leygardagur 7. september 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Lagt til rættis:
Oddbjørg
Poulsen
JESUS grødir hin
blinda Bartimeus
Bartimeus æt ein blindur biddari, sum sat
vid vegin å døgum Jesusar. Ein dagin hoyrdi
hann eini góð tíðindi. Nøkur fólk, sum gingu
framvið honum, har sum hann sat, tosaðu
um at Jesus skuldi koma framvið beint har
sum hann sat. Og nú varð hann spentur, tí
hann visti, at Jesus hjálpti teimum menn-
iskjum, sum vildu koma til Hann.
Tá ið Jesus gongur tætt framvið Barti-
meus, so byrjar hesin blindi at rópa: »Sonur
Dávids, Jesus, miskunna mær«, tí hann vildi
so fegin at Jesus eisini skuldi hjálpa sær,
eins og Hann hevði hjálpt so nógvum eðrum.
Men fólkini har segdu við henda blinda: >Sit
ikki har og rópa so, ikki órógva Jesus«, men
Bartimeus legði einki í hvat ið fólkini segdu,
nú var Jesus á leið hansara, og nú vildi hann
sleppa til Jesus, so hann kundi verða grødd-
ur. So hann gavst ikki, men fór heldur at
rópa enn harðari: »Sonur Dávids, miskunna
mær!< Tá steðgaði Jesus og bað onkran rópa
tann blinda yvir til sín. Tá var Blindi Barti-
meus glaður. Hann tonkti allarhelst, — eg
visti, at Jesus ikki bara fór at biðja meg tiga,
so sum onnur siga við meg.
Hann skundaði sær upp á fetur og rann
tað hann var mentur. Jesus spurdi hann nú:
„hvat vilt tú at eg skal gera fyri teg«. Og
tann blindi svaraði Jesusi: >At eg kann fáa
sjón mina«. Tá segði Jesus við hann: >Trúgv
tín hevur frelst teg«.
Við tað sama fekk hann sjónina, og hann
fylgdi Jesusi eftir.
Tú kanst senda inn eina mynd um hesa seg-
una, um tú vilt, so fara vit at prenta hana í
blaðnum tá ið tað er pláss fyri tí.
Kanska tú teknar tá tann blindi sat við
vegin og biddaði, ella tá ið fólkini royndu at
steðga honum, og bóðu hann tiga, ella tú
teknar tá ið hann hevur fingið sjónina, og
hann fylgir Jesusi á leið.
Ella — tú kanst finna uppá okkurt
sjálv/ur.
Merk brævbjálvan: Sosialurin, Sáðið, 160
Argir.
. -
RN S0Sjalurin
Hugmyndir
Kaj Hansen, Runavík
f. 15/09-64 — d. 24/07-91
Kaj hevur nú, bert 26
ára gamal, latið eygu
síni aftur á evsta sinni.
Vit komu at kennast
einaferð, vit vóru inni á
Blákrossheiminum.
Hóast vit ikki hava
kenst í so langt áramál,
so høvdu vit longu knýtt
fest vinarbond. So boð-
ini um at Kaj var slókn-
aður, slóu meg dygt.
Hesi ófrættaboð fekk
eg seinnapartin miku-
dagin 24. juli, sum hann
var farin um náttina.
Ikki kann sigast, at boð-
ini komu vanliga til mín.
Ti henda sama dagin
kom eg í tos við nøkur,
sum eg kenni. Hesi
kendu eisini Kaj. Og
hissini spurdi eg tey,
hvussu mundi vera vorð-
ið við Kaj. >Kaj er deyð-
ur< varð svarið. — >Far-
in« hevði semt seg betur
at sagt. — Hatta fekk eg
ikki at bera til. Tí sein-
ast, tá ið Kaj og eg tos-
aðu við hvenn annan,
tóktist alt at vera í lagi
hjá honum.
Hann var eisini í góð-
um lag. Kaj var niðri,
tosað var í telefon. Hetta
mundi vera í mars ella
apríl. Kaj segði, at hann
ætlaði sær aftur til Fer-
oya skjótt. Vit gleddu
okkum til at síggjast aft-
ur.
Tá ið eg fekk orðið aft-
ur fyri meg, so vildi eg
fáa at vita, um tíðindini
Prógv
Tordis Klein Olsen, Vest-
manna, hevur fingið læru-
bræv í Skrivstovuyrkin-
um — yvirhevur (All
Round).
Hon lærdi hjá Feroya
Landfúta, Tórshavn og
lærumeistari var Heðin
Mikkelsen.
Inge Merete Katrin í
Brekkunum, Klaksvík
hevur fingið sveinabræv
sum Handilsslaktari. Hon
lærdi hjá Miklagarði,
Tórshavn. Lærumeistari
var Jørgen Jørgensen.
Jåkup Petur Gaardlykke,
Lamba, hevur fingið
sveinabræv sum Maskin-
smiður. Hann lærdi hjá
Mekanik, Saltangará.
Lærumeistari var Ernst
Rasmussen.
Rasmus Johannesen,
Seldarfirði, hevur fingið
vóru eftirfarandi. Hóast
onkur helt seg kunna líta
á tíðindini, so segði onk-
ur annar seg eina ferð at
hava hoyrt deyðsboð um
seg sjálvan. Hetta gav
mær nakað av linna.
