fríggjadagur 6. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 163 — 6. september 1991
Síða 9
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
Michael Brandon, Dane Clark, Stephen
Mc Hattie og Meg Foster
Fríggjadagin kl. 21.20:
James Dean
Tað eru 36 ár síðani James Dean doyði,
men minnið um hann livir, hann var víða
kendur. Hesin amerikanski filmurin frá
1976 lýsir lív hansara frá at vera sjón-
leikaranæmingur til hann gjørdist víða
kendur. Stephen Mc Hattie spælir
hevuðsleiklutin, og vinmaðurin hjá
James Dean, rithevundurin William
Bast, greiðir frá.
Fríggjadagin kl. 22.55:
Paul McCartney
Í sambandi við Paul McCartney konsert í
Falkoner Centret 24. juli sendi DR hetta
nýggja MTV programmið.
Leygardagin kl. 21.40:
Bardagin um
tilveruna
Mynd frá Galapagos-oyggjunum
Ikki alt í náttúruni snýr seg um blóðugt
stríð. Mong demi eru um, at dýr kunnu
semjast um okkurt — til felags gagn.
Leygardagin kl. 22.30:
Frank Nitti
Francesco Niro varð feddur í Sicilien í
1888, kom seinni til USA, gjerdist bar-
berur í Chicago og hitti Al Capone í 1920.
Ta tíðina var Capone á veg »uppeftir« í
brotsmannaverðini, og tá ið beiggi hans-
ara, Frank, varð myrdur í teimum nógv
umreddu bandakríggjunum, gjerdist
Francesco ein eykabróðir og kallaði seg
Frank Nitti.
Jan-Michael Vincent, Gary Busey og
William Katt
Sunnudagin kl. 14.30:
Tey villu árini
Amerikanskur filmur um tríggjar vin-
menn, sum altíð eru saman. Teimum
dámar væl »surfing«, og teir bíða eftir tí
rettu alduni, sum bert kemur einaferð í
lívinum hjá einum »surfara«. Men á
vegnum uppliva teir eisini kærleikan og
aðrar hendingar, sum fáa stóran týdning
fyri teir seinni.
Sunnudagin kl. 17.35:
Slagið við Jútland
Mei 1916. Týskland og Ongland kríggj-
ast. Dagliga verða fleiri túsund hermenn
dripnir í skotgravabardøgum. Men tann
31. mai, ein vakran várdag, hoyrist toru-
sláttur á sjónum. Eitt sjóslag byrjar.
Segan um slagið við Jútland verður her
endursegn, og nakrir danskir kavarar
kanna nøkur av teimum stóru skipunum,
sum fóru til botns.
Sunnudagin kl. 20.35:
Manna millum
Í sendingini hitta vit gamlar næmingar,
sum hava verið við skúlaskipinum >Dan-
mark<. Vit fylgja skúlaskipinum saman
vid sluppunum »Johannu«, »Westvard
Ho« og »Norålysinum« til bryggju.
Vit hoyra porkeningar siga frå, tå
Rubbishella varð sprongd burtur — var
steinurin íbygdur?
Aftan á V4-dråttin seinasta leygar-
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
kveld, varð Jógvan Rasmussen 120.000
kr. ríkari — ynskið um at keypa sítt egna
hús kann nú gerast veruleiki.
Týsdagin kl. 21.00:
Kvinnurnar fóru
vestureftir
t Få
Robert Taylor lærir kvinnurnar at skjóta
Amerikanskur western frá 1951. Buck
(Robert Taylor) er vanur at fylgja kavar-
anum gjøgnum vandamikil eki. Tí hýra
nakrir menn í California, sum leingjast
eftir konufólki, hann at koma við nøkrum
kvinnum úr Chicago. Øll gleða seg at
metast, men nógvir vandar og freisting-
ar eru á vegnum.
Týsdagin kl. 23.00:
Fongslið lýsir
samfelagið
Teinar og lás hoyra fongsulsumhvervin-
um til, og tað ger starvsfólkið eisini.
Hvat fær svensku vaktarmenninar á
Hallebyfongslinum uttan fyri Eskilstuna
at sekja hesi størv — og at verða verandi
í tænastuni?
Mikudagin kl. 19.30:
Deyðsscenuna
umaftur
Franskur sjónvarpsfilmur, sum fer fram í
einum films-umhvervi: Tann ikki longur
so væl umtókta filmstjernan Irene verð-
ur skotin í seinasta parti av leikinum —
meðan leikurin verður upptikin. Skamm-
byrsan var ledd, og leikstjórin verður ill-
tonktur.
Hósdagin kl. 19.00:
Víkingaskipið
Tinna Damgard-Sørensen og Piet van
Deurs
Vit hoyra hvussu gamalt skipið á Strand-
engen í Roskilde er. Vit hoyra eisini um
fólkini, sum bygdu tað, og um hvussu tað
var at arbeiða sum >lættmatrósur< í vik-
ingatíðini.
Hósdagin kl. 21.30:
Blinda eyga .
lógarinnar
Jane Lapotaire sum Kathrine Huges
Ein kvinna, ílatin sum nunna, verður tik-
in á flogvellinum við narkotika uppi á
sær. Sakferari hennara, Katherine Hugh-
es, fær innlit í eina korrupta, óhugnaliga
verð, har rætturin bert hevur smáar
meguleikar móti narko-kriminaliteti.