fríggjadagur 6. september 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 6. september 1991
— | Male
Fyra ákærdir. Málið um Heygadrang fyri rættin
Landskassin
snýttur fyri
milljónir
Fútin reisti fyrradagin
ákæru í sambandi við
nógv umrødda málið um
Heygadrang, ið varð
bygdur á Skála Skipa-
smiðju. Hesum boðar
fútin frá í einum tíð-
indaskrivi til fjølmidl-
arnar í gjár. Avgerðin
um at reisa ákæru er
grundað á eina drúgva
frágreiðing, sum fútin
Útsett
Málið viðvíkjandi fyrr-
verandi bókhaldaranum í
hevur latið gera; framm-
anundan hevur ein ar-
beiðsbólkur undir lands-
stýrinum eisini gjørt eina
kanning í málinum.
Fýra fyri skotinum
Ákæran er reist ímóti
fýra persónum, sum
høvdu samband við bygg-
ingina. Teir eru Finnbogi
Christiansen, stjóri í P/f
Klaksvík skuldi koma
fyri í landsrættinum
mikudagin í hinari vik-
uni. Fyrrverandi bókhal-
darin, ið Føroya Rættur
treytaleyst dømdi at sita
í eitt ár, hevur skotið
dómin inn fyri lands-
rættin fyri at fáa linari
revsing.
Men eftir umbøn varð
málið útsett inntil
landsrætturin kemur aft-
ur síðst í oktober mán-
aða.
Fyrrverandi bókhald-
arin var sjúkur og kundi
ikki møta, og hartil
hevði hann fingið sær
Heygar, ið lat skipið
byggja, løgfrødiliga ráð-
gevin hjá partafelagnum
Magnus S. Petersen, og
ímóti Óla Zachariassen
og Kristini Rasmussen,
ið vóru stjórar hvør eftir
annan á skipasmiðjuni,
meðan byggingin fór
fram.
nýggjan, danskan advok-
at, sum ikki kundi meta
hendan dagin.
Hóast landsrætturin
ikki er pliktadur at eft-
irkoma slíkari umbøn
um útseting, gjørdi hann
tað kortini.
Fyrrverandi bókhald-
arin situr í býráðnum í
Klaksvík, og landsrætt-
ardómurin fær týdning
fyri, um og hvussu bý-
ráðið fer at meta um
hansara valbærið. Sam-
bært kommunuvallógini
kunnu bý- og bygdaráð
reka lim úr sessinum, um
-Síða 7
Heygadrangur er valla
einasta gøluskipid frá
80-árunum. Men ljós
varð varpað á skipið,
tá skipasmiðjan á Skála
fór av knóranum, og
fyribils er tað komið
hartil, at ákæra er
reist ímóti fýra av
teimum, sum hvødu
samband við
byggingina
Fiktivur
eginpeningur
Teir fýra verða ákærdir
fyri figgjarsvik ímóti
landsstýrinum og fyri
onnur viðurskifu í sam-
bandi við byggingina;
hetta hevur havt milli-
ónamiss fyri landsstýrið
við sær.
Kjarnin í málinum er,
at fígging og byggiloyvi
kom í lag grundað á eina
váttan um eginpening,
sum í roynd og veru var
eitt tiggja daga lán frá
skipasmiðjuni sjálvari.
Heygadrangur skuldi
byggjast fyri 80 milli-
ónir krónur, og kravið til
eginpeningin var útvið
átta milliónir krónur.
»Ikki sekir!<
Teir fýra, ið nú verða
ákærdir, hava noktað
fyri, at teir eru sekir í
teimum ákærum, sum
verða førdar fram.
Rætturin skal åseta,
nær málið kemur fyri.
Fútin hevur annars fyri
sín part lagt lok á málið:
»Der vil ikke blive med-
delt yderligere oplys-
ninger om sagen, før
domsforhandlingen er pá-
begyndt<, eru tey greiðu
boðini ul fjølmiðlarnar.
ówh
hann hevur framt revsi-
verda gerð, sum í vanlig-
um umdømi ger hann
óverdan at sita sum lim-
ur. Treytin er tó, at
revsingin er minst fýra
mánaða treytaleys
fongsul.
ówh
HÓVLIGA
at >
Nýtt andlit í
dómhúsinum
Eitt nýtt andlit er
síggja í dOmhGSne,
Tað er danin Alex Elis-
iussen,
starv sum dómarafulltrúi
frá 8. juli at rokna.
Nýggi dómarafulltrúin
hevur higartil verið
hálvtfimta ár í starvi
sum dómarafulltrúi á
Bornholm, har hann byrj-
aði eftir loknan løgfrød-
islestur. Har starvaðist
hann saman við m.ø. ti
her á landi so navmframa
Allan Moltke-Hansen,
og tað hevur gjørt sítt
til, at Alex Elisiussen
hevur søkt starv í Før-
oyum, sigur hann.
Alex Elisiussen skilir
lítið og einki føroyskt,
| men tað gongur framá,
| upplýsir hann.
- Tað er munandi lætt-
ari at skilja føroyskt á
prenti, enn tá tað verður
tosað, sigur nýggi dóm-
arafulltrúin, ið ætlar sær
á skeið i føroyskum fyri
útlendingar, ið fróðskap-
arsetrið skipar fyri.
Tvey av løgfrødiligu
starvsfólkunum eru farin
ið varð settur í
úr starvi í dómhúsinum.
Jens Schultz-Hansen,
rættarassessor (Le. næsti
maður dómarans), sum
hevur starvast í dómhús-
inum í níggju ár reiði-
liga, er farin í samsvar-
andi starv í Assens.
Og Lasse Christensen,
ið hevur virkað í fúta-
rættinum, er farin í starv
sum privatur advokat-
fulltrúi í Árhus.
Nakað av umskífti
verður í dómhúsinum av
starvsfólkabroytingun-
um. Hans Mosbæk, ið
higartil hevur virkað í
skiftrættinum, verður
rættarassessor, meðan
Alex Elisiussen kemur at
virka i skiftirættinum.
Samstundis verður sekt
eftir nýggjum løgfrød-
ingi at virka í fúta-
rættinum. Tað undir-
mannaða dómhúsið fær í
tríggjar mánaðir eina
hjálpandi hond frá Bir-
gitte Thorsen, ið annars
starvast sum rættarasses-
sor í Sjó- og Handils-
rættinum í Keypmanna-
havn. ówh