Men á middegi 26. juli
so kunngjerdi útvarpið
andlátið av Kaj. Eyguni
vóru ikki turr nú. Og
hendingar og myndir
streymaðu frma fyri
meg. Kaj og eg kendust
so mikið væl, at trongd-
in fær meg til at skriva
nekur orð um Kaj.
Tann, ið kendi Kaj,
veit, at Kaj var lítillátað-
ur. Vit plagdu av og á at
tosa um lív og lagnu.
Onkuntíð kom Kaj inn á
tær forðingar, sum vóru
á hansara lívsleið. Ikki
var alt so tespiligt í lívi
hansara. Tí kom tað eis-
sveinabræv sum Maskin-
smiður. Hann hevur lært
hjá P/F Skipasmiðjuni
Feroyar, Skála. Læru-
meistari var Jóhan Ler-
vig.
Jaspur Jacobsen, Fugla-
firði, hevur fingið sveina-
bræv sum Maskinsmiður.
Hann lærdi hjá P/f Fugla-
fjarðar Mek. Verkstaði,
Fuglafirði. Lærumeistari
var Jóhannes Øregaard.
Niels Juel Olsen, Tórs-
havn, hevur fingið sveina-
bræv sum Maskinsmiður.
Hann lærdi hjá P/F Tórs-
havnar Skipasmiðju,
Tórshavn. Lærumeisteari
var Torbjørn Holm.
Dan Kjelnæs, Klaksvik,
hevur fingið sveinabræv
sum Elektrikari. Hann
hevur lært hjá P/f Leivur
Østerø, Klaksvík. Læru-
meistari var Torkil Heine-
sen.
ini fyri, at hann segði
seg at gleðast til lotuna,
tá ið hann kom at meta
hini vekru kvirruni og
hitt æviga frælsið. Kaj
segði seg eisini at síggja
ljóst uppá lívið og fram-
tíðina.
Kann bert minnast
einaferð, at Kaj ilskaðist
av eini misskiljing okk-
ara millum. Hann skuldi
til at langa mær ein, men
eg fekk eitt klapp á
vangan ístaðin. Letu
seinni segði hann lág-
mæltur: >Tú mást bera
yvir við mær, eg eri so
snarsintur«. Og so var
alt i lagi.
Kaj kendist fyri annad
enn at ilskast. Ti mang-
an tå id Karl kom i nånd,
so kundi hann fåa tøgn
og tyngd til gledi og
gleim. Og framvegis er
tad sum hansara hjarta-
ligi låtur hoyrist. Tå id
boðað var til borðtennis,
kort ella bobb og annað,
so var hann altíð biðin
fyrst, um hann var hjá-
staddur. Hann bar seg
sjáldan undan. Altíð
gekk tað lívliga fyri seg,
tå Kaj var uppii.
Kaj var takksamur.
Mangan takkaði hann
ødrum fyri lítið og lætt.
Hann gloymdi ongantíð
Blákrossheimið. Kaj
hevði mangt gott at bera
bæði starvs- og búfólki,
sum hann kendi frá
Heiminum. Hann spardi
seg ikki fyri at siga alt
gott um Sólborg og
Marjun. Vanliga segði
hann mamma við Marj-
un.
Kaj var eisini errin av
at eiga eina dóttur,
Marthu. Hann var góður
við hana. Einaferð kom
eg á vitjan, ímeðan Kaj
hevði dóttrina. Og týði-
liga sást, hvussu væl
dóttir og faðir hóskaðu
saman. Og hugaligt var
at síggja tey stuttleika
sær bæði í leiki og lótum.
Hann helt nógv av
Eyðnu og hennara fa-
milju, ikki minst av
mammu hennara. Hann
hevði eisini gott at bera
foreldrum og systkjum.
Nú er Kaj farin til
hvíldar. Kanska er tað
betri fyri Kaj, at hann er
sloppin, um honum
longdist at sleppa burt-
ur. Men sum trúgvandi
við áliti á Gud og orð
Hansara, so hava vit
vónina um at síggja Kaj
aftur hinumegin, tá ið
vit tann eina dag øll
somul skulu rísa upp av
nýggjum.
Til tykkara, ið eftir
sita, foreldur, systkin,
Marta og Eyðna, og sum
stóðu Kaj nær, skulu
vita, at ikki eru vit so fá,
ið hava samkenslu við at
tit hava mist ein av
tykkara kæru, tí vit
hava mist ein av okkara
bestu vinum, og eingin
kann koma í hansara
stað, so tómligt er, nú
Kaj ikki longur er okk-
ara millum. Kaj gloyma
vit ongantíð, men varð-
veita hann í hjarta og
minni okkara. Við hes-
um lata vit Kaj hvíla í
friði og náðum. Gud
signi minnið um Kaj.
Jákup Jóhannes
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Týskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Svejts
Holland
Italia
Finnland
Island
Eysturriki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Írland
Króna
Króna
Dollari ..
Pund ..
Markur .
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Skillingur
Pesetas .
Escudos
Dollari ..
Yen ....
Pund ..
Grikkaland Drakmur
. 1032,00
Ultimo
6.9 síðsta mán.
670,50 672,30
1136,20 1134,25
385,75 386,04
106,27 106,35
98,73 98,81
113,55 113,69
18,745 18,767
439,00 441,80
342,55 342,73
0,5173 0,5173
158,52 158,65
11,10 11,10
54,840 54,870
6,192 6,203
4,5120 4,5130
58830 589,00
4,9290 4,9160
1033,00
3,4920 3,4940
Kelda: Føroya Sparikassi