Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 166 — 11. september 1991 Páll Guðlaugsson, landsliðs venjari: Landskrona. Tá Feroyar mettu Norðurírlandi í fyrra dystinum, varð tal- an um ein sensationellan javnleik í Belfast — sama úrslit, sum Danmark fekk har móti Norðurírlandi: 1—I. Og sum skilst eru før- oysku spælararnir so upp- settir, at teir ikki vilja hava minni burtur år hesaferð. »Nu hava vit jú einaferð spælt móti Norðurírlandi, so vit vita, hverjum vit ga at ansa okkum fyri«, sigur landsliðsvenjarin | Nú vita vit, | hvørjum vit skulu ansa | okkum fyri Páll Guðlaugsson. >Tað var jú serliga teirra vinstri vongur, Kingsley Black, sum hin dystin hevði ov fríar teymar, so har ræður bert um at ansa sær betur hesaferð. Eisini Kevin Wilson, Colin Clark og Ian Dowie eru spælarar, sum vit mugu royna at pakka so væl inn, at teir ikki fáa tað rásarúm, teir ynskja sær«. Páll hevur trúgv uppá, at úrslitið verður gott í kveld, og tað sama hava spælararnir, so ikki er óhugsandi, at tað fer at y ganga. »Vit hava í fleiri forum sæð, at vit kunnu fáa trupulleikar við at skula skapa ein dyst, men sam- stundis haldi eg, at vit mugu minnast til, at vit í úrslitum longu hava upp- nátt tað, vit kunnu, og at trýstið tí ikki er so stóri har«, sigur venjarin. »Hin- vegin kunnu vit røkka longur, tå talan er um tað fótbóltsliga, og her vænti eg, at vit kanska longu í kveld kunnu koma at prógva, at dugur er í okk- um á hasum økinum vid«. Sent boð eftir Kurt Jóannes ivasamur í kvold vegna blóðsamling í lærinum Landskrona. Alla tíðina, landsliðið hevur verið yvir í Sveríki, hevur vi verið um, hvert Jóann- es Jakobsen fór at gerast klárur til dystin í kveld ella ikki. Dysturin í kveld kann tí meguliga gerast tann fyrsti EM-dysturin, har liðskiparin ikki er við, og av tí sama hevur verið neyðugt at kalla inn ein nýggjan mann í hópin. Hetta varð gjørt måna- kveldið, tá ringt varð til Kurt Mørkøre, sum er í Danmark í sambandi við sveinaroyndina, hann skal gera. Kurt játtaði at koma yvir til Sveríkis, so hann kundi vera tekur, um Jóannesi barst frá, og kom hann til Ørenás Slot í gjárkveldið. Verður tað so til, at Kurt kemur inn, skal hann allarhelst spæla forstopp- ari fyri Mikkjal Danielsen, meðan sum so skal rekja aftasta plássið fyri Jóannes. Men seinnapartin í gjár vóru vónirnar um, at Jóannes fór at koma fyri seg, ikki so ringar kortini. >Tað gongur spakuliga framá, og haldi eg meg kunna klára at spæla, geri eg tað, um venjarin vil hava tað at vera so«, sigur Jóannes. hj. Skapa kjansirnar »Seinastu dystirnir hava vist, at vit kunnu spæla okkum til stødur, sum eiga at geva kjansir av sær«, sigur landsliðsvenj- arin. >Men trupulleikin hevur verið, at vit ikki hava megnað at fáa nakað burturúr. Ofta enda heilt góð uppspel við, at tað ongantíð verður skotið, ella at vit bara missa bólt- in. Tað mugu vit fáa at rigga betur, og trúgvi eg, at vit nú eisini eru um at fáa tingini upp á pláss, so vit fáa meira burtur úr á hesum økinum. Sjálvsagt er tað ófert at hava eitt lið, sum brúkar teir upp- legdu kjansirnar 100 pro- sent, men eg loyvi mær at ivast í, um bara tað kann vera nóg mikið, tá vit skulu skapa úrslit<. Hóast hetta ljóðar sum rættiliga offensivt prát, er Páll tó als ikki sinnaður at blaka tann defensiva part- in burtur. >Sjálvandi er verjan nakað av tí týdn- ingarmesta hjá okkum, mer tað, sum eg meini við, er at vit nú eiga at tora eitt sindur meira, enn vit Síða 13 gjørdu í byrjanini«, sigur hann. „Fáa vit latið aftur úti í síðunum, so teir ikki fáa spælt ímóti okkum, sum teir royndu at gera í hin- um dystunum, veit eg ikki, hvat teir finna uppá, men tá trúgvi eg, at vit hava tikið mesta av broddinum í teirra spæli, og eydnast tað til fulnar, kunnu vit vænta okkum enn eitt heiðurligt úrslit< hj Hvorjir verða við? Landskrona. Seint seinna- partin í gjár hevði lands- liðsvenjarin, Páll Guð- laugsson, enn ikki sett lið- ið, sum í kveld skal spæla móti Norðurírlandi á vøll- inum í Landskrona. Ti bar ikki til hjá Sosialinum at hava enda- ligu uppstillingina við í blaðnum í dag. Men hóast endaliga uppstillingin ikki er klár, eru ymsar ábend- ingar um, hverjir spælarar vera við í kveld. Sum skilst, hevur lands- liðsvenjarin ivast rætti- liga nógv í, um tað hesa- ferð skuldi verða Jens Martin Knudsen ella Kaj Leo Johannesen, ið skuldi verja feroyska málið. Men dysturin fyri viku síðani móti Vejle og tað, at Jens Martin sær út til at hava vunnið gamla formin aft- ur, ferir helst við sær, a thann aftur hesaferð skal forða norðurírum í at fáa mál. Hóast Jóannes ikki hev- ur verið so væl fyri, og lit- ið og einki hevur fingið vant, má helst eisini rokn- ast við, at hann spælir í kveld, og at forstopparar- nir av tí sama aftur hesa- ferð verða Mikkjal Daniel- sen og Tummas Eli Han- sen. Á vinstra bakki er Ari Thomassen eisini vorðin fastur maður, og valla kann hugsast annað, enn at Jan Dam er bakk- urin høgrumegin. Høgra vong hevur Allan Mørkøre, meðan tað verð- ur Kári Reynheim, ið verð- ur uttastur vinstrumegin á miðjuni. Mitt á verða so Abraham Hansen, Torkil Nielsen og Todi Jónsson, ið tykist vera sloppin av við skaðan, ið hevur darv- að síðstu tíðina. Umframt at hava gjert tað gott í landskappingini heima í Feroyum, hevur Jan Allan Muller eisini spælt væl undir venjingini i Landskrona, so hann verður nokk einsamalli álopsspælarin har fremmi í kveld. hj.