týsdagur 10. september 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
AN sosalurin Á Nr. 165 — 10. september 1991
Lítið samsvar millum bókasavnslógina og fíggjarlógina
Mentamál eru neyvan fremst
i huganum hjá politikarunum
-og tað verður ógvuliga trupult at veipa við einari góðari
þókasavnslóg í aðrari hondini og fíggjarlógini í hinari, sigur
Martin Næs, landsbókavórur, sum harmast um, at tørvandi
ígging forðar fyri at bókasavnslógin ikki kann virka til fulnar
J"'OO
Martin Næs, landsbóka-
vørur er als ikki nøgdur
við kvotuna békasøvn
hava fingið á fíggjarlógini
næsta ár.
Landsstýrið hevur avsett
sama tal sum í ár,- stívliga
tíggju milliónir. Hinvegin
hevur landsbókavgrurin
ynskt í hvussu er 2,7 milli-
ónir aftrat, men tað fær
hann ikki.
Tað, sum hesar 2,7 milli-
óniurnar annars skuldu
brúkst til er millum annað
til bókakeyp og innbinding
og at landsbókasavnið skal
kunnu virka sum eitt
landsumfatandi bókasavn.
Til haldaragjald av út-
lendskum bløðum, tidar-
ritum og árbókum, og har-
aftrat nakað til umvælingar
av sjálvum bygninginum
-Tað verður torfórt at
veipa við eini góðari
bókasavnslóg í aðrari
hondini, og fíggjarlógini
í hinari, sigur Martin
Næs, landsbåkavørur.
Mynd: Kalmar
hjá landsbókasavninum,
sum nú er 12 ára gamal.
Um øll folkabOkasøvnini
gera nýtslu av mógvuleikan-
til rakstrarstuðul fer
Kundu fingið væl
burturúr
Martin Næs sigur, al
hóast bókasgvnini fingu
tær sløku 13 milliónirnar,
tey hava biðið um, hevði
jáltanin verið væl minni
enn tað, sum stóð á fíggjar-
lógini í 1988.
-Vit hava eina góða
bókasavnslóg, og fingu vit
nakað av pengum aftrat,
kundu vit fingið væl
burturúr, men fáa vit ikki
tað gerst ikki nógv. Tað
verður torført at veipa við
einari góðari bókasavnslóg
í aðrari hondini og fíggj-
arlógini í hinari, sigur
Martin Næs.
Verri tænastu
Landsbókasavnið fær tí
ikki givið fólki ta tænastu
sum ynskiligt er, sigur
Martin Næs. Hann sigur, at
upplatingartíðin verður
tytri og umstødurnar at
rr. x |
tilfar verða heldur
ikk góðar. Hetta hevur
x > rX
ri mun lån
50 ka
11
SjálV
Rx 1
nar til postgjald
1 1 1
Martin Næs heldur ikki
tamál standa ovast á
listanum hjá politikarun-
um. Har eru kanska ikki so
nógvar atkvødur at heinta.
Og tað er spell. Ein væl
útbygd bókasavnsskipan
átti at verið ein tíðandi
liður í útbúgvingarpoliukk-
at men
inum hjá landsstýrinum,
heldur Martin Næs fyri.
tór.-
Foroyska svarið uppá Elkjær
Landskrona: Tá feroyska
EM-landsliðið sunnu-
dagin fór úr Feroyum til
Kastrup á veg til Lands-
krona, vóru tveir kendir
menn við í flogfarinum hjá
Atlantic Airways. Tað
vóru teir báðir Linie 3-
menninir, Anders Birkow
og Thomas Eje.
Teir báðir høvdu
friggjakvøldid og leygar-
kveldið undirhildið 800
føroyingum í Badminton-
høllini i Havn og 900 i
Ítróttarhellini í Runavík
og vóru nú á veg heim-
aftur.
»Er Torkil Nielsen við
umborð her«, var tað
fyrsta, Anders Birkow
vildi hava at vita frá tíð-
indamanni Sosialsins um-
borð á flogfarinum. >Tit
hava eitt sera gott lands-
lið, og eg má siga, at eg
reistist úr stólinum, tá
Torkil skeyt hatta málið í
Landskrona móti Eystur-
riki«.
Løtu seinni hevði blað-
maðurin peikað skemtar-
anum á, at Torkil ikki sat
longur burturi enn í reðini
beint aftanfyri. Og tá
blaðmaðurin eisini peikaði
Birkow á málmannin, ið
spælir í topphúgvu, kom
spurningurin: »Gongur
hann ikki altíð i hasi
hugvuni?«
Fram å vøllin
»Tu måst endiliga heilsa
spælarunum og siga vid
teir, at teir skulu fara
fram å vøllin at leggja
trýst á norðurírarnar, ti
teir eru ikki so góðir kort-
ini«, eru landsliðsráðini
frá Anders Birkow, ið
eisini fortelur, at Allan
Simonsen og hann eru
bestu vinir og hava kenst í
mong ár.
Jú, jú, tað eru ikki bert
føroyingar sjålvir, ið hava
áhuga fyri landsliðnum,
ber hetta lítla prátið
prógv um.
Tá blaðmaðurin so
spurdi, um hann kanska
kundi fingið eina mynda v
teimum, Birkow og Eje, er
tað í fínasta lagi, men við
viðmerkingini: >Tú kanst
lata Thomas koma upp á
bílætið, men hann hevur
altso púra einki skil fyri
fotbolti«.
Komnir ur flogfarinum
eru teir klårir vid foto-
smilinum, men eitt vantar
å myndini: »Vit mugu
hava Torkil Nielsen imill-
um okkum, so skulu vit
geva honum okkara bestu
ynski å ferdini«, sigur Bir-
kow.
Tå so Torkil Nielsen eis-
ini er komin á bílætið,
avdúkar Thomas Eje, at
hann nokk ikki hevur so
lítið skil fyri fótbólti, sum
makkarin Birkow vil vera
við: »Torkil Nielsen er før-
oyska svarið uppá Preben
Elkjær, veitst tu!«
Myndin verður tikin, og
Linie 3-menninir geva eina
síðstu ferð til kennar, at
teir halda við Feroyum í
annaðkveld og vóna, at
Feroyar vinna.
Bestu
áhoyrararnir
Og áðrenn teir í skundi
sleppa sær víðari við teim-
um báðum gittarunum,
einum video-upptakara og
góðgæti og luktilsi í beri-
posunum, hava teir eina
allarsíðstu heilsu at bera
víðari:
>Tu kanst gott skriva,
at áhoyrararnir hesi
kveldini vóru heil fantast-
iskir«, siga teir. >Tað skal
eingin sum helst ivi vera
um, at vit higartil onga-
staðni hava verið so væl
móttiknir sum í Feroyum.
Ahoyrararnir vóru alla
tíðina við uppá tað, vit
framførdu á pallinum, og
tað er sera stuttligt.
Frammanundan hevdu vit
hoyrt, at feroyingar ikki
altíð skilja danskt skemt,
men har var tað akkurát
øvugt. Viðhvert flentu tey
næstan, áðrenn »poengid«
kom frá okkum“.
hj.