongd arbeiði, soleiðis at
fólk, ið eru arbeiðsleys,
sluppu aftur til arbeiðis. Enn
hevur ein einki sæð til hesi
lyfti.
NÚ hava so umboð fyri fleiri
av fakfeløgum okkara sagt
sína hugsan um fíggjarlógar-
uppskotið. Umframt for-
mannin í Reiðarafelagnum og
nú Føroy Arbeiðarafelag hev-
ur eisini formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag víst á sína
stóru ónggd í sambandi við
fíggjarlógaruppskotið. Spurn-
ingurin er nú, um landsstýrið
og tingmenn annars fara at
taka henda kritikk til eftir-
tektar.
TAÐ vilja altíð vera atfinning-
ar móti einum fíggjarlógar-
uppskoti og tað serliga í ring-
um tíður. Hóast landsstýrið
hevur sett sær sum setning
at fáa hjólini í gongd aftur og
at búta um búskapin, so er
hetta eingin latt uppgáva.
Landsstýrið hevur so eisini
víst parti av kritikkinum aftur
við at vísa til, at enn er val-
skeiðið ikki meira enn byrjað,
so ætlaði politikkurin fer at
síggjast aftur sum frálíður.
MEN tað er einki at siga til, at
størstu fakfelog okkara
ótolnast, tí hvgnn dag frætta
vit um nýggjar uppsøgnir av
fólki, virki og skip fara á
heysin osfr. Landsstýrið hev-
ur gjørt eitt uppskot til figgj-
arlóg. Nú skal tingið so við-
gera tað. Enn er so eingin
vissa fingin fyri, at uppskotið
verður samtykt í verandi líki.
Tað er at vóna, at landsstýrið
og samgonguflokkarnir fara
at viðgera atfinningarnar við
vælvild og umhugsni. Vit fara
rætt og slætt at heita á lands-
stýrið og samgonguna um ná-
greiniliga at viðgera tey úttal-
ilsi, sum eru komin frá bæði
vinnulívinum og fakfeløgun-
um, við virðing og áhuga.
FFFA og
landsstýrið
Blað verka- og veiðu-
manna skrivar í oddagrein
um fíggjarlógaruppskotið
og ávarar landsstýrið
móti at rera við minstu-
lenartrygdina. Blaðið
skrivar:
»Um ætlan landsstýri-
sins er at gera seg inn á
ørkymla
fiskimenn,
minstulønartrygdina 51 mid. kr.
hjå fiskimonnum,
skulu tey vita, at Før
oya Fiskimannafelag um til
ikki undir nøkrum um-
stoðum fer at góðtaka,
at pilkað verður við
hesa skipan.
lóggáva
figgjarlogaruppskotid
fyri 1992 fyri tingið.
Í hesum uppskoti er í
hvussu er ein upp-
hædd, sum avgjørt må
fiskimenn.
Upphæddin til lógar-
bundnar útreiðslur til
minstuløn, minstafor-
vinning og dagstudn-
ingur v.m. er lækkað úr
70 mió. krónum niður í
Bæði í viðmerking-
unum og í fylgiskjølun-
fíggjarlógina
verður sagt, at fyrireik-
að verður ein nýggj
viðvíkjandi
minstuløn v.m.
inn å inntøkutrygdina
hjå fiskimonnum.
Tad er heilt greitt, at
ein lækking uppå heil-
ar 19 mið. krónur, er
ikki smávegis lækking.
Henda upphædd svar-
ar einsamell til alla
minstulenina ella allan
minstaforvinningin
ella meginpartin av
dagstudninginum.
Feroya Fiskimanna-
felag ávarar ti við hes-
um landsstýrið móti á
nakran hátt at gera seg
inn á hesi rættindi hjá
fiskimonnum!
Síðani i 40unum
hevur tað verið roknað
sum ein sjálvfylgja, at
t.U.s.
Fríggjadagin legði Hetta bendir á at fiskimenn verða
fíggjarmálaráðharrin, landsstýrið kann hava tryggjadir minstuløn,
Jógvan Sundstein, ætlanir um at gera seg og at tað almenna
okkara politistar
stendur fyri hesi skip-
an soleiðis, at fiski-
menn í dag eru hampi-
liga væl tryggjaðir.
Eingin ivi skal ti
vera um at fiski-
mannafelagið ikki und-
ir nøkrum umstødum
fer at ganga við til, at
pilkad verdur vid hesa
skipan.
Ti skal hetta vera ein
åvaring til landsstýrið,
um ætlanin nú er at
gera seg inn á inntøku-
trygdina hjá fiski-
monnum.
So er tað sagt!«
Politi og
pistólar
Herfyri hevði sjón-
varpið heldur óvanliga
og skelkandi segu frá
einum gerandisdegi í
Kaldbak. Bernini í
bygdini funnu eina
ledda pistól og hildu
hana vera leikupistól,
men tað vísti seg, at
hetta var ein ledd
pistól, sum legreglu-
maður hevði mist, tá
hann var í ferð við at
taka nummarplátur av
bilum. Síðani hava vit
lítið hoyrt um tilburð-
in. Men eftir stendur
— sum ein marra —
tankin um, at tað í
Feroyum veruliga er
so, at løgreglumenn
ganga vid løddari
pistól. Hví er hetta í
heila tikið neyðugt!
Fyri tað at hetta er
eitt krav í Danmark,
so eru viðurskiftini so
nógv eðrvísi har enn
her. Er tað í heila tik-
ið ikki burturvið, at
ganga við leddum
pistólum í gerandisar-
beiðinum! Áhugavert
verður at hoyra meira
um henda tilburðin og
annars um, hvat
politivaldið heldur um
spurningin. Leggið
pistólarnar í skuffuna
og takið teir bara
fram, tá umsteðurnar
tala fyri tí. Tað er
eingin grund til at
leypa hvekk á fólk við
at hava pistól í beltin-
um. Hetta kann bara
elva til sterri skilnað
millum fólk og so
politivaldið. Nakað,
sum ikki tænir nekr-
um endamåli. Sjálv-
andi skulu fólk hava
virðing fyri lógum og
reglum og fyri arbeið-
inum hjá politinum.
Men er tað ikki óneyð-
ugt og skeivt av
politinum at byggja
upp múrar millum seg
og fólk flest! Pistól-
segan úr Kaldbak er
partur av slíkum
múri.