Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. september 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Byggivirkið G. Waagstein hevur kannað móguleikarnar hjá fóroyskum byggivirkjum at arbeiða í Hetlandi: groysk virki kappingarfør i Hetlandi - og hava møguleikar at bjóða upp á byggi- og anleggsarbeiði í Hetlandi. Men kappingin er hórð og hetlendingar krevja nógv av teimum virkjum, sum sleppa at bjóða. Tey skulu vera bæði tekniskt og fíggjarliga væl fyri Eyðun Waagstein, stjóri á Byggifelagnum G. Waag- stein lesur dagliga The Shetland Times. Ikki so nógv tær fremru blaðsíður- nar við teimum meira ella rdu tíðind- l Blaðsíðurnar við lýsingunum hava stórri á- huga har lýsingar frá Shetland Íslands Council - Oyggjaráðnum - um út- bjóðing av ymiskum ar- beiðum, ikki eru so sjáldan at síggja. Hesar lýsingar kunnu fáa tydning fyri føroyskar byggifyritøkur. Tad heldur i hvussu er Eydun Waag- 4 services. tr bulk filling, c setting out details ÁG stein, sum júst hevur latið Menningargrunninum úr- slitið av eini kanning, hann hevur gjørt, um Het- lendska arbeiðsmarknaðin og okkara møguleikar har Til arbeiðs uttanlands Endamálið við kann- ingini er at fáa greiðu á hverjir møguleikar og hvørjar forðingar eru hjá føroyskum byggivirkjum at sleppa at bjóða upp á arbeiði uttan fyri egnu landoddar. Nidurstødan hjá Eyðuni er púra greið: Møguleikarnir eru har. Vit kunnu vera kappingarførir, FF SHETLAND ISLAND På island of Whalsay - Symbister harbour breakwater quay The above works comprise--the construction of a new quay alongside an existing rubble mound breakwater. The construction comprises a sheet pile wall, some 170 metres long, founded in bedrock, with tie rods, anchor walls, oping beams, paving and Contractors wishing to be. for a selected tendertist'for the works] should apply tó the Director of Design and Technical ' Services, Shetland Islands Council, Hayfield House, Lerwick not later:than 8th December, -1980, of their experience in men hetlendingar krevja nógv av teimum virkjum, teir geva loyvi til at verða við at bjóða. Ein høvudsorsøk til, at royndir verða gjørdar at útvega føroyskum byggi- virkjum arbeiði aðrastaðni er, at nógv byggivirki eru í Føroyum, og lítið er at gera. At royna at sleppa upp í part, eitt nú í hinum norðanlondunum, er ikki ókent, men tað hevur víst seg, at vera sera trupult, at vera við í kappbjóðingini har. DUNCIL Fr considered Nú ræðu rum at fylgja við í lýsingunum í The Shetland Times Nr. 163 — 6. september 1991 Hetland - ein møguleiki Hetland er næsti granni okkara, so hví ikki royna har. Tað hevur Eyðun Waag- stein gjørt. Hann hevur fundast við hetlendskar myndugleikar, saman við millum gðrum Sofusi Poulsen, umboðsmanni okkara í Aberdeen. -Vit fingu beinanvegin greitt at vita, at vit vóru vælkomnir at bjóða upp á ymisk arbeiði, men het- lendingar seta stór krøv. Teir vildu hava trygd fyri, at tey virki, sum bjóða seg fram, lúka bæði tekniskar og fíggjarligar fortreytir. Gera tey tað, hava teir als einki ímóti kapping, sigur Eyðun Waagstein. Sum dómi um hvussu kapping- arsinnaðir hetlendingar eru á arbeiðsmarknaðinum greiðir Eyðun frá, at DLO, sum svarar til Lands- verkfrødingin hjá okkum, bjóðar eisini upp á arbeiði á jøvnum føu við privatu fyritókumar. EF eingin forðing Føroyar eru sum kunnugt uttan fyri EF og tað er Hetland ikki. Men eingin trupulleiki skuldi verið av hesum kortini. Eyðun sigur frá Árni Olafsson úr danska uttanríkisráðnum, at hann heldur einki vera til hindurs fyri, at føroysk virki gera arbeiði í Stóra Bretlandi. Hinvegin er EF ikki sinnað til at geva loyvi til at arbeiðsfólk í stórum tali kemur til Hetlands í ar- beidsørindum. EF roknar Hetland sum útjaðaragki, og sum tílíkt veiur EF serligan stuðul fyri at skapa arbeiði. Tí má roknast við, at tað verða serliga formenn og verk- frødingar higani, sum i fyrsta lagi kunnu fåa arbeiði i Hetlandi. Fingu nei fyrstu ferð Eyðun Waagstein sigur, at Byggfelagið G. Waag- stein hevur í fýra fórum boðið upp á arbeiði í Hetlandi. Fyrstu ferð vóru teir avvístur, tí mett var, at arbeiði var ov stórt. Men í hinum trimum førunum vóru teir millum teir sum bjóðaðu. Føroyska byggivirkið var koruni ikki lægst í prísi, ri lá nakað mið- skeiðis millum teir bjóð- andi. -Hetta hevur sagt okkum so mikið, at føroysk virki hava ein møguleika at vera kappingarfør, ti stórri var prismunurin ikki. Umframt at hava møguleika at vera Eyðun Waagstein, stjóri á Byggifelagnum G. Waagstein heldur, at føroyingar kunnu gera seg galdandi í Hetlandi við í Hetlandi, heldur Eyðun okkum eisini hava ein møguleika i Orkney eisini. Nógv arbeiði fyri framman Líkt er til, at hetlend- ingar fara at gera fleiri stórri og smærri iløgur í næstum. Fleiri vegagerðir og byggiarbeiði eru í umbúnað. Eyðun heldur, at vit í fyrstu atløgu eiga at royna okkum innan vega- og lendingararbeiði tí hesi eru meira åtøk okkara viðurskiftum enn byggiar- beidi. -Men vit eiga ikki at loypa framav og rokna hetta sum einastu bjarging av føroysku byggivinnuni. Men bera vit okkum rætt at, kann hetta gerast eitt rímiligt ískoyti, serliga nú arbeidsstødan í Føroyum er sum hon er, sigur Eyðun Waagstein. Orð: Tórfinn Mynd: Kalmar